Um óektaðar nekarar, lögmann, Mubarak og sjónvarp
Einaferð, hetta mundi vera í tjúgunum, var tað siður hjá tónleikarum, sum spældu lættan djass fyri samkomur av betri og hvítum borgarum, at brúka sót, oftast undan ímpottum, at sverta seg um eyguni við og líkjast nekarum úr New Orleans. Við hesum var ætlanin at fáa framførsluni ein „ektaðan“ dám. Hesin lítilsverdi og ikki síðst lítilsvirðandi eftirapingarsiður er sum betur fer langt síðani avlagdur og flest kenna hann helst bert sum eitt smálögið innskot í sjónvarpssendingar sum eitt nú tær ið gjørdar vóru eftir gamansögunum hjá enska hövundinum I.P. Wodehouse.
Kortini hevur óskikkurin, sum óskikkur ofta vil, lyndi til at taka seg uppaftur í broyttum líki. Tak eitt nú viðtalið í sjónvarpinum hóskvøldið við harra Kaj
Leo Johannesen, okkara alra náðigasta lögmann "udi Færø". Gaman í, hvørki lögmaður ella spyrjarin hjá sjónvarpinum hövdu ímað seg um skortin, men viðtalið
hevði alt tað sama egyptiskt yvirbragd á sær. Her er tó ikki meint við at lögmaður, fyrrnevndi Kaj Leo Johannesen, tók seg út sum ein onnur Nefertite á
skíggjanum og talan skjótt sagt var um eitt av teimum drottningaviðtölunum, sum leingi hava verið reglan í føroyskum miðlum heldur enn undantakið. Her er meint
við at tað er ódømið, hvussu spilt og avmergjað vald ósnikkað sleppur at gera seg stovubært hjá ósemjuræddum veljarum undir einum yvirlæti av ábyrgd, vandaðum
arbeiðslagi og vilja til gagns og vælferð fyri öll. Lögmaður sá út sum ein bleik útgáva av Mubarak forseta, hevði sama kú-syrgna útlitið í eygunum, sama
fyrilagsta tóna í röddini og somu haldleysu uppáhald í málflutningi sínum um stjórnarlagið og politikkin hjá sær, somu hyljing yvir eina skipan, sum ikki
bjóðar betri líkindi til nakra framtíð enn rot bjóðar til ungdóm í rossaræi. Alt í einum brann sjónvarpsskíggin sum ein viti av blokkstuðli og boðaði frá at
alt var í fínasta lagi hjá okkum í Føroyum, öll hagaportur himmiríkis stóðu føroyingum opin í ríkisfelagsskapi og ES um tað galt. Einans var syndin í verðini
og hon at ivast í lögmanni og tí sum lögmaður sigur um seg sjálvan og sítt landsstýri, um skilið í samfelagnum, í búskapinum, í fyrisitingini. Um alt. Hvat sum
er (eitt nú hetta at lögmaður visti seg ivaleysan í íslendskum ES-limaskapi, hóast áskoðanarkanningar vísa, at ein greiður meiriluti av íslendingum áhaldandi
er ímóti limaskapi).
Nú røkist fyri einum umskifti í Egyptalandi og politiski flórurin har suðuri verður helst sópaður í næstum. Hjá okkum afturímóti, her norðuri á klettinum, sýnist eingin vilji vera til annað enn at skumpa útyvir ella í besta lagi at skumpa lortin um í samfelagnum.
Spyrst so livst.
Amen
Nú røkist fyri einum umskifti í Egyptalandi og politiski flórurin har suðuri verður helst sópaður í næstum. Hjá okkum afturímóti, her norðuri á klettinum, sýnist eingin vilji vera til annað enn at skumpa útyvir ella í besta lagi at skumpa lortin um í samfelagnum.
Spyrst so livst.
Amen
Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Illgruni
Spenningssøga eftir viðgitna sveisiska høvundan FRIEDRICH DÜRRENMATT. Annfinnur Zachariasen týddi.
Bókaprát
Í eygnahædd
Mentanarnáttina legði Kinna Poulsen fram sítt heildarverk um føroyska samtíðar myndlist.
Reinsaríið var fult, tónleikurin góður,…
Bókaprát
Orð og tónar á mentanarnáttini
Í fleiri ár hevur Sprotin skipað fyri bókmentaligum kvøldum á Reinsarínum. Og hetta væleydnaða tiltakið endurtaka vit á mentanarná…
Bókaprát
Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen
Í EYGNAHÆDD snýr seg um listina í Føroyum í okkara tíð, tað merkir list, sum er framleidd og sýnd fram frá 2020, men samtíðarlista…
Bókaprát
Nýggj bók ætlað ferðafólki - 'Faroese Days' eftir Stan Abbott
Stan Abbott byrjaði at arbeiða fyri Atlantic Airways í 2002 seinni eisini fyri Visit Faroe Islands og Vága floghavn. Hann var nógv…
Lesikrókurin
Skunda tær at elska
Lesikrókurin Kristi himmalferðardag verður um bókina "Skunda tær at elska" eftir Alex Schulman. Marna Jacobsen tosar við teir báða…
Lesikrókurin
Málningurin av Dorian Gray
Málningurin av Dorian Gray er heimspekilig fiksjón og gotisk ræðslusøga eftir írska høvundin Oscar Wilde, skrivað í 1890. Gotisk s…
Lesikrókurin
Knívin í eldin
Knívin í eldin er ein hugtakandi søgulig skaldsøga úr Finnmørkini – sum fær teg at kenna kuldan úr kavanum, hitan úr bálinum og ge…
06.05.2025
Zakarias Wang
04.05.2025
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
26.04.2025
Bjargað á opnum havi
23.04.2025
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
13.04.2025
Fylg sjóvarfallinum
31.03.2025
Alex Schulman - Skunda tær at elska
07.03.2025
Vegghamar - út í bókling
28.02.2025
Til lukku, Heðin!
27.02.2025
Havbókin
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar
03.12.2024
Sigmundur og gullringurin í írskum útvarpi
27.11.2024
“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini
26.11.2024
Dropar/ Droplets
24.11.2024
Sigmundur og gullringurin
20.11.2024
Kommunur í eini broytingartíð
19.11.2024
Vilji er lekjandi máttur
14.11.2024
Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar
13.11.2024
BÓKADAGAR 2024
13.11.2024
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala
03.11.2024
Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók
01.11.2024
Yvir um ferð
31.10.2024
Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív
29.10.2024
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi
28.10.2024
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19
24.10.2024
EDEN
30.09.2024
Brenn øll míni brøv
25.09.2024
Lesikrókurin fær nýggjan vert
23.09.2024
Søgur úr Latínamerika
20.09.2024
Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum
03.09.2024
Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd
02.09.2024
Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi
15.08.2024
Brenn øll míni brøv
13.08.2024
Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini
03.07.2024
Ljóðbøkur og summar
17.06.2024
Maria Stuart
10.06.2024
Tær góvu lív
05.06.2024
Tær góvu lív - ÚTSETT
03.06.2024
Í Íslandi – Á Íslandi