Eitt sjaldsama gott íkast í kjakið um okkara samfelag

Sigri Gaïni, sum er Ph.D.-lesandi í politiskari filosofi á Roskilde Universitet og Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað bókina Gaïni um, sum nemur við kjarnan í nøkrum heimspekiligum hjartatáttum, sum vit javnan kjakast um, og hevur sett saman eitt íkast til kjakið um fleiri av teimum heilt stóru tilveruspurningunum.

11.11.2022
Sprotin
Bókaprát

Sigri dugir at lýsa torgreind heimspekilig evni á einfalda hátt.  Millum mongu spurningarnar, hon tekur upp, eru hesir:

  • Hvat er tað góða lívið? 
  • Hvat er eitt frælst menniskja? 
  • Eru universell rættindi til?
  • Er talufrælsi tað týdningarmesta virðið í fólkaræði?
  • Eiga vit at hava lógir ímóti haturstalu?
  • Er tað okkara skylda at gera tað, ið rætt er?
  • Hvussu skapa vit eitt rættvíst samfelag?

Politisk filosofi er grein innan heimspekina, ið viðger politisk ástøði og idéirnar, ið liggja til grund fyri hesi ástøði. Lógirnar og stovnarnir, ið mynda samfelag okkara, eru grundað á politiskt-filosofiskar idéir – og ymisku hugsjónirnar hjá politisku flokkunum spretta eisini úr politiskt-filosofiskum idéum.

Evnið, sum Sigri granskar í, er framsøgufrælsi, og hvørt vit eiga at hava lógir ímóti haturstalu ella ikki. Verkætlanin er ástøðilig og byggir á argumentasjón, heldur enn á empiriskar kanningar. Verkætlanin umfatar tríggjar vísindaligar greinar (umframt eitt rit, ið tekur saman um greinarnar og fer meira í dýpdina við evnunum og ástøðinum):

  • “Universities and other Institutions – not Hate Speech Laws – are a Threat to Freedom of Political Speech” (Útgivin)
  • “The Individual Concequenses of Hate Speech – A Comparison of Defamation and Hate Speech/Group Libel” (Verður útgivin í november 2022)
  •  “Democratic Formation as the Response to a Growing Cancel Culture” (Verður útgivin í 2023)
11.11.2022
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?