Mási og grann
Ein vinmaður frá lestrartíðini, sum eins og eg sjálvur var úr Ný-Noregi, skrivaði ríkismál, ikki nýnorskt, og tá ið eg spurdi hann hví, so svaraði hann, at hann átti helst at skrivað enskt, tí tess fleiri, ið skilja eitt tungumál, tess betri, helt hann. Eg visti, at hann fór skeivur, men tað var kortini torført at grundgeva ímóti honum.
Brot úr røðu, ið Jon Fosse helt fyri norksa krúnsprinsinum – í 2008.
Tað eru fleiri enn vinmaðurin frá lestrartíðini, sum tykjast halda, at mong tungumál, serliga tey minnu, eru dømd til at lúta í stríðnum við tey størru málini, eitt slag av darwinistiskum stríði, har norska bókmálið tekur kvørkratak um tað nýnorska málið og heldur so fram, til tað at enda bara er eitt mál eftir, til dømis enskt. Og tað, halda tey vera tað besta, sum kann henda.
Eg haldi hetta vera eina ræðandi hugsan, nakað sum hugsanin um, at tað at enda bara skuldi verið eitt slag av fugli, latið okkum siga másin, ella bara eitt slag av trøum, latið okkum siga grann.
Tey eru, sum halda, at tað er nóg mikið við mása og grann – men í dag eru vit komin saman í túninum hjá einum, sum helt, at meira átti at finnast til, og sum sá, at innan fyri økið við norðurlandamálum var ikki bara svenskt og danskt, men eisini norskt, og sum sá, at norskt hevði líka sjónlig sermerki sum danskt og svenskt. Norskt hevði bara ikki fingið eitt savnandi snið í skrift. Og tað verkevnið tók Ivar Aasen á sínar herðar, ikki tí at norskt er betri enn danskt ella svenskt, men tí at eisini norskt mál er til - í tí ríka margfeldinum av fuglum, av trøum, og av tungumálum.
Ivar Aasen brúkti lív sítt til at fjølga um málmargfeldið í heiminum og gjørdi, at ein nýggj grein nú er komin við á máltræið, tann norska greinin.
Í dag verður eitt nýtt túntræ gróðursett, ein bjørk, í Aasen-túninum. Gamla træið fúnaði, men burtur úr tí, sum eftir var, kom eitt nýtt træ, í ætt við tað gamla, so at gamalnorskt hvarv, men í ætt við tað kundi so nýnorskt koma.
Mongum tykir, at tað týdningarmesta við nýnorskum er, at tað hevur borið í sær eina norsking av ríkismálinum, so at tað nú kann kallast norskt, og ikki danskt-norskt, ið hvussu er haldi eg meg nú kunna siga, at til er eitt norskt skriftmál, við tveimum frábrigdum, nýnorskum og bókmáli.
Tað kundi ein ikki siga fyri tvey hundrað árum síðan, um tað mundið mátti ein nýta danskt. Og tað er sjálvsagt, at tann, sum má nýta eitt mál, ið hann ella hon ikki dugir til fulnar, annaðhvørt danskt, sum tað var, ella enskt, sum tað er, fær ikki málborið seg so greitt og frítt sum á sínum egna máli.

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Orð og tónar á mentanarnáttini
Í fleiri ár hevur Sprotin skipað fyri bókmentaligum kvøldum á Reinsarínum. Og hetta væleydnaða tiltakið endurtaka vit á mentanarná…
Bókaprát
Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen
Í EYGNAHÆDD snýr seg um listina í Føroyum í okkara tíð, tað merkir list, sum er framleidd og sýnd fram frá 2020, men samtíðarlista…
Bókaprát
Nýggj bók ætlað ferðafólki - 'Faroese Days' eftir Stan Abbott
Stan Abbott byrjaði at arbeiða fyri Atlantic Airways í 2002 seinni eisini fyri Visit Faroe Islands og Vága floghavn. Hann var nógv…
Lesikrókurin
Skunda tær at elska
Lesikrókurin Kristi himmalferðardag verður um bókina "Skunda tær at elska" eftir Alex Schulman. Marna Jacobsen tosar við teir báða…
Lesikrókurin
Málningurin av Dorian Gray
Málningurin av Dorian Gray er heimspekilig fiksjón og gotisk ræðslusøga eftir írska høvundin Oscar Wilde, skrivað í 1890. Gotisk s…
Lesikrókurin
Knívin í eldin
Knívin í eldin er ein hugtakandi søgulig skaldsøga úr Finnmørkini – sum fær teg at kenna kuldan úr kavanum, hitan úr bálinum og ge…
Ymist
Zakarias Wang
Zakarias Wang gav út tvær stórar orðabøkur, áðrenn Orðabøkur Sprotans komu í eyga
Bókaprát
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
"Vit eru fimm" er ein familjusøga, ein søga um gerandisdagin og um kynsmynstur í okkara tíð. Tað er eisini ein søga um kynsmegina…
26.04.2025
Bjargað á opnum havi
23.04.2025
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
13.04.2025
Fylg sjóvarfallinum
31.03.2025
Alex Schulman - Skunda tær at elska
07.03.2025
Vegghamar - út í bókling
28.02.2025
Til lukku, Heðin!
27.02.2025
Havbókin
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar
03.12.2024
Sigmundur og gullringurin í írskum útvarpi
27.11.2024
“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini
26.11.2024
Dropar/ Droplets
24.11.2024
Sigmundur og gullringurin
20.11.2024
Kommunur í eini broytingartíð
19.11.2024
Vilji er lekjandi máttur
14.11.2024
Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar
13.11.2024
BÓKADAGAR 2024
13.11.2024
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala
03.11.2024
Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók
01.11.2024
Yvir um ferð
31.10.2024
Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív
29.10.2024
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi
28.10.2024
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19
24.10.2024
EDEN
30.09.2024
Brenn øll míni brøv
25.09.2024
Lesikrókurin fær nýggjan vert
23.09.2024
Søgur úr Latínamerika
20.09.2024
Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum
03.09.2024
Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd
02.09.2024
Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi
15.08.2024
Brenn øll míni brøv
13.08.2024
Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini
03.07.2024
Ljóðbøkur og summar
17.06.2024
Maria Stuart
10.06.2024
Tær góvu lív
05.06.2024
Tær góvu lív - ÚTSETT
03.06.2024
Í Íslandi – Á Íslandi
24.05.2024
Hvaðan kom kvinnan
15.05.2024
Stórverk í tveimum bindum um føroyska táttayrking