BÓKADAGAR 2023 - Góðkrút

Á bókadøgunum fara Disa Christiansen, Hansa Christiansen og Joan Sørinardóttir at greiða frá bókini Góðkrút, og hvussu leskiligir rættir verða gjørdir úr “ókrúti” og urtagarðsplantum - og sum prikkurin yvir i'num bjóða tær eisini smakkiroyndir!

14.11.2023
Sprotin
Bókaprát

Tær fagna øllum vøkstri, eisini ókrútinum. Tær vilja broyta okkara hugburð til ókrút og havaplantur. Plantur, sum eru nýtsluplantur við dygdargóðum innihaldi, og sum kunnu eggja til upplivingar í urtagarðinum, bønum og køkinum fyri alla familjuna. Bókin veitir plantufrøðiliga vitan um plantur, hvussu vit handfara tær skynsamliga, og hvussu tær eru partur av mentan og siðsøgu, bæði her heima og úti í stóru verð. Eisini eru yvir 80 uppskriftir í bókini.

Marita Gulklett hevur tikið plantumyndirnar. Svitlana Tyshcenko úr Ukraina hevur samskipað myndatøkurnar av rættunum, og Igor Zaitsev úr Ukraina hevur tikið myndirnar av rættunum. Igor greiðir frá arbeiðsgondini og samstarvinum við Disu, Hansu og Joan.

Tær villu planturnar í bókini eru: arvi, hømilia, jóansøkugøtubrá, nota, smæra, summardái, sýra og várhagasólja. Urtagarðsplanturnar eru: bótarurt, hyllirunnur, hjálpirót, rugosurósa, hvonn, mynta, piparrót, rabarba og søtur urtakervil. Vælkomin at lurta og smakka! 

Sprotin skipar fyri tiltakinum saman við Norðurlandahúsinum. 

TÍÐSPUNKT: Sun. 19. november 2023, kl. 18.00
LONGD: 45 min
HØLI: Skálin
MÁL: Føroyskt

ÓKEYPIS

14.11.2023
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?