Smádrongurin, sum ræddist tað brennandi helvitið
Tær fortaptu sjelirnar vórðu trunkaðar saman í svávulblotanum og lógu og vríggjaði seg av pínu. Tær gríslaðu tenn og róptu í svárari neyð, sum Lásarus í fangi Ábrahams. Og hóast sjelirnar vóru deyðatystar, fingu tær ikki ein dropa at drekka. Ikki so mikið sum tað, ið kundi hanga við av vætu á ytsta liði á lítlafingri Ábrahams. Flestu sjelirnar vóru tannleysar og kundu ikki grísla.
Røða hildin á Orð og Tónum, tá ið bókin hjá William Smith Hinumegin garðin varð løgd fram.
---
Søgan, ið hevur fyrstu, fátæksligu fimmtiárini í Vági sum pall, lýsir sosialu korini og sambondini millum fólk ígjøgnum smádreingin. Niður í alt tað, sum smádrongurin kunnar okkum um, sum er honum nýtt, óroynt og mangan fløkt og ørvitisligt, letur høvundurin sannleikar um tey vaksnu, teirra tankar og gerðir, drýpa. Droparnir eru stundum skemtiligir, stundum svíðandi beiskir.
William sigur:
- Íblásturin til Hinumegin garðin kom óivað fyri nógvum árum síðani, tá ið eg vitjaði tað, ið stóð eftir av barnaheiminum í Vági. Tá rann fram fyri meg hvønn týdning, omman í Vági hevði fyri meg, og hvussu hennara lívsáskoðan ávirkaði mína egnu bæði til tað betra og tað verra. Omman var sera trúgvandi, um trúgv kann stigbendast, og umboðaði mótsetningin til boðskapin, eg fekk ímillum annað í sunnudagsskúlanum.
- Sum heild ávirkar kristnin okkara fatan av, hvat ið er gott og ringt, rættvíst og órættvíst. Men tað verður hættisligt og ræðandi og ikki sjáldan til óbótaligan skaða, tá ið summi við støði í víðgongdum, religiøsum rørslum, halda seg hava standandi heimild at døma og revsa onnur.
“Orðini høvdu tamarhaldið á okkum og hildu okkum tilvitað um, at syndansløn var deyðin og ævigt fortapilsi. Eg fekk ein óvissan grið fyri syndini ta løtuna, eg var í sunnudagsskúla, men so skjótt eg fór úr aftur sunnudagsskúlanum, var eg umgirdur av synd og freistingum og var glataður og kanska æviga fortaptur til næstu ferð, eg skuldi í sunnudagsskúla.”
“Omman segði, at tað var ikki neyðugt at vera frelstur og umvendur fyri at sleppa í himmiríki. Tað var nóg mikið at trúgva og at vera góður ímóti øðrum, og var man tað, fylgdi tað við at verða frelstur og umvendur.”
Religiøsur heilaspuni
Óvitin í hesari sjálvsævisøguligu skaldsøguni verður drigin inn í religiøsa heilaspunan hjá sínum sunnudagsskúlalærara. Sunnudagsskúlalærarin vissar hann um, at tað mesta av tí, hann ger og hugsar, er synd, og verður hann ikki frelstur, er hann æviga fortaptur og fer til helvitis. Hvussu hann so roynir, lýkur óvitin ikki treytirnar fyri at vera frelstur.
Men friðskjólið á markinum millum frelsuna og fortapilsið, er inniliga sambandið millum óvitan og ommuna, og í anganum frá kamfurdropum og hennara mutlandi samrøðum við Gud og Jesus finnur óvitin fyribils náðina.
Hetta er ein ævisøgulig skaldsøga, sum er bersøgin, í sínum serliga lag, tí vinkulin inn á alt er frá einum fimmáragomlum smádreingi. Og bókin gandar fram tað, ið mong minnast frá teimum fátæksligu 50 árunum. Lítið av pengum og sosial viðurskifti, sum trongdu til ábøtur.
Børnini vóru ikki curling børn - eingir pedagogar og bjargingarvestar, eingi reflex - tá fórt tú út og vart úti. Tú fekst karm, vart kaldur og snoraði - men tú fórt ikki til hús, fyrr enn tú vart svangur. Og tað er hesin eyðkendi, slómandi, forvitni smádrongurin, sum hevur ivaleyst at takast við um dagarnar, sum er frásøgufólk.
Men alt hetta við korum, umstøðum og relatiónum millum menniskju lekur í smáum dropum inn í høvuðssøgurnar. Og hesir dropar koma inn sum viðmerkingar hjá einum fimm-seksáragomlum - so tann vaksni lesarin fær lisið nógv inn í viðmerkingarnar.
Smádrongurin verður drigin inn í religiøsa heilaspunan hjá sínum sunnudagsskúlalærara. Einum sadistiskum sunnudagsskúlalærara, sum vissar hann um, at tað mesta av tí, hann ger og hugsar, er synd, og verður hann ikki frelstur, er hann æviga fortaptur og fer til helvitis. Hvussu hann so roynir, lýkur óvitin ikki treytirnar fyri at verða frelstur. Og glatanin er vís.
Hann hevur eitt friðskjól á markinum millum frelsuna og fortapilsið, og tað er omman. Inniliga sambandið, hann hevur við ommuna, linnar og verjir og lívgar.
Tað ævinliga og broytingarnar
Fyrsta myndin, ið letur bókina upp, er av forfalli. Okkurt, ið var, er ikki longur, heldur ikki longur ella hevur mist sítt virði.
Bygnaður er í sínum einfeldi sjálvandi tann vaksni maðurin, sum vitjar barnaheimið aftur, hann eyðleiðir, og minnini øll vella fram.
Hann fer oman í urtagarðin, ið plagdi at verða røktur, men har er alt fallið í misrøkt. Hann fer oman ímóti einum garði, sum tá var markið millum hansara verð og ta víðu verð, sum gekk vestur á Eiðið og út í havsbrúnna millum Grønurnar og Nes. Men longri úti var heimurin skipaður soleiðis, at har uppi var himmal og har niðri helviti.
Men garðurin darvar ongum útsýni longur - tí smádrongurin er vorðin vaksin maður. Hann sær upp um garðin, sum onkur einaferð bygdi upp fyri sjónarringin. Reyði bonkurin er grønur - alt hevur fingið annan lit og aðrar dimensjómir.
Skaldsligu lýsingarnar av hesum forfalli byrja beinanvegin: Viðingarnar í tí fúnaða klædninginum standa sum bláæðrar á saftarlítlum oldingi, og tað, ið heftir eftir av máling á skjøldrunum, darrar fyri lotinum sum spjarrar á einum vesalavætti.
Og uttan fyri garðin er kirkjugarðurin, sum langt síðan er fallin í órøkt, sum barndómsheimið. Skónin hevði lagt seg á gravsteinarnar og fjalir innskriftirnar. Teir fáu trækrossarnir, ið enn standa, eru gráir og vindbrýndir. Alt litfarið og brýnt av tí mátti, sum virkar, sama hvørji vit eru, og hvørjum vit trúgva. Og høvundurin heldur poetiskt fram: men lotið kíndi so avvitandi og varliga teimum árundaðu gravartúgvunum og sang sítt ljódliga rekviem í deyðasinuni.
Sunnudagspedagogikkur
Men vit leypa beinan vegin í høvuðsevnið: Inn í tann heimin, tey vaksnu hava skipað fyri hesum 5 ára gamla smádreinginum. Og sum á serstakliga ópdagogiskan hátt verður trúttaður niður í henda lítla knokkin. Tey hava longu gróðursett tann ulitmativa mótsetningin í tilveruni og givið barninum valmøguleikan. Tú kanst gera, sum Guð og Jesus vilja, ella endar tú lúkst í helviti. Hetta ólukkdýrið roynir at vera Gudi til vildar, men verður vavdur inn í synd og glatan mestsum allan dagin.
Ekspetrisan á Kondittarínum hugdi forfard at mær, tá ið eg vælsignaði tíggjuoyrskakuna, eg hevði keypt.
- Hvat er tað, tú ger, títt øra asun! Vælsignar tú kakuna?
- Er tað skeivt at signa lagkakusnittuna í Jesu navni?
- Tað er at spotta Gud! Og tað er at synda!
- Dámar honum ikki kaku? Eg kendi fjálturin rubba svølgið saman. Nú hevði eg aftur gjørt okkurt, ið Gudi ikki dámdi.
- Um Gudi dámar kaku? Hvussu skal eg vita tað! Hon ivaðist eina løtu: - Eg trúgvi ikki, at Gud etur. Í hvussu so er ikki kaku.
- Matur er Guds gáva, og kaka er matur, og okur biðja Gud signa matin, vardi eg meg og hugdi treystur upp á hana.
- Halt munn við tær! Tú er ikki í ordan!
Hetta er sjálvandi námsfrøði tá ið hon er best. Sama hvat hann ger, so er tað skeivt. Soleiðis er heimurin skipaður. Og burtur úr samskiftinum ímillum hesar ættarliðirnar - heimin hjá tí trúgvandi vaksna og smádronginum - kemur ein góð søga fyri og onnur eftir - og tær verða drignar á tráð í skaldsøguni.
Hvussu sunnudagskúlapedagogikkurin hilnast, kemur kortini ikki til sjóndar fyrr enn drongur fer at endurgeva tað, ið sagt verður - tástani sæst, hvussu nógv hann hevur skilt og í tí feltinum - ímillum tað, tann vaksni sigur, og tað, ið tann lítli skilir - liggur gjøgnumgangandi skemtið í bókini, og har liggur eisini tað álvarsemið, sum býr undir øllum.
Tann vaksni lesarin kennir, hvussu barnið man hava verið plágað og veit við sínum lívsroyndum, at hetta man fara at fortaka seg. Hetta er kreppa, sum so mangur hevur verið ígjøgnum. Tann vaksni smílkast sjálvandi eisni - tí hann sær, hvussu alt er fløkt í hesum lítla heilanum.
Var bara ein fani ella vóru teir fleiri?
Drongur verður t.d. í villareiði um fanan sjálvan. Hann hevur ein vinmann, - ein mentor - tað er Páll, sum er tvey ár eldri, og sum veit alt - og hann sigur honum, at tað er ikki bara í sunnudagskúlanum at fanin er, men summir fanar ganga í Vági: Teir roykja ball og snúsa og drekka spritt og Akvavelva, og onkur etur skósvertu. Tað eru teir fanarnir, sum larma um kvøldarnar og lokka fólk at synda. Tað vóru nógvir fanar í Vági. Og so kemur sjálvandi spurningurin: Mundi pabba eisini vera ein fani? Viðhvørt drakk hann spritt og larmaði til langt út á náttina.
Og so vóru tað onnur hugtøk til dømis helviti: Sunnudagsskúlalærarin kundi siga í helviti og til helvitis saman við gudsorðunum inni í sunnudagsskúlanum. Og vágbingar bóðu javnan hvønn annan sleppa sær til helvitis, men tá vóru tað illbønir, tí teir vóru uttan fyri salin. Og segði hann hesi orðini uttan fyri salin var glatanin vís. Og turrisliga viðmerkingin frá høvundanum er, at soleiðis lærdu vit móðurmálið so við og við, sunnudag eftir sunnudag.
Eg veit ikki, hvat sálarfrøðingar nú á døgum siga um tær myndirnar, sum myndaðu helviti og myndirnar av svávulpottinum har øll tey, sum synda, vórðu stoytt niðurí. Men tær hava eyðvitað gjørt mun í huganum á dreinginum.
Tær fortaptu sjelirnar vórðu trunkaðar saman í svávulblotanum og lógu og vríggjaði seg av pínu. Tær gríslaðu tenn og róptu í svárari neyð, sum Lásarus í fangi Ábrahams. Og hóast sjelirnar vóru deyðatystar, fingu tær ikki ein dropa at drekka. Ikki so mikið sum tað, ið kundi hanga við av vætu á ytsta liði á lítlafingri Ábrahams. Flestu sjelirnar vóru tannleysar og kundu ikki grísla. So mikið harðari róptu tær av pínu. Tað gav ein linna at grísla tenn. At rópa og nísta úr tómum gáki var heldur ikki betri fyri tostan. Eg segði við mammu, at tey máttu minnast at geva ommuni tenninar við í grøvina.
- Hví sigur tú so?
- So hon kann grísla tenn, um hon fer til helvitis.
Verður hetta greinað, so er tað ikki smávegis trauma, ið børn kunnu fáa av hesum. Og mangur man hava sannað, at tað tók sína tíð at rista hesar myndirnar av sær - og summi mundu ivaleyst fáa mein av tí.
Misskiljingar
Og so allar misskiljingarnar, sum koma í, tí hesin sami sunnudags-pedagogurin tosar hetta stuttliga málið við øllum teimum donsku orðunum uppií, sum eyðkendi gleðiboðskapin fyrr. Donsk orð og máliskur vórðu vavdar upp, so einki fantilsi var á. m.a. hevur syunnudagsskúlalærarin sagt, at "Tú skal hava eitt dadlufrítt lív á fold, vissi tú skal arva Guds ríki og hava ævigt lív!" Og so koma sjálvandi allar søgurnar um dadlurnar og syndina, men dadlurnar vóru ikki so hættisligar, tí tær vóru bara á jólum
Men tað eru aðrar tilvildir, sum passa saman og kunnu ræða lívið úr eini viðbreknari sál. Til dømis beint eftir, at sunnudagsskúlalærarin hevði fortalt teimum um tær síðstu tíðirnar, um skálina av vreiði og basúnina, sum tann sjeyndi eingilin hevði blást í,
tá legði ein kavaódn alla bygdina undir í kava og gleri. Stormurin fór ýlandi um fjallatromirnar, og tað hvein í elektrisitetsleidningunum sum í bandsagini úti á bedingini. Lyktapelarnir stukku av sum gras fyri líggja. Takplátur fóru sendandi millum húsini, og ein spikafeit kona fór í luftina. Gud tók hana upp til sín, akkra sum hann tók Elias profet upp til sín. Munurin var, at Elias profetur fór til himmals á einum eldvogni, og eftir tí, Páll hevði sæð, fór tann feita konan til himmals á eini trillubøru.
Hevur tú fyrst fingið at vita, at soleiðis revsar Guð tey, sum synda, og - so upplivir slíka ódn. So má tað vera Guð, sum er vorðin í øðini.
Aftur eitt gott dømi um, at hesar løgnu ræðusøgurnar kunnu seta ræðslu í lívið hjá smáum menniskjum - men hjá William Smith eisini við einari stuttligari næstan Storm P-líkari søgu í endanum um tað bollutu konuna í tillubøru á veg upp.
Eitt annað lív byrjar
Hetta fyrsta skeiðið í lívi hansara endar, tá ið ið mamman við øllum sínum børnum rýmir úr Vági til Tvøroyrar. Tað verður ikki gjørt so nógv burtur úr í uppgerðini, ið er framman undan hesi stóru avgerð - Helst tí, at smádriongurin hevur iki skilt so nógv av øllum - men at vera skildur í fimmtiárunum var ógvisligt tak. Men kortini sansa vit øgiliga dramatikkin, ið verið hevur, tá ið børnini seint á nátt fara umborð á Smyril og leggja seg millum kveylarnar at bíða til hann loysir morgunin eftir..
Sum hanin í Getsemane hava gól tríggjar ferðir, floytaði Smiril tríggjar ferðir, áðrenn hann fór frá kei. Meldurin frá skrúvuni kom upp úr dýpinum, og sjógvurin millum keiina og Smiril víðkaðist.
Og nakað seinni:
Eg hugdi inn á fjørðin. Bygdin var farin aftur um sýn. Smiril fór við mær út um Verðins Enda.
Og so byrjar nýtt skeið í lívinum hjá hesum smádreinginum, og søgan endar.