Til ber at broyta ráðaloysi til vón
Tá ið bókin kom á marknaðin, ið Jóhanna Andreasen legði fram á Orð og tónum fyrr í mánaðinum, og sum hon bersøgin skrivar um í dag, fingu vit bræv sendandi frá Oddny Eir Ævarsdóttur. Vit prenta brot úr brævinum her.
Eg eri so óendalig glað um, at tvær av mínum bókum skulu vera komnar út á føroyskum. Tað er onga aðrastaðni hent enn, men hóskar seg væl kortini:
Annar tráðurin í Jarðnáðum var hetta at hava tilknýti til jørðina í útjaðaraøkjum ella har, sum gróðurin er viðbreknastur, vakrastur.
Gróður, mál, gleði.
Blátt blóð sigur frá eini ráðaleysari kvinnu, sum er komin úr sambandi við sína egnu natúr, men knýtir seg aftur at henni aftur við mest sum at grava seg niður í jørðina.
Jarðnáðir endar eisini við hesi myndini. Ein kvinna í søguni eldist óvanliga skjótt, samlíkist við eina avgamla kvinnu, sum verður funnin í eini grøv frá miðøld. Men rísur síðani upp og ger av at vera glaðari enn hon hagartil hevur verið, at fegnast um lívið.
Tað er ta alkymiina, ið hesi verkini, nú á føroyskum máli eisini, royna at miðla: Hvussu vit kunnu broyta ráðaloysi okkara um til gleði og vón.
Ringferðin. Tann kvinnuligi ringformurin. Hetta, sum vil vera so róttøkt. At geva og taka ímóti. Vit taka í alt stóran mun bara ímóti í heiminum í dag.
Sjálvandi er tað umráðandi at kunna taka ímóti. Eg taki t.d. við hjartans tøkk ímóti hesum heiðurinum: at kunna lesa mín skaldskap á tykkara sjáldsama vakra máli, einum máli, sum er nærbundið at jørðini og sjónum – og íslendskum.
Eg var heilt ovfarin av føroyska bókaheystinum, tá eg kom til bókadagarnar í november í fjør, har vóru ótrúliga nógvar vakrar og væl frágingnar bøkur! Eg gleði meg stórliga til at koma aftur til Føroya onkuntíð og kanska síggja annað enn bara bøkur, vakurleikin trýtur so øllum førum ikki.
Kærastu heilsur
Oddný Eir