Alexandur Kristiansen seksti fimm ár í dag, 23. apríl

Alexandur Kristiansen seksti fimm ár í dag, 23. apríl

23.04.2014
Frits Johannesen
Røður
Livir undir Gjógvaráhamri og skrivar stavir og orð,
sum koma undan keldusprota,
ið vellir oman av Nón
og klettaljósið,
ið livir í hamraklettum døkkum og ljósum
omanvert húsavegg
og alfaraveg,
og fær orðið at liva
í hesum livandi ljósspæli.
 
Tíni eygu hava sæð,  og tíni oyru
hava hoyrt mangt og mikið,
sum vit onnur ikki síggja og hoyra.
Tað, sum eygað ikki hevur sæð,
og oyrað ikki hevur hoyrt,
rørir ikki hjartað.

Tín hjartarytma hevur ligið
so mild og blíð
í yrkingum til vaksin og børn,
har tú hevur sett gørn
út á lygnir í sjónum
og drigið at borði
munnmælir, sum  liva í barnasinni
og í vakstramanna huga
sítt sæla lív.
 
Tú hevur latið mætar yrkingar
í føroyskan búna,
sum eru ritaðar í hellugrót
og royðurók
á ytstu tromum
undir natúrligum lonum.

Nú tú fyllir seksti fimm,
standa fjøllini stinn
kring Fuglafjørð
á Guðs grønu jørð
og heilsa tær
við blíðmæltum orðum
undan skarðlendi og skorum.
Hjartaliga til lukku við teimum sekstifimm
í  sál og sinn’!

Frits
23.04.2014
Frits Johannesen
Røður

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?