Mykines

Rúni Brattaberg gevur tvær bøkur út um Mykines, samstundis sum hann fyllir operahús í Japan við sínum sangi

14.07.2025
Sprotin
Bókaprát

Rúni megnar hetta ógvsliga spennið. 

Vit kenna hann best sum víða gitna operasangaran, sum hevur júst ta røddina, hann sær út til at hava. Bulurin og røddin eru lagað hvørt eftir øðrum. Við buli og rødd reikar hann um allan heim og syngur opera. Hann syngur í stórverkum, sum framførd verða í stórum fyltum operahúsum.

Men tað hevur hann ikki altíð gjørt. Tí hann var viðurkendur yrkisfotografur, áðrenn hann skifti kós. Mentor hansara sannførdi hann um, at hann sang eins væl og hann tók myndir.

Hann leyp út í møguleikan í øllum sínum veldi.

Í løtuni er hann í Japan, har hann fer at hava frumframsýning av Flúgvandi hollendinginum eftir Richard Wagner. Meðan Rúni venur til framførsluna, kemur hann á marknaðin við tveimum myndabókum um Mykines, sum hann hevur hjúklað um í fleiri ár.

Onnur bókin eitur Ein dagur á súluveiðu


Dagurin er sagdur mynd fyri mynd frá tí, at menn savnast í túninum kvøldið fyri, gjøgnum svarta nátt, meðan grásúlurnar verða tiknar, til fongurin verður býttur dagin eftir.


Onnur bókin eitur Á sýnini


Í Mykinesi eru nú bara 8 fólk eftir, sum búgva har alt árið. Myndaliga talað er Mykines soleiðis sum samfelag komið á sýnina.
 


Rúni hevur sett sær fyri at mynda tað lívið, tað er, at liva í einseminum sum einstakt menniskja við lítlum felagsskapi í ógvisligum umhvørvi. Einsamallur at kalla á eini oyggj, har illveður og mjørki skiftast um at seta ljóð – og ljóspallin, og har loft og løgur stundum standa í einum langar vikur á svørturm vetri.


Bøkurnar eru pakkaðar saman og fáast til keyps beinleiðis frá Rúna Brattaberg. Greipan kostar 500 kr. Bílegg beinleiðis á brattaberg@yahoo.com

14.07.2025
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

AT SIGA NÓGV VIÐ FÁUM ORÐUM

Yrkingar eftir íslendska skaldið og rithøvundan nú á føroyskum. Hetta yrkingasavnið eftir Þórarinn Eldjárn, kom út á íslendskum á…
Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…