1946 - Ummæli av bók eftir Zacharias Wang
”Latið ei søguna doyggja,
goymið hana so væl,
í dreingja sinni og moyggja
hon mikið útrætta skal.”
Yrkti Rasmus Effersøe, og tað hevur verið sungið av hjartans hug, men tá var hugsað um ta fornu søguna, sum øll kundu taka undir við uttan nakað smáligt kjak.
Verri er við søguni í tjúgundu øld, og tá serliga søguna við teimum stóru stríðsspurningunum, men hon skal eisini sigast, bæði sigrarnar, sum skaptu okkara
tíð, og mótstøðan, teir fingu, sum vit nú hava ilt við at skilja.
Nú hevur forlagið hjá Zakarias Wang, Stiðin, útgivið eina stóra bók yvir átta hundrað síður (vigar trettan hundrað gram) við tekstum frá 1946, og heitið er sjálvandi: "Fólkaatkvøðan 14. september 1946".
Zakarias hevur ikki bara funnið viðkomandi greinir frá teimum føroysku bløðunum, men eisini teimum donsku, og hann hevur umframt at trola í øllum teimum stóru bløðunum, sanniliga lisið nøkur og tjúgu bløð frá amtshøvuðstøðunum. Afturat øllum hesum koma tey skjøl, sum nú er loyvt at lesa, tí tíðarfeistin er runnin.
Í onkrum blað var Zakarias heldur harðliga viðfarin. Í staðin fyri at skrivað var um sjálva bókina, var skotið eftir boðberanum, tí Zakarias hevur einki skrivað sjálvur, men gjørt eitt risastórt arbeiði, sum fer at liggja eftir hann, tí hann hevur fingið savnað alt hetta tilfarið um Fólkaatkvøðuna og tað, sum skrivað var undan henni.
So nú kann ein og hvør sjálvur gera sær sínar egnu metingar og niðurstøður.
Tað kann tykjast kanska møtimikið at seta sjøtul á at lesa, men ert tú fyrst byrjaður, verður tú hugtiikin av lesnaðinum. Hetta er eitt sera tíðandi tíðarskeið í okkara søgu, sum tú fær góðan og neyvan kunnleika um.
Nógv hendir í hesum stutta tíðarskeiðnum, mars. - nov. 1946, eisini óvæntaðar hendingar, sum fær spenning í lesingina.
T.d. er kríggið liðugt, og nógv ungt fólk við góðum lærdómi av ymsum slag eru vend heim aftur og fara at gera vart við seg, eisini tey sum eru eftir í Keypmannahavn, skriva sína meining í Búgvanum, og flest øll eru tey loysingarfólk.
Erlendur Patursson og Hanus við Høgadalsá halda fundir ymsastaðni í landinum, onkunstaðni stendur at hildnir eru 50 fundir.
Sjálvandi verður eisini skrivað dúgliga í bløðunum sum frá líður mest í "Tímanum". Eisini verður ein stjórnarætlan send í hvørt hús við tølum fyri einum frælsum Føroyum.
Erlendur Patursson hevði skrivað tveir bóklingar: "Føroysk Búreising" og "Føroysk Stjórnarmál".
Hesir báðir bóklingarnar góvu mongum upplýsandi tøl og fast undir fótum.
Umhugsanarvert er at síggja, at báði Erlendur og Hanus frá fyrsta degi verða lagdir undir at vera kommunistar og annað mangt úr somu skuffu.
Hetta er sjálvur blaðstjórin, Georg Lindenskov Samuelsen (sonur Andras Samuelsen), sum leggur fyri, og tá ið hann heldur honum tørvar hjálparar, fær hann sær "Óla Onghamar" "pol", "Útisiglari" o.s.fr. Hesir skriva allir á føroyskum, meðan blaðstjórin sjálvur skrivar á donskum. Eitt annað er, sum verður blaðstjórans eyðkenni, á føroyskum loyvir hann sær at ríða so lágt og niðarliga sum hann kann, á donskum er hann bara konservativur á linju við teir svartastu í Danmark.
Soleiðis eru fleiri dømi, sum kasta ljós á alla eftirkrígstíðina.
Bara at tosa um prosentir, hvussu fá av veljarafjøldini, sum valdu loysing t.d. er burturvið, og má skiljast sum ein roynd at fjala allar hinar sannleikarnar, ið kunnu lesast í bókini.
Men faktum er, at longu í 1930 mælti Stauning til fólkaatkvøðu, veljast skuldi ímillum loysing ella amt, tað sum var. Hann var stuðlaður av Sambandinum í hesum, serliga Andr. Samuelsen, og sambandsfólki í Javnaðarflokkinum. Skilligt er, at longu her var hetta meint sum, at nú skuldu føroyingar fáa knívin á strúpan. Hetta tosið um sjálvstýri við egnum flaggi, og at føroyskt skuldi inn um kirkju og skúlans gátt skuldi loysast einaferð med alla. Føroyingar skuldu nú sleppa at velja seg burtur frá øllum sjálvstýrismøsni.
Havast má í huga at sjálvstýrisflokkurin ikki hevði loysing á skránni, men hevði nóg mikið við at liggja á kósini, sum Jóannes Bóndi hevði sett í 1903 við bókini "Færøsk Politik".
Men í 1928 gav Sverri Patursson, fimm ára yngri bróður Jóannes, bóklingin "Móti Loysing" út, og saman við Andr. Ziska hevur hann og onnur eitt lítið felag við navninum, "Fríu Føroyar". Felagið útgevur viðhvørt eitt lítið blað við sama navni. Sum vitiligt er, gera teir meiri vart við seg hesa tíðina. Í einum opnum brævi til "Danmarks Regering" byrja teir við orðunum: "Føroya sjálvstýris - Socialistar" er en politisk Forening, som i en årerække har virket for Færøernes selvstændighed." Aftaná kríggið var flest øllum greitt, at "okkurt" mátti henda, men sambandsflokkurin og sambandskreftirnar í Føroyum vildu ongar broytingar hava í ríkisrættarstøðuni, tað, sum teir gingu við til, var av neyð. Ofta verður gloymt, at danir høvdu sínar avgjørdu ætlanir, hóast hesar ætlanir eru altavgerandi, tá ið tað kemur til skarpskeringar og ikki minst, at teir fingu afturhaldsflokkarnar at arbeiða fyri seg í Føroyum.
Her stendur hin danski Javnaðarflokkurin einki aftan fyri svart danskt afturhald.
Onkuntíð hevur verið fýlts á, at Andr. Samuelsen ikki er umrøddur nóg nógv, men tað er nú so, at hansara "linja", tað hann stóð fyri, ikki hevði framtíðina í sínum fangi.
Men í hesi bókini verða prentað brøv frá Andrasi, sum byrja við: "Kære Hr. Statsminister!" (Knud Kristensen ), tó best er, at fólk sjálv lesa tað t.d. á síðu 34 í bókini. Lívið livir sít lív. Ymsar hendingar henda, tá ið teirra tími er komin, men at Jóannes Patursson 6. mai verður áttati ár, kunnu fólk vita frammanundan, kortini kennist tað á allari skrivingini til hann, at fólk kenna á sær, at hetta stórmenni ikki verður verðandi hjá teimum, tó heldur hann røðu á ólavsøkuni, og skrivar fleiri blaðgreinar fyri loysing, sum nakar unglingi, men 2. aug andast hann brádliga, best sum øll hava meir enn nóg mikið at gera og hugsa um fólkaatkvøðuna 14. sep.
Tað er ilt at siga um hansara deyði ger nakran mun á Fólkaatkvøðuni, men nógvar minnisgreinir verða skrivaðar, og eru tær allar samdar í, at hann var eitt stórmenni. Varnaðist tó ikki nakra grein eftir Andr. Samuelsen í bókini.
Nógvar bæði fittar og sigandi søgur finnur tú í bókini, meðan tú lesur. Tær verða verandi hjá tær. Ein av teimum hevur Gustav á Sundi Reinert skrivað. Eg minnist væl henda dámliga mannin koma inn á Sandvík við sínum deksbáti. Hann dyrgdi í fjørðinum eftir seiði til at hava upp á kalvalínuna. Hann fekk nógvan kalva á Vikini norðan fyri Sandvík. Tað var hesin sami Gustav, sum Erlendur róði út við eitt summar, aftaná at sambandskreftirnar høvdu fingið hann riknan úr einum av landsins embætum. Erlendur tók ofta til henda sama Gustav. Brævið hjá Gustav stendur á síðu 473. Her minnir hann P. M. Dam á, tá ið teir, um fermingaaldur, fara úr Skopun í lítlum tristi aftan á hinum størri bátunum í grind vestur í Vágar,og komu teir eins væl fram og teir stóru bátarnar, tí sum hann sigur eina aðrastaðni: VIT HAVA ÁLIT Á OKKUM SJÁLVUM.
Meiriluti var fyri loysing. Hetta burturforklárast ikki. Tá ið úrslitið frættist, verða tey ovurglað, sum vildu hava loysing, meðan mótparturin syrgdi. Knud Kristensen góðtók valið, eisini P.M.Dam ger seg til at aksla av nýggjum, og sera lítið er um Andr. Samuelsen, tí hann hevur ligið tætt undir skjurtivelinum á forsætisráðharranum. Amtmaðurin Carl Åge Hilbert, góði vinur Andrasar, sigur bart út, at hetta úrslitið hevði hann ikki droymt um.
Men embætismenninir í forsætisráðnum arbeiða av kraft , ikki at gloyma varaamtmannin A.C. Vagn - Hansen og Sambandsfólkið í teimum báðum sambandsflokkunum.
Fyri ein hvønn prís vilja danir hava Føroyar.
Men hvussu ofta hevur tú ikki hoyrt, at danir skjótt troyttast av Føroyum, sum bara kosta teimum pengar og vilja sleppa sær av við tær. Sá um degini eldri javnaðarmann av Sandoynni enn halda hesa hugsan verða borðbara.
Av teimum nøkrum og tjúgu amtsbløðunum er bara eitt, sum "roynir" at skilja sjálvstøðufólkini, tað er hitt radikala Skive Folkeblad.
At Zakarias hevur tikið so nógv við frá øllum amtsbløðunum ger at nakað av tilfarinum gongur aftur, men til ber at skúma burturav, hetta vísir eisini, hvussu nógv danir hava gjørt burtur úr hesum máli og sanniliga eisini, hvussu samdir teir vóru í "Færøsagen".
Sjálvstøðufólkini trúðu eisini, at danir vildu samráðast, men tað gjørdu teir als ikki. Teir høvdu ráð og góða tíð at bíða. Føroyingarnir skuldu antin loypa framav ella fara í bróðurbardaga.
Høvdu fullveldispolitikarnir lisið hesa bók, var kanska frægari komið burturúr, enn tað kom, men sum Høgni segði, vóru tey fýra árini góðtikin, høvdu teir funnið upp á okkurt annað.
Christian 10. segði í eini summarfrítíð í Skagen, tá ið hann spurdi um, hvør skuldi hava ein nýggjan snotuligan snurriváðsbát (tríati tonsara) og fekk svarið, at tað skuldu føroyingar: "Det er synd, at den skal op til de svin."
Tað eru knappir 14 dagar, síðan eg av álvara fór at lesa í bókini. Hevði hugt leysliga í hana so av og á, men hon skal lesast úr enda í annan, tá verður hon eisini spennandi. Frálíkt at hava at fara til, tá ið einki áhugavert er í sjónvarpinum, og tað hendi seg meir enn so, at tú tók bókina framum at gløa í kassan.
Hvat tú velur fjórða hvørt ár, og hvat tín familja hevur valt er eitt feitt. Plagdi altíð í hesum førunum at siga, at vit øll eiga tvær ommur og tveir abbar, og sjáldan mundu øll fýra vera í sama parti, men vit skylda øll okkum sjálvum og hvørjum øðrum, at kenna okkara egnu samtíð og nærmastu fortíð.

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Mykines
Rúni Brattaberg gevur tvær bøkur út um Mykines, samstundis sum hann fyllir operahús í Japan við sínum sangi
Bókaprát
Yrkingasavn nr. 51 eftir Tórodd Poulsen
Hon er ljós og løtt at síggja til - nýggja bókarútgávan hjá Tóroddi Poulsen, ið bókmentaliga og listaliga má metast sum ein sannur…
Bókaprát
Debutanturin hesa ferð
Nýtt yrkingasavn, sum Snæbjørn í Dali hevur skrivað.
Bókaprát
Illgruni
Spenningssøga eftir viðgitna sveisiska høvundin FRIEDRICH DÜRRENMATT. Annfinnur Zachariasen týddi.
Bókaprát
Í eygnahædd
Mentanarnáttina legði Kinna Poulsen fram sítt heildarverk um føroyska samtíðar myndlist.
Reinsaríið var fult, tónleikurin góður,…
Bókaprát
Orð og tónar á mentanarnáttini
Í fleiri ár hevur Sprotin skipað fyri bókmentaligum kvøldum á Reinsarínum. Og hetta væleydnaða tiltakið endurtaka vit á mentanarná…
Bókaprát
Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen
Í EYGNAHÆDD snýr seg um listina í Føroyum í okkara tíð, tað merkir list, sum er framleidd og sýnd fram frá 2020, men samtíðarlista…
Bókaprát
Nýggj bók ætlað ferðafólki - 'Faroese Days' eftir Stan Abbott
Stan Abbott byrjaði at arbeiða fyri Atlantic Airways í 2002 seinni eisini fyri Visit Faroe Islands og Vága floghavn. Hann var nógv…
28.05.2025
Skunda tær at elska
22.05.2025
Málningurin av Dorian Gray
13.05.2025
Knívin í eldin
06.05.2025
Zakarias Wang
04.05.2025
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
26.04.2025
Bjargað á opnum havi
23.04.2025
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
13.04.2025
Fylg sjóvarfallinum
31.03.2025
Alex Schulman - Skunda tær at elska
07.03.2025
Vegghamar - út í bókling
28.02.2025
Til lukku, Heðin!
27.02.2025
Havbókin
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar
03.12.2024
Sigmundur og gullringurin í írskum útvarpi
27.11.2024
“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini
26.11.2024
Dropar/ Droplets
24.11.2024
Sigmundur og gullringurin
20.11.2024
Kommunur í eini broytingartíð
19.11.2024
Vilji er lekjandi máttur
14.11.2024
Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar
13.11.2024
BÓKADAGAR 2024
13.11.2024
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala
03.11.2024
Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók
01.11.2024
Yvir um ferð
31.10.2024
Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív
29.10.2024
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi
28.10.2024
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19
24.10.2024
EDEN
30.09.2024
Brenn øll míni brøv
25.09.2024
Lesikrókurin fær nýggjan vert
23.09.2024
Søgur úr Latínamerika
20.09.2024
Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum
03.09.2024
Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd
02.09.2024
Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi
15.08.2024
Brenn øll míni brøv
13.08.2024
Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini
03.07.2024
Ljóðbøkur og summar
17.06.2024
Maria Stuart