Orð og tónar á mentanarnáttini

Í fleiri ár hevur Sprotin skipað fyri bókmentaligum kvøldum á Reinsarínum. Og hetta væleydnaða tiltakið endurtaka vit á mentanarnáttini kl. 20.30. Hesa ferð verða tað framløgur, samrøður og góður tónleikur.

04.06.2025
Sprotin
Bókaprát

Kinna Poulsen – Í eygnahædd

Kinna Poulsen leggur fram sítt nýggja stórverk Í eygnahædd, sum er ein viðkomandi og aktuell lýsing av føroysku samtíðarlistini. Hansina Iversen bjóðar vælkomin við eini røðu um nýggju listina, áðrenn Kinna letur dyrnar upp fyri einum heimi av litum, forvitni og listarligum fjølbroytni – við myndum á stórskíggja. Tað verður bæði provokerandi og hugtakandi.

Stan Abbott og Magni Arge – Føroyar í broyting

Bretin Stan Abbott, ið hevur sett síni djúpu spor í føroyska ferðavinnu og menningarsøgu, hevur skrivað eina nýggja bók um broytingar og menningina í Føroyum seinastu 20 árini. Á pallinum hittir hann Magna Arge til eina hugvekjandi samrøðu um eyg- og hugleiðingar gjøgnum 20 ár.

Jógvan Isaksen – Føroysk bókmentasøga, bind 2

Jógvan hevur júst givið út sítt seinna bind av føroyskari bókmentasøgu. Jógvan leggur bókina fram og greiðir frá áhugaverdum táttum í henni.

Tann altíð frálíka Guðrið Hansdóttir fer eisini at spæla nøkur løg. Til ber at keypa sær bøkurnar á staðnum og eisini at fáa tær signeraðar.

Nær: Fríggjadagin 6/6 kl. 20:30
Hvar: Reinsaríið
Prísur: Ókeypis

04.06.2025
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…
Bókaprát

Átjan oyggjar

Ein einastandandi vøkur, skilagóð og beinrakin lýsing av eini ferð til Føroya í 1965, sum upprunaliga varð ætlað sum ein ferð við…