1. mai í ymsum brigdum

Menniskjan tykist hava tørv á religión, og í dag bekenna meir enn 3 milliardir seg til eina guðstrúgv á ein eittans almáttugan gud. Ein gud sum hevur totalkontroll við øllum. Eitt barn verður føtt á Landssjúkrahúsinum, 17 fólk verða myrd í Darfur, ein stari fer á flog á Viðareiði, og ein fluga doyr í tinghúsinum, alt tað er undir guds kontroll. Kunnu 3 milliardir taka feil?

01.05.2011
Snorri Fjallsbak
Røður
Góðan dag, góðu medmenniskju Eg takki Havnar Arbeiðsmannafelag fyri avbjóðingina. Einaferð hevði eg ætlanir um at sleppa at standa á røðarapallinum innanfyri, í Tinghúsinum, men tað bleiv av ongum. Nú sleppi eg so at standa uttanfyri, og tað kann hava sínar fyrimunir. Eingin formaður at taka orðið frá mær.

Tað er í dag 1. mai, arbeiðaradagur. Latum okkum í huganum flyta okkum aftur í farnu øld yvir á eitt annað kontinent, í statin Kentucky. Tað er nátt og mánalýsi. Nýfalni kavin liggur um bygdina, og alt er stilt. Inni í einari fatæksligari stovu sova tey. Foreldrini liggja í einari koyggju. Tey 7 børnini liggja ymsastaðni, summi í bóli á gólvinum. Omman liggur á einari divan í einum króki. Lukturin av káli hongur í luftini, og tann seinasta glóðin í ovninum er langt síðan sloknað. Nú hoyrast ríkjandi fótafet í túninum, og knappliga verður hurðin sparkað inn, so harðliga at hon skrædnar av hongslunum. 5 stórir, svartklæddir menn í gekkaskorti troka seg inn í stovuna og skræða mannin út úr koyggjuni. Svøvnpískutur verður hann drigin eftir gólvinum út í tún. Har verður hann bardur av við stórum, tungum gassum. Løtu seinni er aftur stilt. Tað einasta, sum hoyrist, er hikstrandi gráturin frá konuni, sum liggur á knæ framman fyri sundurknústa manninum, meðan lívið spakuliga seyrar úr honum, og kavin gerst alt meira reyður. Í durinum standa tey forfardu børnini sum runnin í stein.

Brotsverkið hjá hesum manni var tað, at hann var ein av leiðarunum í einum kolanámsarbeiðaraverkfalli. Tað var í slíkum tíðum, at Florence Reece skrivaði sangin "Which side are you on?" Hvørjari síðu ert tú á? Ert tú við tí kúgandi, mergsúgvandi kapitalistunum ella ert tú við tí tímalønta? Vit kunnu spyrja, hvat hundan eg geri her, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, arbeiðsgevarans forlongdi armur? Vit eru um leið 25.000 fólk, sum dag og dagliga selja okkara arbeiðskraft. Eg fái nógv meir enn lossingarmaðurin, men treytin er tann sama, vit gera arbeiði fyri ein annan, loyalt og eftir besta førimuni. Tá ið eg fari um morgunin, tá fari eg til arbeiðis, so í grundini eri eg ein arbeiðari.

Arbeiðsgevarar á okkara leiðum bera seg ikki longur at, sum um teir eiga lívið í einum arbeiðara, bara tí teir keypa hansara arbeiðskraft. Stríðið hevur ikki altíð verið lætt, hevur kostað lív, men í dag ivast eingin í at fara í fakfelag, sjálvt prestarnir hava egið fakfelag (teir eru ikki saman við aðalstjórum og tollarum). Teir hava enntá fingið samráðingar­rættin, meðan onkur annar hevur mist hann. Eg skuldi tí kanska heldur verið gestarøðari hjá Prestafelagnum enn hjá Havnar Arbeiðsmannafelag?

Umframt frælsi at savnast í feløg, hava vit onnur 4 frælsi, frælsi at hugsa, trúgva, siga og gera tað, sum vit hava hug til, so leingi vit ikki gera okkum inn á onnur. Reglurnar fyri, hvussu vit annars skulu bera okkum at, eru nakrar lógarásettar, summar eru partur av mentanararvinum, og sumt hoyrir til tann kristni siðaarvin.

Menniskjan tykist hava tørv á religión, og í dag bekenna meir enn 3 milliardir seg til eina guðstrúgv á ein eittans almáttugan gud. Ein gud sum hevur totalkontroll við øllum. Eitt barn verður føtt á Landssjúkrahúsinum, 17 fólk verða myrd í Darfur, ein stari fer á flog á Viðareiði, og ein fluga doyr í tinghúsinum, alt tað er undir guds kontroll. Kunnu 3 milliardir taka feil?

Jesu læra, kristindómurin, hevur sum kunnugt 2000 ár á baki, og telur í dag um leið 2 milliardir.Kunnu 2 milliardir taka feil? Muhammeds læra, islam, er 1400 ára gomul og telur um leið 1,2 milliardir. Kunnu 1,2 milliardir taka feil?

Muhammed, sum skrivaði Koranina, fanst at kristindóminum: Hvat er hetta fyri nakað tvætl: Ein gudur, sum samstundis er í trimum! Tað er bara ein gudur. Eitt problem hjá Muhammed var, at á hansara døgum vóru í Mekka tríggir sera vælumtóktir kvinnuligir gudar, Manat, al-Lat og al-Uzza, við tilhoyrandi skurðgudamyndum. Fyri at fáa størri undirtøku frá teirra tilbiðarum skrivaði hann tí positivt um hesar tríggjar nakað soleiðis: Tignarligir svanar, sum tú kanst vóna biðja fyri tær. Men tað angraði hann eftirfylgjandi og segði, at tað var ikki Gabriel, sum hevði givið honum tann tekstin, men Satan. Tað vóru Satans ørindi, so tær tríggjar blivu skrivaðar út, og Islam bleiv ein heimsreligión við bara einum gudi. Tað hevði neyvan blivið so við einum gudi og trimum gudinnum. Vit kunnu spyrja, um tað ikki kann hugsast, at onnur ørindi í Koranini eisini eru Satans ørindi?

Á Durban-2 ráðstevnuni høvdu nøkur lond ætlanir um at fáa sett forboð fyri at seta slíkar spurningar, men lukkutíð eydnaðist tað ikki. Eisini religión má tola spurningar og atfinningar, og sum irski skemtarin Dave Allen plagdi at siga: "Loyvt er at skemta við øllum, serliga religión".

Herheima hevur í seinastuni verið skrivað um Bíbliuna, hvørt tað eru Guðs orð ella orð um Guð. Summi siga, at Bíblian er Guðs orð, og tað skulu tey havi loyvi til. Vit hava jú talufrælsi og trúarfrælsi. Onnur kunnu hava eina aðra meining, og tað skulu tey hava loyvi til. Eg haldi, at vit kunnu spyrja: Hevur Guð sjálvur skrivað Bíbliuna, hví hevur hann so fingið bara menn at hjálpa sær? Hví er Maria Magdalena evangeliið, sum bleiv funnið í Nag Hammadi í 1945, ikki við?

Eg spurdi einaferð ein vinmann, um hann var organiseraður. Nei, sigur hann, eg havi ongantíð vilja parkerað mínar meiningar í einari partíbók. Rætt er tað, tað er vandamikið at parkera sínar meiningar í einari bók, er tað ein partíbók, er tað ein bíblia ella er tað ein koran. Vit eiga at brúka heilan, vit eru fødd við og hugsa sjálvi, heldur enn bara at brúka argumentið "Tað stendur skrivað".Martin Luther, ein av okkara kirkjufedrum, gav í 1543 út skriftið "Von den Juden und Ihren Lügen", "Um jødarnar og lygnir teirra." Tað er ikki lesnaður fyri veikar sálir. Luther mælti til, at synagogurnar skuldu vera brendar, og at tað undir deyðastraff skuldi vera forboðið at undirvísa í Talmud, t.e. í jødadómi. 400 ár seinni tók Hitler hann upp á orðið, brendi synagogurnar og týndi jødarnar. Tey homo­seksuellu fóru sama veg, kanska eftir inspirasjón frá onkrum øðrum skribenti, tí "Tað stendur skrivað!"

Í dag, sjálvan arbeiðaradagin, má tað vera loyvt at endurgeva Karl Marx. Inspireraður av Ludwig Feuerbach hevur hann sagt,: "Religión er opium til fólkið! Ráðandi klassarnir halda proletariatinum undir kontroll við lyftum um løn hinumegin, í himmiríki. Statskassa­stuðlað heilavask, sum skal sissa proletariatið." Man tað veruliga vera soleiðis? So kunnu vit siga, at tað rættiliga er sett á skinnarar herheima, nú kirkjan er yvirtikin, og prestarnir skulu setast sum tænastumenn landsins. Í Ebenezer, í Betesda og í Kelduni klára tey seg annars fínt við ongum tænastumonnum. Í USA eru kirkja og statur leys av hvør øðrum, og ikki hevur tað religiøsa minni pláss í politiska lívinum har enn tað hevur hjá okkum.

Lat meg enda við einari áheitan, sum skal vera til bata fyri okkara felags jørð. Her er eitt ljós, sum vigar eitt kilo. Lati eg tað brenna, lati eg út 3 kilo av CO-2. Fullkomiliga óneyðugt CO-2-útlát, so eg sløkki tað aftur. Eg goymi tað og fari at brúka tað til tað, sum tað er best egnað til, bæði konkret og í yvirførdum týdningi: At kasta ljós í myrkrinum!

Røðan, ið Snorri Fjallsbak helt tann 1. mei 2009
01.05.2011
Snorri Fjallsbak
Røður

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?