Morgun og kvøld

Skaldsøgan Morgun og kvøld er í tveimum pørtum og er um byrjanina og endan á lívinum hjá útróðrarmanni á bygd í Noregi. Jon Fosse hevur skrivað bókina. Marna Jacobsen týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. 

27.01.2023
Sprotin
Lesikrókurin

Marna Jacobsen, Theodor Olsen og Christina Jensen viðgera bókina MORGUN OG KVØLD hjá Jon Fosse. Bókin er um byrjanina og endan á lívinum hjá útróðrarmanni á bygd.

Í fyrra partinum verður Jóhannes føddur. Pápin Ólavur er spentur, nú konan Marta skal eiga. Hon føðir vælskaptan drong, og pápin ætlar, at sonurin skal verða útróðrarmaður.

Í seinna partinum er ein mansaldur farin framvið. Vit eru saman við Jóhannesi ein vanligan gerandisdag. Alt er, sum tað plagar at vera, men kortini kennist alt øðrvísi. Frá tíðliga á morgni til seint á kvøld undrar Jóhannes seg á, hvussu fremmant alt tykist. Guvarnir av ballinum eru øðrvísi, breyðbitin smakkar hvørki væl ella illa, fólk koma og fara, og allir lutir eru fjarari og hava mist vanliga evnistilfarið. Alt er har – og kortini ikki.

Gestir í Lesikrókinum hesa ferð eru Christina Jensen, lærari á Miðnámi á Kambsdali, Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur, og Marna Jacobsen, ritstjóri, sum eisini hevur týtt dagsins bók. Vertur er Eyðun Klakstein. 

 

27.01.2023
Sprotin
Lesikrókurin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

AT SIGA NÓGV VIÐ FÁUM ORÐUM

Yrkingar eftir íslendska skaldið og rithøvundan nú á føroyskum. Hetta yrkingasavnið eftir Þórarinn Eldjárn, kom út á íslendskum á…
Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…