Kærleikin

01.03.2024
Sprotin
Lesikrókurin

Laki Sarris nærkast teimum fjøruti, hann er giftur við Lenu, og tey eiga fýra ára gamla Jóhan. Lívið verður endavent, tá ið Laki verður fullkomiliga burtur í aðrari kvinnu – ein so ógvisligur kærleiki fær vald á honum við einum longsli, sum ger, at skilvísi er óhugsandi. Hann elskar bæði konu sína og ta nýggju kvinnuna. Hvat skal hann gera? Hvat fær hann gjørt? 

Theodor Kallifatides hevur skrivað skaldsøguna "Kærleiki". Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. 

Tey, ið umrøða bókina, eru Ragnhild Ellingsgaard og Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Vertur er Eyðun Klakstein.

 

 

01.03.2024
Sprotin
Lesikrókurin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?