Alexandur
23. apríl í ár fylti Alexandur Kristiansen 60 ár. Í hesum sambandi var hátíðarhald í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Rithøvundafelagið hevur heitt á meg um at bera Alexanduri eina heilsan og tøkk á hesum serliga degi. Hann er ein av virknastu limunum, felagið eigur, ein tann
virknasti rithøvundurin yvirhøvur í okkara bókmentasøgu. Hugdi inn á heimasíðina hjá Landsbókasavninum, og har vóru 198 verkheiti skrásett undir hansara navni.
So hesa heilsan hevur hann søtliga uppiborið.
Alexandur: Skrivað við X, hesum vakra alheimsstavinum, sum stendur fyri krossi og krossvegi, og við føroysku endingini -ur fyri tað griska Alexandros, andros: maður, alex: verji: Mannverjin. Her er heimur og heima í sama navni. Eitt kravmikið og søguligt navn. Úr fornøldini kenna vit Aleksandur Mikla, sum bara 20 ára gamal gjørdist kongur í Makedonia og legði øll eysturlond undir seg, til hann 13 ár seinni doyði í Bábylon, ið, sum vit vita, liggur so langt frá fjallafonn, men siglir tú leingi og stýrir væl, skrivaði Hans Andrias Djurhuus, tá kann alt bera til.
Okkara Aleksandur hevur siglt leingi nú. Tey fyrstu árini til sjós við Gulakletti og Søkjanum og Mazeppu, seinni í einum víðum hugaheimi við sínum skaldskapi. Men hann hevur verið øðrvísi heimkærur enn hin Aleksandur, og er ikki farin so langt frá kavafonnini, sum kanska lá uppi á Gjógvaráhamri. Men sítt Bábylon hevur hann funnið, sín heimstað við landsins vakrasta staðanavni: Fuglafjørður.
Eg minnist fyrsti ferð hann gjørdi mær mun. Ein danskur yrkjari og týðari, Poul P. M. Pedersen, gav út eitt savn við føroyskum yrkingum. Hetta hevur verið í 1971 ella 72, fyrstur í savninum var Janus Djurhuus og seinastur var Alexandur Kristiansen. Har er ein yrking hjá honum um London á nátt við Lord Nelson ovast á síni súlu á Trafalgar Square, skoðandi út í heimin við bleikum mána sum einum heilagum kransi um høvdið.
At sleppa burtur, áðrenn heimlongsilin ger av við teg, soleiðis las eg yrkingina, og hon rakti meg, tí eg sjálvur hevði verið leingi burturi í verðini og ikki visti, hvønn veg eg skuldi fara.
Eg kom heim kortini og fekk við húsabygging at gera. Og tá lá savnið Assa fyri mær, skrivað, tá ið hesin Assa var 19 ella 20 ára gamal. Har er ein yrking, sum eitur "Húsini og tey sum búgva har" Eitt brotið ljóðar soleiðis:
Nøkur eru úr betong við reyðum vindeygum
og tey sum búgva í teimum siga
at tann reyði liturin
hóskar so væl til teir grønu skorsteinarnar.
Tey siga, at húsini kundu ikki verið hvítari….
Eg hugsi, at eisini onnur enn húsabyggjarar og arkitektar, sovorðnir sum eg sjálvur og Niels Midjord, sóu glóðirnar í hansara orðum, og longu í 1977 fekk hann M.A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir; aftan á Jens Paula Heinesen tann yngsti av føroyskum rithøvundum, sum hava fingið hesa viðurkenning.
Og hann hevur ikki verið kargur við sínum gávum. Hann er fyrst og seinast lýriskt skald, og síðani hann gav sítt fyrsta savn Nón út í 1968 eru 15 ella 16 søvn komin við egnum yrkingum. At hann umsíðir, í 2001, fekk trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, var fyri neyðini og gjørdi tað, at hann fekk arbeiðsfrið, eitt sum rithøvundar og listafólk sakna og leingjast eftir meira enn nakað annað. At hann lønaði landinum ríkiliga afturfyri, sæst av tí, at hesi árini komu eini 10 ella 12 ymisk verk úr hansara hondum.
Yvirhøvur hevur hann verið ómetaliga, og í føroyskum høpi næstan ófatiliga virkin sum skald og týðari. Umframt síni egnu søvn hevur hann givið út stór søvn við týddum yrkingum, har hann gevur meginskøldum úr heimsskaldskapinum okkara egnu rødd. Í hesum týðingum kemur hansara stóri musikalitetur fram, og lag, stev og rím tykist alt at vera leikandi lætt hjá honum, sjálvt um øll, ið hava fingist nakað við at týða, vita hvussu ómetaliga nógv arbeiði býr undir. Hann loyvir sær enntá at skemta við teimum stóru skaldunum og letur Schiller fara í fillir og rímar Goethe upp á kjøtið. Haiku-týðingarnar, kærleiksyrkingarnar, ikki um at tala allar sonettirnar, teirra millum tær 11 erotisku sonettirnar, einastaðni við rími, sum sigur nakað soleiðis:
Sum konan segði tá hon gjørdi knettir:
"Eg elski tínar saftigu sonettir!"
Tað musiska og musikalska hjá hesum unga skaldinum, sum knappliga fyllir so merkiliga nógv ár, kann ikki umtalast uttan at nevna hansara barnasangir. Í 25 ár var eg býararkitektur í Havn, og tey seinastu fimm kreppuárini eisini trivnaðarstjóri í býnum. Hevði tá umsitingarliga ábyrgd av skúlum, barnagørðum og dagstovnum, og sjáldan mundi eg koma út á nakran stovn ella í nakran skúla uttan at hoyra tey syngja onkrastaðni í stovunum ein sang, sum var komin hiðani úr bygdini, úr tínari arbeiðsstovu og tínum hondum.
Og har var sungið hart, tí orðini lógu so væl og vóru so góð at minnast. Ikki minst hetta eigur tú stóra tøkk fyri. Her var ljós í øllum myrkrinum.
Lærarin hjá Aleksanduri Mikla var hin lærdi grikski heimspekingurin Aristoteles. Tað sigst at vera hesin lærarin, sum legði í hann eina stremban eftir at breiða út yvir londini grikskan lærdóm og mentan, og tað var Aleksandur, sum grundaði tann víða gitna býin Aleksandria í Egyptalandi, býin við tí tiltikna bókasavninum, har allar heimsins lærdómsbøkur og bókmentir vórðu savnaðar, 600.000 bind. Tað varð sagt um henda Aleksandur, at hann ikki sum aðrir kongar og stórmenn goymdi sítt ríkidømi burtur í væl vardum kjallarum og dýrgripagoymslum, men legði sær eina við at breiða tað út til nyttu fyri onnur. Tað sama kann sigast um okkara Aleksandur.
Tú ert lærari og tínir lærarar her í bygdini hava verið nógvir og góðir. Hevði sjálvur ta gleði at kenna Herluf Bertelsen, og tað er gott at vera her í kvøld í hesum húsinum, sum er úrslitið av tí ríka listaliga og mentanarliga umhvørvinum í bygdini. Eg var her eisini, tá ið vinurin, tann fjølmentaði Frits Johannesen, fylti sama runda tal fyri nøkrum árum síðani. Og tað eru fáir mánaðir síðani, at eg stóð beint her omanfyri í tí vakra og hugnaliga bókasavninum og skuldi siga nakað um mína egnu skriving. Meðan eg hoyrdi Petur
Martin Petersen bjóða vælkomin og sá allar bøkurnar fyri eygunum, teirra millum allar hjá okkara føðingardagsskaldi, tá x-aðu eyguni, tey krossaðust, og tað vildi øra fyri mær.
Eg helt meg fyri vist hoyra røddina á Aristoteles, og tá visti eg, at eg var komin til Alexandria.

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Ymist
Zakarias Wang
Zakarias Wang gav út tvær stórar orðabøkur, áðrenn Orðabøkur Sprotans komu í eyga
Bókaprát
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
"Vit eru fimm" er ein familjusøga, ein søga um gerandisdagin og um kynsmynstur í okkara tíð. Tað er eisini ein søga um kynsmegina…
Bókaprát
Bjargað á opnum havi
Tá ið Saigon fall í apríl 1975, rýmdi eitt vjetnamskt strandfarmaskip frá kommunistunum við 3.628 fólkum umborð. Tríggjar dagar s…
Bókaprát
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
Hvussu barst tað á, at eg fór at skriva Fylg sjóvarfallinum?
Bókaprát
Fylg sjóvarfallinum
Henda verður á marknaðinum tann 15. apríl. Framløga týsdagin 22. apríl kl. 17 á bókasavninum við Løkin.
Bókaprát
Alex Schulman - Skunda tær at elska
Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fram "Skunda tær at elska", sum…
Bókaprát
Vegghamar - út í bókling
Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnará, sum hevði stóra framsýning av verkum eftir Vegghamar fyrr í mánað…
Bókaprát
Til lukku, Heðin!
Heðin M. Klein er 75 ár í dag
27.02.2025
Havbókin
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar
03.12.2024
Sigmundur og gullringurin í írskum útvarpi
27.11.2024
“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini
26.11.2024
Dropar/ Droplets
24.11.2024
Sigmundur og gullringurin
20.11.2024
Kommunur í eini broytingartíð
19.11.2024
Vilji er lekjandi máttur
14.11.2024
Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar
13.11.2024
BÓKADAGAR 2024
13.11.2024
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala
03.11.2024
Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók
01.11.2024
Yvir um ferð
31.10.2024
Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív
29.10.2024
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi
28.10.2024
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19
24.10.2024
EDEN
30.09.2024
Brenn øll míni brøv
25.09.2024
Lesikrókurin fær nýggjan vert
23.09.2024
Søgur úr Latínamerika
20.09.2024
Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum
03.09.2024
Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd
02.09.2024
Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi
15.08.2024
Brenn øll míni brøv
13.08.2024
Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini
03.07.2024
Ljóðbøkur og summar
17.06.2024
Maria Stuart
10.06.2024
Tær góvu lív
05.06.2024
Tær góvu lív - ÚTSETT
03.06.2024
Í Íslandi – Á Íslandi
24.05.2024
Hvaðan kom kvinnan
15.05.2024
Stórverk í tveimum bindum um føroyska táttayrking
07.05.2024
Hvaðan kom kvinnan
06.05.2024
Hvaðan kom kvinnan - samrøða
02.05.2024
RÓTGRÓNAR YRKINGAR
25.04.2024
Reyðhærda kvinnan
24.04.2024
Bókin um Rituvík
16.04.2024
Tá ið eg fór at týða: Íspinnurin og skrúviblýanturin