"Allir luktir örkymla mín staðarsans" verður á marknaðinum hósdagin 4. apríl.

ALLIR LUKTIR ÖRKYMLA MÍN STAÐARSANS

Tað kendist ikki meir enn hóskandi, at tað var sjálvan Móðurmálsdagin, føðingardag V.U.Hammersheimbs 25. mars, at eg í postkassanum fann nýggjasta yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, ið vísti seg at vera ein vøkur hvít, ljósablá og ljósaviolett bók við rundleittu áskriftini ALLIR LUKTIR ÖRKYMLA MÍN STAÐARSANS. 

02.04.2024
Kinna Poulsen
Bókaprát

Sambært yvirlitinum aftast í bókini er hetta 49.  útgávan hjá Tóroddi. Tó at matematikkin neyvan myndar besta amboð til poetiska evaluering kunnu vit - um vit velja meðaltalið 80 yrkingar pr bók – telja tilsamans útivið 4.000 føroyskar yrkingar eftir Tórodd Poulsen, og tað mann hann hava skrivað um so onkur bók er styttri og onnur longri, onkrar eru prosabøkur og aðrar eru á fløgu og plátu. Ivasamt er um tað yvirhøvur ber til at avmarka yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen til bøkur, tí poesi er allastaðni, í myndlistini, í steinprentunum og fiskarnir á vesinum í ROKS eru eisini eitt slag av yrkingum. Liðin eru í ár 40 ár síðan debutsavnið Botnfall kom út sum byrjan upp á eitt avrik, ið er fullkomiliga einastandandi bæði í dygd og í nøgd.

Tá vit kava niður millum blaðsíðurnar í hesi nýggjastu bókini eru vit bæði á kendum og ókendum leiðum í senn. Sum perman bendir á, er yrkjarin ikki vorðin minni abstraktur við árunum, men abstrakt fevnir sum kunnugt bæði einfalt og komplekst. Í staðin fyri at lata seg ørkymla av tí, mann ikki skilir, kann mann heldur fegnast um hómingina í sjálvum sær og halda áfram at lesa og at lesa uppaftur. Aðru og triðju ferð mann lesur hesar tekstir, fær mann meira við. Tað er júst sum við abstraktum málningum, ið so líðandi gerast lættari at skilja. Her er eingin orsøk at hava skund. Upplivingin liggur í sjálvari ferðini yvir ímóti eini fatan og her er fult av forðingum í noktandi og relativerandi orðingum, sum fáa grundútsøgnina at rilla, men tað er í sveiggjunum millum útsøgnina og tað øvugta, at poetiski týdningurin hómast.

Fyrsta yrkingin (aftaná inngangsorðini hjá Enzensberger) er eitt gott dømi um hetta: “eg vildi/ynskt at/ eg kom/ við tí/ káta/ lotinum/ hóast/ tað ikki/ fylgdi mær/ allan vegin/ til steinin/ sum ikki/ vikaðist”. Fyrst er har eitt yrkjaraeg, sum “vil” ymiskt í tátíð - tað lýsir ómøguleikan í sjálvari verkætlanini. Síðan er tað káta lotið, sum ikki fylgdi yrkjaraegnum, og so steinurin, ið ikki vikaðist. Hetta er ein ómetaliga áhugaverd yrking um eina ferð, ið tykist merkt av tilvild og óvissu og so okkurt, ið er endaligt og BUMM. Sjálvt um formurin er abstraktur, kann innihaldið skiljast eksistentielt har forðingin tvs deyðin er tað einasta, vit kunnu vera ordiliga vís í. Tóroddur er ein sannur meistari at skapa surrealistiskar myndir burtur úr dreymum, men eisini burtur úr gerandiseygleiðingum gandar hann fram tær løgnastu sjónir sum í yrkingini, har steinarnir røra seg inn í myrkrið, tá steinsúgvarin kemur sníkjandi. 

Steinar hava altíð verið í yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen, ið ofta snúgva seg um tilfar um mold, vatn, luft, men eisini um vind, ljós og myrkur og um listaligt tilfar, um orð og litir. Fleiri staðni verður tosað um lukt, um at lukta og snodda og at villast í sínum egna lukti – einastaðni er yrkjaraegið á posthúsinum og heldur seg lukta ræstan fisk, men varnast tá ein gamlan mann, sum stendur í einum landhyli. Einum landhyli? Áh, einum hyli av landi? Eg ivaðist eitt sindur, sprotaði síðani orðið “landhylur” og varð tá spurd um eg meinti við langhyl, men tað gjørdi eg ikki og jú, - konsentrerað piss luktar av ammoniak júst sum ræstur fiskur. Heitisorðingin er partur av einari yrking, ið staðfestir, at hóast málið er eitt skalvalop av kókandi tungum og brotnum fingrum, og regnið hevur gloymt okkum alt summarið, ja, so merkir yrkjaraegið “enn at/ allir/ luktir/ örkymla/ mín/ staðarsans”.

Og eftir sum tað onkra aðrastaðni stendur, at deyðin er luktleysur, tykist bókaheitið í grundini fult av lívi og góðum treysti og fær okkum at vóna, at tað eisini verður til eina bók nummar 50 um annars jørðin heldur fram við at mala, og Tóroddur heldur fram við at skriva. 

Kinna Poulsen

02.04.2024
Kinna Poulsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

Kommunur í eini broytingartíð 

Bókin er eitt greinasavn, sum Sámal hevur skrivað um samfelagsbroytingar, samferðslu, kommunupolitikk, umhvørvi og býarskipan. Við…
Bókaprát

Vilji er lekjandi máttur 

Tað krevur dirvi at leggja lív sítt á blik í eini bók. Facebook útgávurnar av eg-meg-mær-og-míni lívi, sum sálda alt tað miseydnað…
Bókaprát

Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar

Tá ið pensionistar ganga og dreiva og hava betri stundir at hugsa um annað enn tað, teir hugsaðu um, tá ið arbeiðið fylti alt, bir…
Bókaprát

BÓKADAGAR 2024

Tær góvu lív við Rigmor Restorff Dam Í summar hevur Rigmor Restorff Dam, søgufrøðingur, ferðast um alt landið við bókini Tær góvu…
Ymist

Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri…
Bókaprát

Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók

Mánadagin 4. november gevur Sprotin út bókina ”Veðursjúka 2”, sum Uni Arge hevur skrivað. Hon er sjálvstøðugt framhald av bókini ”…
Bókaprát

Yvir um ferð

Svanna Jákupsdóttir, sum áður hevur givið út yrkingasavnið "Oyðilendi" kemur nú út øðrum savninum, sum ber heitið: Yvir um ferð.
Orð og tónar

Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív

Kom oman á Reinsaríið tann 31. okt. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki. Sprotin leggur tríggj…