Deyðans stuðul

… ”Sjálvbjargin far yvir land, yvir hav,
maður skal smíðja sær eydnuna góða
við teimum evnum, sum skaparin gav.”

19.12.2010
Steinbjørn B. Jacobsen
Bókaprát
Soleiðis yrkti Rasmus, og fólksungu sangin, meðan tey brettu sær á. Stuðul boðaði ikki frá góðum og var bara móttikin av honum, sum var fallkomin.

Ofta hevur verið tikið upp eftir hinum romverska søgumanninum, Plinius (23 - 79) "Ex Africa semper aliquid novi" - altíð kemur okkurt nýtt frá Afriku. Hann mundi hugsa um, at karavanurnar altíð høvdu okkurt forvitnisligt heim við sær frá hesum stóra ókenda meginlandinum. Men nú í langa tíð hava vit bert frætt um neyð og elendigheit, um hungur og hall, morð og neyðtøkur.

Tíbetur ger Zakarias Wang annað enn at kjakast við sambandsmenn, sum eru farnir í baklás, hann hevur aftur gjørt okkum bilsnar við einari bók, sum rættiliga ger hol í sjógvin. Her er ikki bara nýtt frá Afriku, og tað sum er nýtt fyri afrikufólk, men sanniliga eisini nakað til øll, ikki minst allar føroyingar, at hugsa um.

DEYÐANS STUÐUL, sum Zakarias sjálvur hevur týtt og forlagið hjá honum, Stiðin, givið út, er útkomin í USA og Stórabretlandi í 2009. Síðan tá er bókin longu komin á hálendskum, fronskum, italskum, sponskum, portugisiskum, japanskum, koreanskum, kinverskum, kekkiskum, polskum og nú á føroyskum, sum tað einasta norðurlanda málið. Vert er eisini at nevna, at bókin kom á metsølulistan hjá New York Times.

Best er at gera týðiliga vart við alt fyri eitt, at hon ávarar móti at blanda neyðhjálp (t.d. til nátúruvannlukkur) og menningarhjálp saman, sum eru grundleggjandi ymisk fyribrigdir.

Rithøvundurin er hin unga Dambisa Moyo f. 1970 í Luksaka, Sambia í Afriku (Fyrr var landið enskt hjáland og æt Norður Rodesia). Foreldrini vóru bæði fødd í Sambiu, men høvdu gingið á lærdum háskúla. Tey tosaðu enskt, tí móðirin skilti ikki málið, sum ættarbólkurin hjá pápanum tosaði.

Moyo sjálv hevur góða útbúgving í hagfrøði frá lærdum háskúlum báði í Bretlandi og USA, harav fýra ár í Oxford til at gerast doktari í fíggjarfrøði, harumframt hevur hon ráðgivið stórum fyritøkum í USA.

Bókin er væl skrivað og eisini væl týdd, og tí lesur tú hana, eg mundi sagt sum eina krimibók, samanberingin er niðurgerandi móti bókini, tí hon er ikki bara spennandi, sum ein góð krimi, tær eru nú sjáldsamar, men sera gevandi og lærurík.

Upp og niðurløga í bókini er, at allur stuðul er av tí ónda, hetta er ein reyður tráður í bókini, men afturat hesum tráði , heftir hon upplýsingar um ikki bara Afriku, men eisini onnur lond, ikki minst Kina og samband tess við Afriku, sum mennist við risa fetum og sjálvandi teir asiatisku tikarnar, ið hon tekur fram sum fyrimynd og samanber við Afriku. Eisini Suðurameriku verður ljós kastað á, serliga tey lond, sum hon kann siga frá eru í bráðum vøkstri.

Eg minnist, tá ið sagt varð, at alt tað ringa kom frá Evropa til Afriku, og øll hvít fólk skuldu eins og var tað arvasyndin minnast til tað ringa tey høvdu gjørt í Afriku. Men tað nevnur hon so gott sum ikki, hon bara tosar um allar ólukkurnar sum stuðulin úr Evropu elvir til. Hesin stuðul erbeint út sagt oyðileggjandi, ja, jarðleggur alt og mutrar øll.

Við tølum og søgum prógvar hon, hvussu stuðulin avskeplar alt bæði sosialt og menningarliga. Hesin stuðul heldur eirindaleysum einaráðsharrum við stýri, stuðlaðir av nøkrum fáum, ið liva í yvirflóð, meðan fjøldin livir í neyð og liggur í armóð. Mint verður á, at endamálið við stuðlinum kann vera so gott tað vera vil, men verður sum oftast brúktur til alt annað, enn tað hann var ætlaður til.

Hóast stuðulin er øktur ár undan ári er vøksturin í Afriku minkaður og armóðin økt. Hon ger vart við, at hesin stuðulin úr Evropu til Afriku tey seinastu 30 árini til samans er ein billión US- dálar (dollar), og lítið bendir á, at henda upphæddin hevur gjørt gagn.

Tú hvøkkur við, tá ið tú lesur, at so mætar rokkstjørnur sum Bono og Bob Geldof, sum tú helt gjørdu eina vakra og góða gerð (tó var ein súrligur smakkur altíð í munninum) ikki verða takkaðir, tvørturímóti lagdir undir, saman við øðrum, at kolonialisera orðaskiftið um Afriku.

Vit hava kanska øll hoyrt um, at góð gomul klæðir, sum væl meint fólk høvdu savnað saman og sent til Afriku, beindu fyri einum byrjandi klædnaídnaði.

Hon hevur fleiri dømir: Til dømis søgan um kendu popstjørnuna, sum gjørdi nógv burturúr, at hon læt nógv mýggjabitanet til eitt land í Afriku, sum var nógv plágað av mýggjabitum, ið smittaðu tey við malariu.

At ein lítil fyritøka við 12 fólkum í arbeiði og einum stjóra var komin fyri seg og kundi breyðføða gott hundrað fólk fór av knóranum, søgdu tíðindastovurnar einki um, heldur ikki, at tá ið netini seinri skrædnaðu, var eingin at umvæla tey, og nýggj vóru heldur ikki at fáa.
Meðan Sair var stýrt av Mobuto Sese Seko verður mett, at hann stjól 5 milliardir US- dálar úr ríkiskassanum, hetta var tá eins nógv og øll uttanlandaskuldin hjá ríkinum.

Heimkomin eftir at hava fingið skuldarskáða til renturnar til uttanlandaskuldina, skundaði hann sær at leiga eitt Concorde - flogfar, sum fleyg skjótari enn ljóðið, til at flyta dóttur sína til Fílabeinsstrondina, har hon skuldi giftast.

Altso hon góðtekur ongan stuðul. Tað einasta, sum kann koma upp á tal, er neyðhjálp í einum avmarkaðum tíðarskeiði.

Bókin er vígd Peter Bauer, sum sigur, at stuðul tarnar menningini, av tí at peningurin altíð endar í hondunum á nøkrum fáum úrvaldum.

At bókin hevur givið mongum fólkum í ymsum londum nógv nýtt at hugsa um, boða tær nógvu týðingarnar frá, og tað vil hon eisini geva øllum føroyingum, sum lesa hana. Ferð eftir ferð kemur fram fyri teg: "Tað sum vendur niður vendur upp". Tær tørvar ikki at vera ein spámaður fyri at boða frá, at bókin verður havd á lofti fleiri ár fram.
Undirtittulin er:"Hví stuðul ikki riggar, og hvør onnur gongd leið er fyri Afrika."

Í seinasta helmingi av bókini roynir hon at koma við loysnum, og hon ger eitt hugsað land í Afriku "Dongo", sum hon ráðgevur við góðum loysnum.

Og so eru tað sjálvandi kinverjarnir, sum eru komnir alt meira í staðin fyri evropearnar.

Tað sigst, at hon longu er farin at skriva eitt framhald, og her er evropeiska ávirkanin so gott sum horvin, meðan kinverjar, og eisini aðrir kappast um at gera íløgur í Afriku. At alt ikki er bara bara er hon fult greið um, men hon sýnist at halda, at nú má akslast av nýggjum. Tann endaleysa ringrásin av mutri, sjúkdómi, fátækdømi og stuðli uttanífrá, má støðgast nú.

Tey seinastu 40 árini er bara gingið aftur eftir hæli.
19.12.2010
Steinbjørn B. Jacobsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Orð og tónar

Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív

Kom oman á Reinsaríið tann 31. okt. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki. Sprotin leggur tríggj…
Ymist

Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber eisini til at flyta seg úr føroyskum til grønlendskt á Sprotanum. Orðbókari…
Ymist

Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19

Elin Neshamar er komin heim aftur til Føroya og hevur seinastu 4 árini skrivað stóra føroyska – grønlendska orðabók. Hetta er sein…
Lesikrókurin

EDEN

Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har einki veksur, til eina Edenslu…
Lesikrókurin

Brenn øll míni brøv

Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvuss…
Bókaprát

Lesikrókurin fær nýggjan vert

Nýggi verturin í Lesikrókinum eitur Helena Lamhauge-Mortensen, 27 ár og útbúgvin bókmentafrøðingur.
Bókaprát

Søgur úr Latínamerika

Enn einaferð hevur Marianna Hoydal hegnisliga flutt okkum tekst úr Latínamerika yvir í føroyskt. Týðingarnar eru satt njótilsi at…
Bókaprát

Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum

Hetta er vanligt umhvørvi við vanligum hampafólki, ið verður lýst, enntá brotsfólkini eru hampafólk við næstan hábornum motivum. E…