Í lívd undir hamrinum reysta
Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri og Dímun, men ættarbondini røkka líka úr Sumba til Tjørnuvíkar, so har er væl blandað.
Heitið á bókini er tikið úr mergjaða skopunarsanginum hjá Sigurdi Bærentsen, sum eisini á sín hátt lýsir baldrutu umstøðurnar, ið nógvar av frásøgunum greiða frá. Sjógvurin var álitið, og fongurin var mangan dýrgoldin og tøkini tung; men sjálvt í myrkastu løtum fall fólkið ikki í fátt, og bygdin mentist eftir umleið seksti árum til at gerast næststørsta bygd í oynni, og tað er hon framvegis.
Høvundur er Jens Marius Hentze er føddur i Skopun í 1940. Hann fór á Føroya læraraskúla í 1960 og starvaðist mestsum øll árini í Tórhavnar kommunuskúla, til hann fór frá fyri aldur.
Hann skrivaði javnan søguligt tilfar í Kvørnina, og í Birting skrivaði hann mangar søgur, sum fyri ein part eru spunnar úr munnligum tilfari, skemti og endurminningum.
Jens Marius týddi ungdómsskaldsøguna Sjórøtur eftir Rudyard Kipling. Sprotin gav bókina út í 2013.