Ljós og myrkur - seinni partur um Mikines og Munch
Mikines er borin í heim náttina 23. febr. 1906 og doyr 1979. Edv. Munch er føddur 1863 og doyr 1944. Tað, sum hesir listamenn hava til felags, er sálarstríðið – stríðið millum ljós og myrkur. Báðir hava upplivað sorgina, tá ið systkin og foreldur søgdu hesum foldarlívi farvæl.
1930 missir Mikines, tvey av systkjum sínum Jógvan Anton Meinhard, Doru
og pápan 1933 57 ára gamal. Hetta neit fast, eins og hjá Edv Munch, sum missir mammuna bert fimm
ára gamal. Átta ár seinni doyr systir hansara Sofie. Seinni doyr næstelsta
systir hansara Laura, og beiggi hansara doyr 1898 seks mánaðir eftir
brúdleypið.
Faðir Edvard Munch var ein góður húsfaðir, sum dugdi stak væl at siga frá ævintýrum og søgum, men tá ið kona hansara doyr 1858 bert 33 ára gomul, gjørdist faðirin, Christian Munch, sum var lækni, hugtungur, svartskygdur og søkti troyst í kristindóminum. Tað var stórur aldursmunur millum Christian Munch og konuna. Hann var 20 ár eldri enn hon. Tá ið hann misti konuna, var saknurin so stórur, at tunglyndi tók yvir. Tá ið so børnini fella frá og fara undir steinin, verður sálarligi standurin ikki betri hvørki hjá pápanum ella Edvardi.
Faðir og sonur
Faðir og sonur sótu ikki altíð so væl um sátt. Bíbilskar spurningar vóru teir ósamdir um. Einum sinni høvdu teir skeldast um, hvussu leingi fólk píndust í helviti. Siggið kom í Edvard, og hann reyk á dyr spinnandi óður - fór um gøtur og stræti í øðini. Tá ið øðin var farin úr honum, fór hann til hús aftur og angraði sína gerð. Tá ið Edv. Munch gloppaði kamarsdyrnar hjá faðirinum, sær hann pápan liggja á knæ og biðja fyri sál sonar síns. Hann ger fleiri skitsur frá hesari hending, og er eisini ein træskurður (1902) av pápanum, meðan hann biður. Listaverkið ber heitið: Gamal maður í bøn. Svarthvíta prentið er bardagin millum ljósið og myrkrið ikki bert tað, men eisini ræðslan fyri myrkrinum, sum Edv. Munch strýddist við næstan alla ævi sína. Pápan hevur hann eisini málað sitandi, men tað er nakað dapurt og sorgarkent yvir hesum málningum.
Edvard Munch hevur bert rósandi orð um faðir sín, áðrenn mamman doyði. Hann kundi siga frá søgum og søgnum, ævintýrum og spøkilsissøgum sum fáur. Tá ið konan doyði, gjørdist hann “gamal”. Edvard kundi ikki tosa við pápan, eins og faðir og sonur áttu at gjørt. Vit kunnu eisini siga, at hann sum barn eisini misti pápan. Christian Munch leitaði sær troyst í Guðs orði og gjørdist ein hugtungur kristin, men hann var góður við síni børn. Tann áhaldandi bíbillesnaðurin hjá faðirinum setti seg sum dumba á sinnið á børnunum: ”Verið still, pápi lesur í Bíbliuni,” varð javnan sagt heima.
Bíbliulesnaðurin, sjúka og deyði lá sum ein marra yvir barndómsheimið. Hesa marru royndi Edv. Munch at rista av sær við at mála málningar.
Mostirin, Karen Bjølstad, tók húsið upp á seg eftir deyða systur sína. Karin og Edvard vóru sum krókur og lykkja, so góð tey vóru í fyrstuni. Tey stóðu hvørt øðrum nær, serliga meðan systirin Sofie lá á sóttarsong. Hon doyði av tæringi – lugnatuberklum. Tá var Edvard bert trettan ára gamal og hon bert fimtan ára gomul. Hetta neit fast, og helt hann lítið um, at pápin ikki kundi bjarga dóttur síni sum lækni. Og ikki gjørdist støðan betri, tá ið tær innarligu bønirnar um lekidóm ikki munaðu.
Gamli Munch fríggjaði til Karina, men hann fekk krakk frá henni. Tá ið tað um Edvard ráddi, helt hon stundum við pápanum. Munch helt tá, at hon var meira enn mostirin og húshjálpin í húsinum. Hetta skuffaði hann ikki so lítið, men hóast tað, var hon tann einasti persónurin í hansara lívi, sum hevði stuðlað honum at gerast listamaður.
Munch málar mostrina
Tá ið Munch var um tjúgu ára aldur, teknaði hann ofta húsfólkið, men mostrina teknaði hann sjáldan, og tá ið hann letur hana vera við á eini tekning, sæst sjaldan andlit hennara. Tjúgu eitt ára gamal málar hann hana sitandi í einum ruggustóli sum eina unga kvinnu, hóast hon er 44 ár. Hon hyggur niður, svartklødd, og liggur nakað undranarvert og duldarfult yvir henni. Hon er í svørtum kjóla, gardinurnar eru svartar, meðan veggur og gólv glógva í døkkum, ljósum og rustreyðum liti. Við oyrað á skuggasíðuni er ein lítil glóð í oyralippuni – ein oyraringur? Inn ígjøgnum gluggan flýtur ljósið. Hon er umgyrd av ljósinum, reivað inn í glóðheitan lit, sum er kærleiks- og bardagaliturin.
Tær mjúku linjurnar, sum bera brá av bleiktrandi ljósdropum, fevna um mostrina eins og ein eymlig, kínandi kærleikshond. Hann torir ikki at hyggja inn í eygu hennara. Hon var bæði ein kærleikans kelda í listini hjá honum og góður stuðul. Listin er duldarfull, djúp og viðkvom sum hjá einari ungari kvinnu, og ofta er ilt at fáa samband við hetta eygnabráið í hesum bláa dýpi serliga hjá so viðkvæmari sál sum hjá Edv. Munch. Hóast tað er ljósið til steðar í myndini, ja , ein so lítil glóð, sum skyggir í einum oyraringi(?) eins og hjá Vermeer: Gentan við oyraringinum, sum er heimslist. Tað er henda myndin eisini.
Munch málar systrina, Sophie
Tjúgu trý ára gamal málaði Edvard Munch myndina Sjúk genta.( hetta motiv málaði hann fleiri ferðir) Hetta er eitt farvæl til kæru systrina, Sophie, sum doyr, sum sagt, av teringi bert 15 ára gomul. Ja, meira enn tað. Hetta er ein skaldamynd, ein yrking, ein dreymur um deyðan.
Gentan situr í einum stóli og vendir andlitið móti ljósinum. Tað bleika andlitið, sum deyðin hevur sett síni fingramerki á, fer næstan sjónleyst yvir í dagslýsið. Tað er sett við bleikum, reyðum rípum, sum fara um hárið, og ein lítil, reyður blettur bleiktrar tætt við munnvikan. Mostirin situr við sóttarsongina við boygdum høvdi.- Nú er endi á øllum . Nú brast eygað. Tann sjúki er blivin eitt við ljósið!
Myndin er málað í doyvdum, gráum og grønum litum. Strokini veita ein linna í málninginum, og tað er næstan soleiðis, at tú følir strokini meira enn tey síggjast. Myndin er friðsom og frígjørd. Hon er meira enn litir og linjur. Hetta vóru tónar, ein yrking og ein vónarinnar dreymur. – Av jørð er tú komin, og til ljós skalt tú verða.
Munch málar Melankoli
Tann stóra myndin, sum eitur Melankoli er málað sum eitt minni um systrina, Lauru. Hann hevði verið og vitjað hana ein sólskinsdag og upplivað hana í vónleysum myrkri. Hon leið av “sløvsind”. Hon situr samansokkin í síni myrku verð. Tað gylta dagslýsið streymar inn gjøgnum stórar rútar. Á borðinum standa tvær blómur á einum eldreyðum dúki. Hvat vil Edvard peika okkum á í hesi mynd? Jú, hann vil siga okkum frá um mótrákið millum sólarljósið, tær frísku litirnar um hana og døkka náttarmyrkið í henni. Hann kom til hana við blómum. Hon kendi hann ikki. Hon sat har uttan at røra seg og segði einki. Lívið, sum er ljósið og blómurnar, men sjúkan, sum systirin er fongd við, er døkka myrkrið, sum avspeglast í andlitinum.
Edv. Munch um seg sjálvan
Edv. Munch hevði hetta í kjøtinum borið, at kenna snertin av sálarligum trupulleikum, sum ættin var fongd við, men sjálvur sigur hann: “ Sjúka, vitloysi, ørskapur og deyði vóru teir svørtu einglar, sum vaktu við vøggu mína, og sum síðani hava fylgt mær gjøgnum lívið.”
Ræðslan fyri sjúku, tuberklum, sinnisjúku og deyðsangist fylgdi Munch stórsta partin av ævi hansara. ”Hesar veikleikar vil eg hava inni við meg sjálvan. Hetta er ein partur av mær. Eg vil ikki hava sjúkdómin burtur, tí mikil er skuld mín til sjúkdómin í list míni.”
Danski listamálarin, Ejnar Nielsen (1872-1956) var lærari hjá Mikinesi á listaháskúlanum í Keypmannahavn. Hann var millum annað symbolskur málari, hugsaði eins og Edv. Munch nógv um tilknýtið, sum menniskjað hevði til sjúku og deyða. Hann hevur eisini málað eina mynd, sum ber heitið: Sjúk genta(1880). Hesin listamaður og lærari hevði ávirkan á listina hjá Mykinesi, og høvdu teir brævaskiftið sínamillum, sum lýsir støðuna millum næming og lærara. Norski listamaðurin Carl Krogh hevur eisini málað eina sjúka gentu, sum situr í einum stóli. Hetta er systir hansara, sum hann hevur avmyndað, sum eisini doyði heilt ung. C. Krogh misti eisini foreldrini ungur, men var ikki so nógv merktur av hesum hendingunum í list síni. Hans Heyerdahl (1857-1913) málar Doyggjandi barn. Munch sigur: “Um tað sjúka barnið er at siga, at tú livdi við hesum í eini koddatíð.”
Fleiri málarar mála sjúkt barn har bakgrundin er ein hvítur koddi. Allir tríggir listamenninir Munch, Krogh og Heyerdahl lata úr hondum hesar myndir, sum eina skygging av deyðans køldu hond, men ljósi livir í myndunum sum tað æviga ljósið. Koddin er glorian og bløðini(rósurnar), sum systir Krogh hevur í teimum foldaðu hondunum, er tekni um tað forgeingiliga, men í miðøldini var hesin boðskapur, at hesin persónur var eitt halgimenni. Eisini svenskarin Erns Josephson(1852-1906) og danskarin Michael Anker(1849-1927) hoyra til “koddamálararnar”. Edv. Munch kendi seg í síni listaligu gongd tætt knýttan at hesum myndlistamonnum.
Endi
Her er so nógv at tríva í um hesa norðurlendsku listina, sum er ein ótømandi kelda. Eitt stríð, ein hólmgonga millum hold og anda í tjúkkum strokum hjá Munch og einari ílidnari Pieta av Mikinesi. Hann var drivin í sjúku - lungnabruna, meslingum og fiskahúð, men myndirnar frá tí døkku tíðini er klassisk ljóslist, har flaturnar eru mettaðar av littungum seiggi.

Mikines segði á einum sinni..... eg haldi, tað er Karen Blixen, ið
hevur sagt: ”Lykke er smerter, der holder op”- so satt, so satt, og hóast tað,
hevði hon ongantíð havt psoriasis.”
Eg gloymi aldri orð Mikinesar, har hann í eini sjónvarpssending segði um støðuna hjá sær 1978, meðan hann var innlagdur á eitt eldraheim, hugsi tað var: “Nu har de placeret mig imellem halvtossede mennesker!” Eitt sorgarljóð frá størsta listamanni føroyinga, sum upp undir endan gekk í myrkri í sínum myndum og leitaði eftir tí fáliga ljósinum, sum skein ígjøgnum gluggan í myndum hansara: har sum ljós er, er vón fyri lívi.
Frits Johannesen

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Illgruni
Spenningssøga eftir viðgitna sveisiska høvundan FRIEDRICH DÜRRENMATT. Annfinnur Zachariasen týddi.
Bókaprát
Í eygnahædd
Mentanarnáttina legði Kinna Poulsen fram sítt heildarverk um føroyska samtíðar myndlist.
Reinsaríið var fult, tónleikurin góður,…
Bókaprát
Orð og tónar á mentanarnáttini
Í fleiri ár hevur Sprotin skipað fyri bókmentaligum kvøldum á Reinsarínum. Og hetta væleydnaða tiltakið endurtaka vit á mentanarná…
Bókaprát
Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen
Í EYGNAHÆDD snýr seg um listina í Føroyum í okkara tíð, tað merkir list, sum er framleidd og sýnd fram frá 2020, men samtíðarlista…
Bókaprát
Nýggj bók ætlað ferðafólki - 'Faroese Days' eftir Stan Abbott
Stan Abbott byrjaði at arbeiða fyri Atlantic Airways í 2002 seinni eisini fyri Visit Faroe Islands og Vága floghavn. Hann var nógv…
Lesikrókurin
Skunda tær at elska
Lesikrókurin Kristi himmalferðardag verður um bókina "Skunda tær at elska" eftir Alex Schulman. Marna Jacobsen tosar við teir báða…
Lesikrókurin
Málningurin av Dorian Gray
Málningurin av Dorian Gray er heimspekilig fiksjón og gotisk ræðslusøga eftir írska høvundin Oscar Wilde, skrivað í 1890. Gotisk s…
Lesikrókurin
Knívin í eldin
Knívin í eldin er ein hugtakandi søgulig skaldsøga úr Finnmørkini – sum fær teg at kenna kuldan úr kavanum, hitan úr bálinum og ge…
06.05.2025
Zakarias Wang
04.05.2025
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
26.04.2025
Bjargað á opnum havi
23.04.2025
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
13.04.2025
Fylg sjóvarfallinum
31.03.2025
Alex Schulman - Skunda tær at elska
07.03.2025
Vegghamar - út í bókling
28.02.2025
Til lukku, Heðin!
27.02.2025
Havbókin
21.01.2025
PORTUGISISK ORÐABÓK
07.01.2025
Ættargranskarar í Vágum fingið stórfingið verk
15.12.2024
Saltleiðirnar
03.12.2024
Sigmundur og gullringurin í írskum útvarpi
27.11.2024
“…Dropar “ - frásøgur úr Føroyingahavnini
26.11.2024
Dropar/ Droplets
24.11.2024
Sigmundur og gullringurin
20.11.2024
Kommunur í eini broytingartíð
19.11.2024
Vilji er lekjandi máttur
14.11.2024
Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar
13.11.2024
BÓKADAGAR 2024
13.11.2024
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala
03.11.2024
Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók
01.11.2024
Yvir um ferð
31.10.2024
Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív
29.10.2024
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi
28.10.2024
Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19
24.10.2024
EDEN
30.09.2024
Brenn øll míni brøv
25.09.2024
Lesikrókurin fær nýggjan vert
23.09.2024
Søgur úr Latínamerika
20.09.2024
Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum
03.09.2024
Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd
02.09.2024
Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi
15.08.2024
Brenn øll míni brøv
13.08.2024
Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini
03.07.2024
Ljóðbøkur og summar
17.06.2024
Maria Stuart
10.06.2024
Tær góvu lív
05.06.2024
Tær góvu lív - ÚTSETT
03.06.2024
Í Íslandi – Á Íslandi