Frægi listamaður

- heilsan til Amariel Norðoy á sekstifimm ára degnum.

10.10.2010
Frits Johannesen
Røður
Frægi listamaður
í bóltandi postbáti í inn- og útsúgi,
har mastrartoppur, toppljós og siglingarljós
lita løriftið í skyggjandi, tárakendum, dryppandi, dropalitum.

Aldan leggur inn um stokk og æsing -
skakast í borðum og bitum
av tínum litríku penslastrokum.

Firðir og sund standa í rokum
av dimmbláum, svørtum,
vesandi húsaskýggja.

Skákstrikur koma undan tangum og nesum -
lissa seglini upp
á sluppum, skonnartum, motorum
í løttum strokum -
í kyldum um silvitnis vág
og gráum, hvítmylju vatni.

Penslabørn tíni hava nú latið
teg í í seksti fimm ár - í morreytt kot,
litríkar troyggjur, hosur og stúkur.
Væl hava penslarnir dugað
at fjálga um tín bul, arm og legg,
men einki er sum ein
útróðrarbátur við sótsvørtum ljóðringum,
glintandi við lending,
gnellandi um strong og íðu
í boðabrotum
undan eyst- og vestfalsbroddi.
Har er tín motorbátaheimur -
tín dagur og staður -
títt listaliga bylgjubrot!
Frægi listamaður.
10.10.2010
Frits Johannesen
Røður

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?