Dropar/ Droplets

...ein dagin, meðan eg stóð og reinsaði ein kalva uttan fyri frystihúsið, legði eitt ferðmannskip at. Tá koma tvær væl ílatnar grønlendskar kvinnur í land, gangandi yvir ímóti mær. So stóðu tær har … tað virkaði, sum undraðust tær á, hvat eg gjørdi.

26.11.2024
Sprotin

Meðan tær standa soleiðis og hyggja, peikar onnur á kalvahøvdið og spyr, um tær kundu fáa eitt petti av tí hvítu síðuni. Óvanligur fyrispurningur, hugsaði eg, men skar teimum hvør sítt góða petti.

So tóku tær tyggigummið úr munninum og ótu kalvan ráan. Tær takkaðu fyri og fóru umborð aftur á bátin, og eg gjørdi meg lidnan við kalvan og hongdi hann upp í frystihúsið.

Bókin lýsir lívið í og rundan um Føroyingahavnina. Talan er ikki um væl eftirkannaðar neyvar frágreiðingar, men um hugleiðingar og upplivingar. Bulurin í bókini eru stuttar frásøgur frá fólki, sum vóru í Føroyingahavnini mitt í farnu øld. 

Summar søgur eru merktar av sorg og missi, aðrar av gleði og stuttleika, men kortini rúma tær allar eini kenslu av friðsælu. 

Bókin varpar ljós á eina tíð og eitt ættarlið, sum er farið, men sum kann vísa okkum ómetaligu virðini í felagsskapi og samanhaldi. 

Lesarin kann fordjúpa seg í bókini, sum hon er, ella støkka niður í onkran staklut, sum fangar áhuga. Annaðhvørt tað er ein anekdota frá Føroyingahavnini, ein fotomynd við sínari egnu søgu, ein yrking ella eitt listaverk. Eitt listarligt rúm til annaðhvørt løtuuppliving – ella heildaruppliving.

Dánjal á Neystabø

26.11.2024
Sprotin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

Styrki, seiggi, alv, tæri - og vilji

Gitni bodybuildarin Gunnar Hjelm er so djarvur, at hann leggur lív sítt opið í eini forvitnisligari bók nú um dagarnar. Hon er bæð…
Lesikrókurin

Sigmundur og gullringurin

Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við henni er at leggja søguna fyri…
Bókaprát

Kommunur í eini broytingartíð 

Bókin er eitt greinasavn, sum Sámal hevur skrivað um samfelagsbroytingar, samferðslu, kommunupolitikk, umhvørvi og býarskipan. Við…
Bókaprát

Vilji er lekjandi máttur 

Tað krevur dirvi at leggja lív sítt á blik í eini bók. Facebook útgávurnar av eg-meg-mær-og-míni lívi, sum sálda alt tað miseydnað…
Bókaprát

Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar

Tá ið pensionistar ganga og dreiva og hava betri stundir at hugsa um annað enn tað, teir hugsaðu um, tá ið arbeiðið fylti alt, bir…
Bókaprát

BÓKADAGAR 2024

Tær góvu lív við Rigmor Restorff Dam Í summar hevur Rigmor Restorff Dam, søgufrøðingur, ferðast um alt landið við bókini Tær góvu…
Ymist

Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri…
Bókaprát

Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók

Mánadagin 4. november gevur Sprotin út bókina ”Veðursjúka 2”, sum Uni Arge hevur skrivað. Hon er sjálvstøðugt framhald av bókini ”…