Tankar ein flaggdag
Góði Jákup! Í hesum døgum fyri umleið 10 árum síðan sótu vit báðir í einum køki sunnan fyri Keypmannahavn. Í kømurunum við síðuna av sótu tveir unglingar og linkaðu á teirra teldum. Inn ímillum prátaðu teir og fjantaðu sínámillum, tveir dreingir í studentaskúlaaldri.
Onkustaðni millum okkum báðar og teir báðar lá eitt jaligt
lag og sveimaði í luftini, tí sjálvt um unglingarnir hildu okkum vera gamlar og
keðiligar og turrisligar, hildu teir eisini, at tað var okkurt áhugavert við at
hoyra okkum tosa føroyskt saman, og tí komu teir rennandi til okkara av og á,
forvitnaðust og spurdu um mangt og hvat. Eg minnist, at tú tá segði við meg, at
tað er umráðandi, tá ið hasir báðir einaferð verða vaksnir menn, at teir hava
okkara søgu ‘dokumenteraða’, “tú
skrivar ritgerð um føroyska bókaútgávu, og eg skrivi bók um føroyska politiska
søgu, Gud viti um eg nakrantíð verði liðugur?”
Tú vart 61 ár tá og eg 51.
Myndin rennur fram fyri meg í dag, nú Merkið aftur er vundið í húnar hátt á hvørjari flaggstong í landinum. Tey siga fyri mær, at tað er tí, at bretar viðurkendi Merkið sum okkara flagg henda dagin, trý ár áðrenn, tú vart føddur.
Og um henda dagin skrivar tú einastaðni í bókini, eg í dag havi fingið: “Eitt undantak frá øllum hesum var tó góðkenning breta av føroyska flagginum til nýtslu á sjónum. Hetta kom amtmanninum illa við. Fáar dagar fyri 25. apríl 1940 hevði Hilbert tosað við Mason, at sum meginreglu vildi hann halda fast um, at føroyingar framhaldandi skuldu sigla undir Dannebrog. Tó vildi hann ganga við til, at eitt serligt frámerki varð sett á danska flaggið – “når blot det færøske flag bliver undgået”. Hilbert greiddi Mason frá gongdini í flaggstríðnum, sum verið hevði fyri 1940, og frá formligu støðu donsku stjórnarinnar, sum var tann, at ríkisflaggið skuldi galda fyri alt ríkið. Eisini vildi amtmaðurin góðtaka, at føroysk skip sigldu undir bretskum flaggi – eins og donsk skip, sum Ongland hevði lagt hald á undir krígnum. Hilbert skilti samrøðuna við Mason sum eitt óalment lyfti um, at bretar ikki fóru at viðurkenna føroyska flaggið. Amtmanninum kom tí dátt við, tá ið bretar 25. apríl 1940 góðkendu føroyska flaggið til skipasigling.”
Nú er flaggdagur aftur. Nú er bókin komin. Men tú, tú ert horvin.
Men, góði Jákup, eg skal siga tær, at eg haldi, at eg veit, hví summi fløgg veittra meira í dag enn onnur. Niðri á Bryggjubakka í hølum Føroya Fiskimannafelags, har er boðið til hátíðarløtu, har hava menn flutt um upp á stólar og borð, har er borðreitt og fyrireikað til tað stóra tiltakið. Har ganga Tobbi og Høgni og Jonhard og nógv, nógv onnur og fesja runt og skulu hava alt til reiðar til ta stóru løtuna. Menn hava fyrireikað røður og framløgur og søgur. Orsøkin er, at ramman um tína Diamanttíð er um at verða liðug sett saman. Handritið, tú arbeiddi við tey fimm, seks árini frá 2004-2009 inni í klivanum á Kongaliga Bókasavninum í Keypmannahavn, søgan um loysingarpolitikkin í 1940-árunum, er nú konverterað til eitt fyrsta bind av politisku søguni hjá teimum, sum vildu frælsar Føroyar.
Hevði tú vitað! Hevði tú sæð skránna! Hevði tú sæð verkið!
Fremst í bókini skriva útgevararnir, at: “Umráðandi var fyri høvundin og okkum, at hin fyrri hevði treytaleyst frælsi til at skriva søguna úr einum søgufrøðiligum sjónarhorni uttan partapolitiska og okkara íblanding yvirhøvur.” Eg veit, at hetta var tær ein dýrmætur setningur. At tú fekst frælsi til at skriva tað, tú helt vera best og rættast til tess at lýsa málið út í æsir.
Eg minnist, hvussu ofta og nógv tú tosaði um hesa uppgávuna. Hvussu álvarsamt tú helt tað vera at sleppa at siga hesa søguna.Tú vart ikki tjóðveldismaður, tú vart ikki sambandsmaður, tú vart ikki fólkafloksmaður og tú vart ikki javnaðarmaður. Tað var einki av hesum, sum gjørdi, at tú vart betri ella verri fyri at skriva hetta verkið. Tú vart søgufrøðingur, segði tú altíð, og eg hoyrdi teg altíð siga hetta við stóra S. Tú vildi greiða úr hondum eitt álítandi søguligt verk, eitt verk, sum øll kundu líta á, har útsagnirnar vóru tær røttu, og har alt kundi skjalfestast, soleiðis at eftirtíðin, tey ungu, skuldu kenna teirra egnu søgu.
- Tú visti ikki, um tú fórt at klára tað, segði tú.
- Men, segði eg, tú hevði roynt hetta áður og haraftrat við einum úrsliti til ug, so hví ikki royna aftur. Tað var ikki altavgerandi hjá tær, um tað var søgan um loysing, ella tað var søgan um samband ella um javnaðin. Tað var søgan, sum hevði alt at siga. Og hana dugdi tú meistarliga at siga.
Tað er ikki heilt av leið, at hetta verk títt ger útsøgnina hjá teimum til skammar, sum siga, at okkum vanta skúla- og lærubøkur til okkara ungdóm. Eg eri bangin fyri, at summi teirra, ið siga slíkt, kenna ikki okkara bókmentir í nóg stóran mun, men lat tað liggja hesa ferð.
Góði Jákup! Eg ynski tær hjartaliga til lukku við avrikinum og hevði ynskt, at tú vart ein fluga á vegginum á Bryggjubakka í dag.

Martin Næs
Jákup Thorsteinsson (1943-2009): Loysingarpolitikkur í
1940-árunum. Við serligum atliti at virki Erlends Paturssonar.
Fólkatingsgrunnurin 2014.
Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Mykines
Rúni Brattaberg gevur tvær bøkur út um Mykines, samstundis sum hann fyllir operahús í Japan við sínum sangi
Bókaprát
Yrkingasavn nr. 51 eftir Tórodd Poulsen
Hon er ljós og løtt at síggja til - nýggja bókarútgávan hjá Tóroddi Poulsen, ið bókmentaliga og listaliga má metast sum ein sannur…
Bókaprát
Debutanturin hesa ferð
Nýtt yrkingasavn, sum Snæbjørn í Dali hevur skrivað.
Bókaprát
Illgruni
Spenningssøga eftir viðgitna sveisiska høvundin FRIEDRICH DÜRRENMATT. Annfinnur Zachariasen týddi.
Bókaprát
Í eygnahædd
Mentanarnáttina legði Kinna Poulsen fram sítt heildarverk um føroyska samtíðar myndlist.
Reinsaríið var fult, tónleikurin góður,…
Bókaprát
Orð og tónar á mentanarnáttini
Í fleiri ár hevur Sprotin skipað fyri bókmentaligum kvøldum á Reinsarínum. Og hetta væleydnaða tiltakið endurtaka vit á mentanarná…
Bókaprát
Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen
Í EYGNAHÆDD snýr seg um listina í Føroyum í okkara tíð, tað merkir list, sum er framleidd og sýnd fram frá 2020, men samtíðarlista…
Bókaprát
Nýggj bók ætlað ferðafólki - 'Faroese Days' eftir Stan Abbott
Stan Abbott byrjaði at arbeiða fyri Atlantic Airways í 2002 seinni eisini fyri Visit Faroe Islands og Vága floghavn. Hann var nógv…
28.05.2025
Skunda tær at elska
22.05.2025
Málningurin av Dorian Gray
13.05.2025
Knívin í eldin
06.05.2025
Zakarias Wang
04.05.2025
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
26.04.2025
Bjargað á opnum havi
23.04.2025
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
13.04.2025
Fylg sjóvarfallinum
31.03.2025
Alex Schulman - Skunda tær at elska
07.03.2025
Vegghamar - út í bókling
28.02.2025
Til lukku, Heðin!
27.02.2025
Havbókin
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar
03.12.2024
Sigmundur og gullringurin í írskum útvarpi
27.11.2024
“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini
26.11.2024
Dropar/ Droplets
24.11.2024
Sigmundur og gullringurin
20.11.2024
Kommunur í eini broytingartíð
19.11.2024
Vilji er lekjandi máttur
14.11.2024
Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar
13.11.2024
BÓKADAGAR 2024
13.11.2024
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala
03.11.2024
Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók
01.11.2024
Yvir um ferð
31.10.2024
Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív
29.10.2024
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi
28.10.2024
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19
24.10.2024
EDEN
30.09.2024
Brenn øll míni brøv
25.09.2024
Lesikrókurin fær nýggjan vert
23.09.2024
Søgur úr Latínamerika
20.09.2024
Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum
03.09.2024
Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd
02.09.2024
Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi
15.08.2024
Brenn øll míni brøv
13.08.2024
Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini
03.07.2024
Ljóðbøkur og summar
17.06.2024
Maria Stuart