Merkismaðurin Svenning rundar 75
Vit føroyingar hava altíð átt einstaklingar, ið hómaðu eitt størri mál enn gerandisputl og tað at vera eygnatænari hjá fjøldini. Hesir einstaklingar kýttu seg og løgdu doyðin á at gera okkum út við hentleikum, sum tíðin kravdi. Fólkið fram um alt.
Eitt av hesum undangongufólkum er lærarin Svenning Tausen. Hann er ættaður úr Hovi, tók prógv frá Føroya Læraraskúla í 1958, og sum so mangir aðrir góðir
hovbingar hevur hann djúpar ættarrøtur úr Stórhúsi.
Lutur hansara til frama fyri føroyskt mál er ómetaligur. Í mong ár hevur hann rættlisið og vegleitt fólk, sum hava leitað sær ráð hjá honum, tá ið tey skuldu hava okkurt handrit prentað. Skal eg gita, er talan um ikki undir 10.000 blaðsíður. Gløggur og beinasamur hevur hann lagt ungum og gomlum, høgum og lágum lag á. Aftur at sær í hesum arbeiði hevur hann havt konu sína, Amy, sum er ættað úr Rituvík, og sum hevur málkenslu og sjáldama gott máloyra.
Svenning hevur havt serligan áhuga fyri føroyskum máli, men eisini støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, fuglafrøði, jarðfrøði og landafrøði. Og hann veit sum fáur skil á, hvør ið er skyldur við hvønn í Føroyum.
Hegnisliga hava tey bæði við bøtandi hond vegleitt og borið fram uppskot um broytingar og hava umvælt. Tey hava lagt lív og sál í at fáa tekstin so vakran, fyndarríkan og beinraknan sum gjørligt. Málsliga var Svenning stak væl áborin heimanífrá, og til tess at búgva seg enn betur út, gekk hann á Málstovni Føroya hjá Chr. Matras og hevur sogið sær málsliga føði frá málfrøðingunum Tórarini Evensen, Johan Fritzner, Leiv Heggstad og Jan de Vries.
Um lærarastarv Svennings ber til at lesa í bókini FØROYSKIR FÓLKASKÚLALÆRARAR.
Svenning var millum oddamenninar at fáa Bókamiðsøluna setta á stovn. Hann var formaður í nevndini í 12 ár. Harumframt hevur hann verið uppi í so mongum felagsarbeiði til frama fyri Føroya skúla og føroyskt kirkjumál.
Torført er at taka nakað fram um annað, sum hann hevur týtt til føroyskt, men BÍBLIUSØGUR 1 og 2, sum Skúlabókagrunnurin hevur givið út í fleiri útgávum, man vera millum tað besta.
Aðrar bøkur frá hansara hond eru: ORÐ UM ORÐ 1 og 2, ORÐ OG ORÐAÐ. Hetta eru serstakliga hentar handbøkur, har hann hevur leitað fram óteljandi dømi um vánaligan málburð og kemur við sínari bøtandi hond við uppskotum um betri málburð. Saman við øðrum hevur hann givið okkum hesar bøkurnar: NÁTTÚRUSØGULIGUR ORÐALISTI, KRISTNIKUNNLEIKI TIL SKÚLABRÚKS, LINDÝR, ÆTTIN UNGA, BÍBLIUKORTABÓK, FUGLAR Í NORÐURHØVUM, LITFLORA, og ikki minst tað glæsiliga verkið HEIMSATLAS, sum nú verður umvælt til nýggja útgávu.
Í 1990 fekk Svenning Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
Tað var eitt satt ódnartak og eitt bragd, sum Svenning tók saman við okkara fremstu mentafólkum, tá ið tey settu sær fyri at útvega barnaskúlanum tilfar á móðurmálinum. Vit áttu mangt og hvat á føroyskum umframt Føroya Floru og Dýralæru hjá vágamonnunum Rasmusi Rasmussen og Mikkjali á Ryggi, men í staðin fyri alt tað danska fingu vit nú smáar bøkur í at kalla øllum evnum inn um skúlagátt, hóast illa stóð til og stendur til við undirvísingartilfari til miðnámsútbúgving og tílíkt.
Vit kunnu til stuttleika nevna heftini, sum Føroya Náttúra-Føroya Skúli gav út. Sumt var týtt, og okkurt var upprunaligt føroyskt tilfar: Gróður og gróðrarvánir (1952), Gagnfiskar í Føroyum (1953), Sjógvurin (1954), Fiskalikamið (1955), Firvaldar (1956) Lindýr (1964), Hvalur og kópur (1960), og so framvegis.
Eg var so heppin at fáa Svenning til lærara í realskúlanum í Hoydølum. Sum næmingur var eg tornæmur og balstýrin, men Svenning var tolin og nærlagdur. Hetta sama bera øll honum, sum eg havi hitt aftur seinni. Næmingar, sum hava havt Svenning Tausen sum lærara, ganga ikki sum skarvur tunguleysi.
Svenning og hansara ættarlið av lærarum varð onkuntíð forhánisliga kallað "seminaristarnir". Men tað er munur á, at hesir "seminaristar" løgdu meiri skrivligt tilfar eftir seg til frama fyri føroyskan ungdóm enn teir akademikarar og aðrir danskt sinnaðir, sum settu seg í best løntu sessirnar í Føroyum og lítið og einki løgdu í, hvat mál teir brúktu í frálæru sínari. Men enn er langt á mál.
Týsdagin 12.apríl fer Svenning Tausen um tey 75. Tað var honum til eydnu lagað at fáa Amy, f. Olsen, úr Rituvík til konu. Hon hevur týtt fleir bøkur av einlistum og fekk í 1996 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs. Tey bæði eiga børnini Duritu og Magnus.
Tilfarið frá Svenningi og Amy slær ikki falskar mentir.

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Skorpur
Oddfríður Marni Rasmussen gevur í hesum døgum 23. yrkingasavnið út. Tað eitur SKORPUR. Í yrkingasavninum eru 55 yrkingar og 12 sva…
Bókaprát
Hvussu eitur tú?
Susanne Barding gevur okkum eitt hugfangandi innlit í fólkanavnagávu í tveimum smáum oyggjasamfeløgum – í Berneray á Ytru Hebridun…
Bókaprát
Sólrún Michelsen fagnað í Budapest
Væl umtókta tríverkið "Ein táttur er silvur", "Ein annar er gull", "Fáur fær tráðin heilt slættan" er flogið út um bøgarðarnar, ha…
Røður
Tobbi er 70 ár í dag
Tá ið tú tømir eini gomul hús, undrast tú á, hvussu ófatiliga nógv áhugavert verður drigið í reiður yvir langt áramál – drigið og…
Ymist
TOBBI 70
- Stórfingin fagnaðarløta tann 5. oktobur
Bókaprát
Bókaframløga í Rit & Rák
Í dag kl. 17 leggur Helgi Rasmussen fram nýggju bókina 'Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á'.
Bókaprát
Landið millum hav og himmal
Árið er 1940. Hitler tveitir bumbur yvir Noreg, á Vesturlandinum standa býir í loga, og í einari bygd rýma fólk í skundi til havs…
Bókaprát
GYRÐIR ELÍASSON
"Dumbfilmarnir" er nýtt savn av stuttum prosatekstum, sum Gyrðir Elíasson hevur skrivað, og Martin Næs hevur týtt. Bókin varð givi…
09.09.2025
SPOR
31.08.2025
Nýggj føroysk skaldsøga!
30.08.2025
Snarskeið í føroyskari stavseting
28.08.2025
Grannaljóð
25.08.2025
Fjarvera tín er myrkur
12.08.2025
Skitsa til ørskap
14.07.2025
Mykines
27.06.2025
Yrkingasavn nr. 51 eftir Tórodd Poulsen
23.06.2025
Debutanturin hesa ferð
12.06.2025
Illgruni
09.06.2025
Í eygnahædd
04.06.2025
Orð og tónar á mentanarnáttini
02.06.2025
Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen
30.05.2025
Nýggj bók ætlað ferðafólki - 'Faroese Days' eftir Stan Abbott
28.05.2025
Skunda tær at elska
22.05.2025
Málningurin av Dorian Gray
13.05.2025
Knívin í eldin
06.05.2025
Zakarias Wang
04.05.2025
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
26.04.2025
Bjargað á opnum havi
23.04.2025
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
13.04.2025
Fylg sjóvarfallinum
31.03.2025
Alex Schulman - Skunda tær at elska
07.03.2025
Vegghamar - út í bókling
28.02.2025
Til lukku, Heðin!
27.02.2025
Havbókin
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar
03.12.2024
Sigmundur og gullringurin í írskum útvarpi
27.11.2024
“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini
26.11.2024
Dropar/ Droplets
24.11.2024
Sigmundur og gullringurin
20.11.2024
Kommunur í eini broytingartíð
19.11.2024
Vilji er lekjandi máttur
14.11.2024
Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar
13.11.2024
BÓKADAGAR 2024
13.11.2024
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala
03.11.2024
Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók
01.11.2024
Yvir um ferð