Fernando Troleis hevur í nøkur ár arbeitt við portugisiskari orðabóka saman við Sprotanum. Eydbii

Portugisisk orðabók

Kom og hoyr søguna um brasilska unglingin, ið kom til Føroyar og dugdi ikki eitt orð av føroyskum, og sum 39 ára gamal hevur skrivað orðabók millum bæði málini.

21.01.2025
Sprotin
Ymist

Brasilski toftamaðurin Fernando Troleis hevur í nøkur ár arbeitt við portugisiskari orðabóka saman við Sprotanum. Nú er klárt at lata hana upp fyri øllum heiminum.

At lata hesa nýggju málsligu brúgv upp verður gjørt á almennum hátíðarhaldi í Løkshøll sunnudagin 26. januar kl. 16.

Skrá

  • Urd Johannesen, mentanarsamskipari, bjóðar vælkomin
  • Atli Ellendersen og strúkikvartett spæla
  • Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur røðu
  • Atli Ellendersen og strúkikvartett spæla
  • Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, heldur røðu
  • Video við sangi og undirteksti á føroyskum
  • Fernando Troleis, orðabókahøvundur, heldur røðu
  • Atli Ellendersen og strúkikvartett brasilska tjóðsangin
  • Siri Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur røðu
  • Atli Ellendersen og strúkikvartett spæla
  • Urd Johannesen takkar fyri

Omaná: Kaffimunnur við leskibitum frá Damfar og prát.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Ókeypis atgongd.

21.01.2025
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?