Sigmar Mørkøre

Payback time - Carl Johan!

Gera vit eitt slank aftur í tíðina, tá ið Fregnir komu út, plagdi Carl Jóhan seinnapart hósdag at sita kúrrur í sínum kurpali og skriva ummæli, meðan vit gittu, hvør av teimum ómetaliga fáu haldarunum, vit høvdu, fór at siga Fregnir frá sær næstu vikuna.

13.03.2016
Jonhard Mikkelsen
Røður

Til lukku við innstillingini til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2016. Niðanfyri er røða, hildin 29. august 2014, tá ið Eg síggi teg betur í myrkri kom út.

---

Hann skutlaði altíð onkran og fór mangan illa við teimum. Bókhaldari okkara hataði tankan um, at Carl Jóhan skrivaði, tí tað merkti potentielt, at ein heil familja ella býlingur ella ein bygd segði Fregnir frá sær.

Men hann skrivaði betur og betur, og áðrenn verkætlanin við Fregnum endaði, hevði Carli funnið sín eyðkenda stíl.

Og hann helt fram at skriva, tíbetur.

Hann hevur sjálvandi ferð eftir ferð síðan endurtikið brøgdini at hølva onkran av, men hevur annars øll hesini árini sitið og totast við at seta saman skaldaverk, sum fara at standa sum varðar í føroyskum bókmentum. 

Nú eru 9 ár eru liðin, síðan nógv umrødda bókin Ó- søgur um djevulsskap kom út.

Hon æt Ó.

Og hon varð víða gitin, tí fólk vóru so óð.

Tí Carl Jóhan sjálvur segði, at hon var so sjaldsama góð.

- langt áðrenn hon kom út.

Og nakað soleiðis var byrjanin.

Tí hesin – skuldi eg brúkt hansara egna stíl: - hesin braneggjaði hálvdanski margarinbarónurin - hevði sagt í útvarpinum, at Ó mundi vera nakað av tí frægasta, ið skrivað var, síðan William Heinesen var á skaldskapsins tindum.

Hvussu kiksaður kann maður vera?

Øll vóru óð og vóru á einum máli um, at har fór mjólkagreivin um mark.

Og tað var eyðvitað slammiska hjá teimum, ið hataðu Carl Jóhan, tí hann hevði verið so illvíggin í ummælum - nú var pay-back time fyri alla ta øsing og alt tað niðrandi dramblæti, hann hevði bryggjað ímillum ár og dag.

Nú kundu tey lesa avrikið og smildra tað sundur. Hann skuldi fáa eitt ummæli og eftirmæli, so tað neit at hjartanum og sveið í sálini. 

Men tað gekk ikki eftir ætlan. 

Veruleikin var, at tey flestu maktaðust ímillum síðu 70 og 100 og settu bókina á hillina. Og so bar ikki til at skriva ummæli.

Í einum so regnbardum landi sum okkara er ringt at halda seg vaknan, meðan ein lesur um regn. Maður kemur heim úr regni og setur seg at lesa um regn – doðaveður, drav og driv, lývætu, grimdarregn, loysing, sprænregn og rot – og tað er stórt sæð tað, ið verður lýst á teimum fyrstu 70 síðunum í skaldsøguni, og meðan sirmið nemur grasstráini, regnið glymur inn á vindeygað í kamarinum ella spular niður á takvindeygað - alt er lýst so út í æsir, at tað kravdi eldhugaðar sálir at lesa. Tey flestu durvaðu bara spakuliga burtur, onnur løgdust beinleiðis fyri við sjaldan tungum eygnalokum kvøld eftir kvøld, tí Ó varð óvitska og ógáaður ófagnaður og ókæti - júst sum Visit Faroe Islands vil sleppa at marknaðarføra Føroyar – sum ólandið, sum er so ógloymandi, óført, so ólukksáliga ófrælst og óloyst - soleiðis var ó-søgan, søgan, sum gav ósvøvntum svøvn. 

Men í dag fáa vit nýggja bók frá Carl Jóhan.

Eg síggi teg betur í myrkri verður nú løgd fram í ljós.

Høvundurin hevur ikki verið í fjølmiðlunum og øst alt upp í skúm. Hann hevur gingið kúrrur um gøtur og stræti niðri í Bruxelles og hugsað og grundað og skrivað. 

Heitið á skaldsøguni er lænt frá ameriska yrkjaranum Emily Dickinson, I See Thee Better in the Dark og bendir á, at betur ber til at síggja inn á botn á menniskjanum í myrkri, tí tá døma vit tey ikki eftir útsjónd og tí, ið er uttaná, men eftir tí, ið djúpari liggur í tí. Og tað leggur upp til eina áhugaverda søgu.

Og tað er hon. Hetta er søga, ið skoðar djúpt inn í nógvar ymsar sálir, og hvussu tær ávirka hvørja aðra. 

Og hon er skrivað í sama sermerkta stíli, sum Carl Jóhan hevur hjúklað og manað fram seinnu mongu árini. Í einum stíli, sum er tann absolutti mótsetningurin til tað málsliga stílloysi, vit so mangan vassa í og lata okkum lynda. Tað er fáur, ið gevur sínum orðum flog sum Carl Jóhan, og eingin gevur føroyskum orðum júst hansara flog. Hansara sermerki fær eingin plagierað. 

Og júst hetta listarliga hegnið, sum gevur málinum eitt so serligt flog, ger, at tekstirnir eru ikki øllum so lættir at sodna. Tað er við skaldaverkum sum aðrari list, at tey tekkjast ikki altíð so stórum skara. Dygd og popularitetur fylgjast ikki altíð.

Og kortini er eitthvørt óvikandi við verki, sum skarar framúr – dámt ella ikki dámt. Tað setir seg á eina rók, har tað av sonnum hoyrir heima. 

Vit fegnast til dømis øll um, at okkara Sunleif fær skapt so nógv, sum tey, sum hava skil fyri tónleiki skilja. Øll og ein og hvør skilir ikki hansara tónleik. 

Víða gitni írin James Joyce sigst hava skarað framúr, tá ið hann skrivaði Ulysses – men fá hava lisið hana. Bókin sigst vera nakað av tí fínasa, ið skrivað er. Vit virða dómin, sum yrkiskøn hava felt, høvundurin hevur fingið navn sítt meitlað inn í heimsbókmentasøguna - men almenningurin skilir ikki Ulyssus, almenningurin hevur ikki lisið hana. Men tað eru bókmentakøn, ið skíra verkið eitt sjáldan hugtakandi meistaraverk, eitt avrik hjá einum flogviti. 

Hesar báðar skaldsøgurnar hjá Carl Jóhan hava eisini slíka svinna tign yvir sær. Tær vera ongantíð verulig fólkaogn – og sum høvundurin sjálvur sigur: Hann lifrar ikki fyri sínum lesarum.

Carl Jóhan verður ongantíð nakar Hans Andrias, men hansara bøkur fara at fáa serligt pláss í føroyskari bókmentasøgu. Tey, ið skilja slík verk, fara at finna teimum sítt bæriliga pláss, tí hesi verkini hjá Carl Jóhan flyta mørk við síni sjaldsomu dygd. Hetta eru bókmentir í serflokki. 

Báðar eru skrivaðar við ongum fyriliti fyri, hvør fer at lesa. Tær eru skrivaðar sum serstakur skaldskapur, og so verður lagnan, sum hon verður. 

Her er sjálv byrjanin til bókina, so tit fáa smakkin av stílinum og fara at hitta høvuðspersónin fyri fyrstu ferð.

Kvøldsólin fellur inn í salongina gjøgnum vindeyguni í stýriborði. Eitt spakuliga vaggandi ljósskák á innveggin. Og uppi í ljósskákinum, eins og bringumyndir, standa tveir menn hvør fyri öðrum. Annar nýinnkomin. Ein bleikskortur undir hatti, væl við aldur og í grómutum, smárukkaðum summarklædningi. Hin er tænarin, sum gongur fyri borðum her í salongini á triðja klassa.

Soleiðis.

Eitt atlát er sligið. Við borðini hvøkkur gákanin - og fylgispælið av mataramboðum, ið grísla og glinta, steðgar. Tað er deyðatögn. Í nökur sekund hefta teir öll eygu burtur, hesir báðir menninir í tí glóðgylta ljósmálanum við dyrnar. Hann í summarklædninginum og tænarin. Skriðdunið av skipsmotorinum leggur kvirruna undir seg, hurrar í misblonkum útsíðum, í fyllingum á bróstum og undir loftinum, í lampuskermum, rútarglasi og borðflatum. Ein sinniliga innfjarur bassljómur. Hvisjið av sveiggjhurðunum tekur langliga undir, eins og lágligt trummuskav, letisliga stevjavnt. Hesi sekundini. Meðan teir standa soleiðis hvør fyri öðrum, sum sagt, úti við dyrnar. Tað er spenningur í andarúminum, eitt næstan ógreiniligt svirr av ótoli. Her verður bíðað inni, slotað eftir onkrum. Hvørt sekundbrot er eitt mót, ein trom, sum verin riðar á. Her er alt ímillum. Eins og skipið sjálvt. Enntá viljin geldur fyri lítið nú, viljin, sum hesin gamli í summarklædninginum leingi helt vera insta alið í öllum og hevði sum grundarlag til lýriska skapan í eina hálva öld.

So ógemeina væl kann ein dygdarhøvundur lýsa nøkur fá sekund. Søgan, tit fáa, fatar um eini 70 ár, so tit hava nógv gott í væntu.  

 

13.03.2016
Jonhard Mikkelsen
Røður

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?