EITT TRÆ ER FALLIÐ –

Minnist meg rætt  tók Steinbjörn B., sáli, nakað soleiðis til, tá ið Erlendur Patursson fór.

Og hesi orðini hvukku líkasum fram fyri meg aftur í áðni, tá ið andlátini vórðu lisin í útvarpinum. Á middegi. Tvær kaldglöggar reglur,  ið staðfestu, at Kjartan Hoydal var farin.

05.05.2016
Carl Jóhan Jensen
Ymist

Ikki fyri tann skyld at deyðsboðini komu óvart á meg.  Ymiskt, sum hevur spurst heimanífrá, hetta síðani um ársskiftið, hevur alt borið at sama feigdarborði. Ella sum ein íslendsk skyldkona plagdi at siga: Það er nú meiri helvítis veikin. Hon meinti við krabban.

Men hinvegin.

Tá ið eg nú – og ikki heilt álvuligur við – seti  penn á blað her suðuri henda góðviðraða seinnapartin í mai, er tað kortini hetta við trænum, eg fyrst hugsi um. At eitt træ, at tann gjögnum öldir og sjórok arvaða kenslan hjá oyggjaskeggjanum fyri  trænum, er öðrvísi enn hjá meginlandsbúgvum. At eitt træ  –  har trö annars sjáldan vinna seg upp í hömiliuhædd av sínum eintingum  –  so  at siga er ein verð í sjálvum sær. Ja, enntá verðin sjálv í öllum sínum undarligu avbrigdum.  At í tí trænum hoyrist eitt serligt suð. Suðið av alheimsins veingjum.

Og tað kann av sonnum sigast um Kjartan Hoydal, at tað var eitt suð av verðini um hann. Henda mannin, sum av natúr var afturhildin í verumáta og gáin um seg í orðum, ja, viðhvört  sýntist at fyrisita sínar hugsanir næstan embætisliga. Men har var vit aftanfyri. Altíð. Bæði orð og hugsan. Innlit og eitt skarpsskygni, sum man hava gjört fleiri enn undirritaða heitan um skallan ofta.

Men tað sansaði tú skjótt í samröðum við Kjartan – og fyri mítt viðkomandi gjördust tær nakrar gjögnum árini –  hvussu lætt hann kundi taka teg á bóli við síni breiðu vitan. Næstan forargiliga lætt.  Tí mikla vitan hevði hann. Ikki bert um sítt fak og yrki, um fisk, politikk,  samfelag og sögu, men um so mangt annað eisini. Ikki síðst tá ið tað galt list og mentaskap. Hann hevði tað vit kalla smakkvísi, men til tað lítið tol við tí uppgjörda, við teirri óvitan, sum vil geva sær sjálvdömi í öllum.

Í samfelagsumröðuni lá honum nógv á at gera vegir fyri tí opna, útgreinandi orðaskiftinum. Fasthildin á síni sjónarmið, íðan hvat, men eisini nóg rúmligur til at geva sær far um og skilja tað, ið annar helt.

Frá einum rithövundarligum sjónarmiði var Kjartan tann góði lesarin. Lesarin, sum við sínum innsýni, sínum greiningarevnum og sínum vilja til umhugsaða og kanska ikki altíð væl lýdda stöðutakan er ein bráðneyðugur partur av tí samspæli, sum öll skapan krevur. Hvör ið hon so er – og  hvar.

Ja, eitt træ er fallið.

Tað kenst tómligt. Eisini hjá einum oyggjaskeggja í útlegd – í einum skógi.

Friður veri við minninum um Kjartan Hoydal.

Carl Jóhan Jensen

05.05.2016
Carl Jóhan Jensen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?