Silas Olofson myndatakari og Jórun Pólsdóttir lívfrøðingur hava í mong ár arbeitt við nýggjari bók um fuglar í Føroyum

FUGLAR OKKARA á stórskíggja í Fuglafirði

Kom og hugna tær í ein góðan tíma í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið 6/10 kl. 20 - øll eru hjartaliga vælkomin. Á tiltakinum ber til at keypa FUGLAR OKKARA fyri 800 kr. Frá 1. november er prísurin 900 kr.

05.10.2022
Sprotin
Bókaprát

Sum liður í bókaframløgum kring landið, fara Silas Olofson myndatakari og Jórun Pólsdóttir lívfrøðingur at leggja stóra bókaverkið FUGLAR OKKARA fram hóskvøldið 6/10 kl. 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Høvi verður at síggja fleiri av sjáldsama góðu fuglamyndunum úr bókini, umframt at hoyra ymiskt forkunnugt um fuglalívið í Føroyum. Høvundarnir fara eisini at greiða frá tilgongdini at gera bókina.

Endamálið við bókaverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið, sum er í Føroyum, og skapa gleði og alsk til føroyska náttúru og fuglalív.

Í verkinum FUGLAR OKKARA verður greitt frá livihátti, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum. Serliga nógv verður gjørt burtur úr føroysku búfuglunum, har m.a. tekstabrot er um reiðran, myndir av eggum, um atburð í náttúruni, hvat hóttir fuglalív og um føroyska fuglaárið. Øll fuglasløgini eru lýst í myndum, sum í stóran mun eru tiknar í Føroyum.

Silas Olofson myndatakari og Jórun Pólsdóttir lívfrøðingur hava í mong ár arbeitt við nýggjari bók um fuglar í Føroyum. Bókin lýsir í teksti og myndum øll vill fuglasløg, sum eru skrásett í Føroyum.

Bókaverkið – trý prýðilig bind í húsa saman við eini fikkubók – verður til keyps hetta kvøldið og kostar bara 800 kr. Frá 1. november er prísurin 900 kr.

05.10.2022
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?