Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
Kári Thorsteinsson hevur savnað virðismikið savn til teirra, ið granska ætt í Vágum og Mykinesi.
Áhugin fyri ættargransking hevur seinnu árini verið vaksandi millum fólk, og fyri fleiri er tað eitt sindur trupult at finna tey fólk, sum leitað verður eftir, tí upplýsingarnar liggja í nógvum ymiskum skjølum og ritum.
Týdningarmiklasta keldan at finna sínar røtur, er uttan iva í kirkjubókunum, sum lýsa føðingar, dóp, konfirmatiónir, giftarmál, deyða og jarðarferðir og í ein ávísan mun tilflutt og fráflutt.
Fólkateljingarnar geva eisini gott yvirlit fyri hvørt húski sær. Har kann staðfestast, hvørji húsast saman júst tað árið. Ofta vóru tey fleiri ættarlið, fyrst og fremst foreldur og børn, men eisini næstringar, tænastufólk o.o.
Tá kirkjugarðsbøkurnar komu í brúk umleið í 1870 unum, fekst eisini eitt gott yvirlit, sum vísir á, hvar deyðu fólkini eru grivin.
Aðrar heimildir eru bygdasøgur, sum lýsa eina bygd, staðarnøvn og fólkið, ið har búði og býr. Tað er ein sera týðandi partur av okkara søgu.
Eisini er tað áhugavert at vita, hvørjar deyðsorsakirnar kunnu vera. Kirkjubøkurnar nevna nakrar, men ikki allar. Ríkisarkivið í Keypmannahavn liggur inni við nógvum upplýsingum um føroysk viðurskifti og har ímillum eisini deyðsváttanir, sum Sundhedsstyrelsen hevur skrásett eisini brúktar í tann mun, sum tær liggja har. Tað kemur meiri enn so fyri, at andsøgn er millum deyðsorsakirnar, sum standa í kirkjubókini og í deyðsváttanini, sum læknin skrivar.
Í hesi útgávuni vísa vit tey fólk, sum hava búleikast í Vágum og Mykinesi við at lýsa nøvn, árstøl og hvaðani tey eru komin.
Bøkurnar verða lagdar fram í Marghøllini í Sørvági hóskvøldið 9. januar kl. 19