Claes Bech-Poulsen

KOKS elur fram FØROYASMAKK

Í nýggju KOKS bókini, sum hevur heitið FØROYASMAKKUR, verður víst á tað, ið livir í hesum knortluta og vindbarda landinum.  Ikki minst tí, ið trívist bæði á botni og upp í kalda døkka havinum, sum skolar og skúrar sína kraft endaleyst millum oyggjarnar

26.05.2022
Sprotin
Bókaprát

Myndirnar, ið Claes Bech-Poulsen hevur tikið, sýna nakrar av nýggjastu rættunum á Koks, men mynda eisini tann ráa vakurleikan á landi og sjógvi, har maturin varð til, og hvussu hann verður veiddur og fingin til vega.

Teksturin, ið Tim Ecott hevur skrivað, myndar partar av søguliga andanum í Føroyum og tekur lesara við sær á ferð út á hvørja einstaka oyggj.

Eitt tilfeingi er valt til hvørja oyggj. Myndað verður, hvussu tilfarið fæst til vega og síðan tað skap, ið rávøran endaliga fær, tá ið Poul Andrias og hansara lið við sínum serligu gávum hevur virkað hana til. 

FØROYASMAKKUR avhylur, hvussu tú gandar fram smakkin, sum liggur í 60 rárum og makaleysum KOKS-rættum. Alt tilfar mált upp saman við manngongdum og borðreiðingum – her er alt.

Henda bókin ein ótømandi kelda til íblástur, lívsfragd og ovurkæti hjá teimum, ið virðismeta tað besta, ið fæst úr heimsins bestu rávøru, sum er búnað í reinari, kaldari luft og reinum, køldum atlantssjógvi. Eitt himmiríki hjá  kræsnapisum, sum eru so matvandnar, at tað er á markinum til ørskap

FØROYASMAKKUR er coffee-table stødd og kostar 490 DKK.

 

26.05.2022
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?