Til lukku miðvingar og føroyingar allir

Tað má sigast, at tað var ein stórur hátíðardagur í Miðvági nú sunnudagin á vestanstevnu, har okkara stóra og fjølbroytta skald, Mikkjal á Ryggi, átti mest sum allan dagin.

10.07.2011
Jógvan Ravnsfjall
Røður
Fyrst hátíðarguðstænasta við fullsettari kirkju, har bispur prædikaði, meðan kirkjufólkið við fullari megi sang sálmar eftir Mikkjali.

Síðani var stór hátíðarløta hinumegin vegin, tá minnisvarðin av Mikkjali var avdúkaður av bróðirdóttrini frammanfyri Beitishúsini, har Mikkjal var føddur og vaks upp.

Aftaná kundu vit inni í Beitishúsunum hyggja at og lurta eftir tónamyndini um Mikkjal, ið meistarliga varð framførd av skyldmanninum saman við framúr tónleikarum og kóri.

Og ikki nokk við tað.

Vit kunnu siga, at Mikkjal eisini átti sín lut í teirri framsýning, ið var í Ryggstúni aftaná, har fólk gingu í gomlum klæðum, og við gomlum arbeiðsamboðum vístu fram hvussu tað gamla arbeiðslívið var, tað sum Mikkjal so sera væl dugdi at greiða frá í sínum mongu yrkingum.

Sum formaðurin í Vága kommunu tók til, var og er í Miðvági eitt ríkt mentanarlív.

Ja, tað mugu vit sanna, øll vit sum vóru í Miðvági henda dagin, alt har ið okkum stóð í boði, og tað sum var at síggja og hoyra.

Tað gjørdist okkum ein ríkur dagur, sum seint verður gloymdur.

Til lukku tit øll, ið skipaðu fyri, og fingu alt hetta í lag.

Tit hava ikki bert gjørt eitt megnarverk fyri Miðvág og Vágoynna, men fyri allar Føroyar, við at heiðra okkara stóra skald, Mikkjal á Ryggi.
10.07.2011
Jógvan Ravnsfjall
Røður

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?