Bók um nýggjan føroyskan grafikk er á veg út í handlarnar! Sprotin

Nýggj spor

Á sama hátt síggja vit tey átta listafólkini í "Spor, ið verða til" seta varandi spor eftir seg til komandi ættarlið. Í einum lítlum landi sum Føroyum, við 54.000 íbúgvum, er stríðið fyri at varðveita, og um somu tíð menna egnan tjóðskaparligan samleika, avgerandi fyri lívførið.

06.09.2022
Sprotin
Bókaprát

Hetta er eitt drag, sum vit síggja aftur í føroyskari list. Samstundis síggja vit, at tey føroysku listafólkini kenna seg heima í Norðurlondum og í norðurlendska samleikanum. At kenna seg sum ein part av onkrum størri verður avgerandi.

Tað er líka neyðsýnt at seta ljós á ta hárfínu vøgugongdina millum ein ektaðan føroyskan dám og „eksotismu“ – bæði í útinnanini og í upplivingini av listini. Samsvarandi við til dømis aboriginska og sámiska list verður føroyska listin gjarna mett gjøgnum eina eyð so romantiska nærking, eina sveiman fyri tí upphavliga, landslagnum, havinum og siðbundnum livihátti. Í so máta spreingja listafólkini í Spor, ið verða til áskoðanina, mong hava á føroysku listina. Við talgilda tíðarskeiðinum og meiri ferðavirksemi er heimurin komin nærri okkum, og listafólkini eru bæði føroysk og ein partur av altjóða listapallinum. Vit síggja ein parallell til svensk, íslendsk, grønlendsk, norsk og donsk listafólk, sum fáa sær útbúgving uttanlands og hava støði um allan heim. Hjá mongum av hesum tykist tann eyðkendi tjóðskaparligi samleikin at vera meira ella minni fráverandi í listini.

Hvat hendir við listaligu birtingini, tá ið listafólkið vendir sær frá tí heimliga móti tí altjóðaliga? Verður tað tjóðskaparliga turkað burtur, ella vísir tað heimliga seg á ein nýggjan og meiri tíðarhóskandi hátt? Er yvirhøvur nakað skil í at tala um tað „sanna føroyska“ í okkara tíð?

Svarið er ja. Men tað tjóðskaparliga verður birt fram á ein nýggjan hátt. Listin speglar samtíðina, og tíðin, ein livir í, er ikki so løtt at fáa eyga á – og tað fevnir um tjóðskaparlig eyðkenni, og hvussu tey hátta seg í einum alheimsgjørdum heimi.

Teir átta framsýnararnir skriva seg inn í eina langa siðvenju við føroyskum grafikki, samstundis sum vit síggja nýggj innskot. Teir líkjast frá teirri siðbundnu føroysku birtingini, og tey fara at seta spor eftir seg fyri komandi listafólk. Vónin er, at fólk í øllum Norðurlondum fáa íblástur úr føroysku samtíðarlistini og síggja tjóðskaparlig sereyðkenni eins og skyldskap við aðra norðurlendska list.

06.09.2022
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?