Tey ósjónligu eftir Roy Jacobsen
Tey ósjónligu eru tey á Barroy, - ósjónlig, tí tey av oynni síggja inn á meginlandið, har m.a. skúlin og Handilsvirkið eru, men av meginlandinum eru Barroy og barroyingarnir ósjónlig. Tað er nakað serligt at vera oyggjarskeggi. Bara oyggjarskeggjar skilja hetta, og tí nyttar ikki at tosa við onnur um tað. Oyggjarskeggjar hava heldur ikki fyri neyðini at tosa við hvønn annan um tað, tí tað er so eyðskilt.
Bókin Tey ósjónligu snýr seg um familjuna Barroy, sum býr á eini lítlari oyggj í Norðurnoreg við sama navni. Familjan telur abban, Martin, pápan Hans, konu hansara Mariu, dóttrina Ingrið og systur hansara Barbro, sum ikki er fullfør. Seinni kemur Lars, sum Barbro fær við einum svia, ið eitt skifti arbeiðir á oynni. Tey eru fimm fólk á oynni, tá ið søgan byrjar, og tey eru fimm á oynni, tá ið hon endar. Oyggjarbúgvarnir Barbro, Ingrið og Lars, og so systkini bæði Felix og Súsanna, sum Ingrið fær ábyrgdina av, tá ið hon er stórur tannáringur. Hon var genta í húsinum hjá teimum ungu hjúnunum á Handilsvirkinum, men tíðirnar eru ringar, og ungu hjúnini á Handilsvirkinum flýggja undan húsagangi til Amerika og lata børnini vera eftir. Søgan fer fram stutt fyri fyrra heimsbardaga og eini fimtan ár fram, tá ið tíðirnar eru vorðnar ringar, og kreppa hóttir allastaðni. Barbro og Ingrið eru báðar við frá byrjan, men Ingrið kann sigast vera høvuðspersónur, tí hon er tann, ið mennist. Hon er eisini tann, sum, tá ið søgan endar, tykist vera tann, ið skal koma í pápans stað og lyfta arvin eftir hann. Hann fekk jú ongan son, so kvinna kom í mans stað, men hann hevði lært hana upp, eins og hon hevði lært av royndum, - júst sum oyggjarskeggjar altíð hava gjørt. Tá ið søgan endar, er ein rúgva farin fram, nógv er broytt, sumt brotið upp úr nýggjum og sumt lagt aftur at varðanum, sum tey, ið undan vóru, laðaðu. Ingrið er í júst somu støðu, sum pápi hennara, tá ið tað var hansara lutur at standa fyri. Hansara fortreytir bygdu lutvíst á fedranna arv og arbeiði, eins og hann eisini troytti møguleikar samtíðin gav, og Ingrið tykist gera tað sama, tó at tað vísir seg á øðrvísi hátt. Tey halda fram at selja Handilsvirkinum tað, ið oyggin kastar av sær, men tá ið elsti maður á oynni er tólv, og hon sjálv neyvan tjúgu, so má ross út aftur í oynna, tí tað er hestaarbeiði at liva og yvirliva sum oyggjarbúgvi. Pápin skeyt rossið, tí tað var meira møði enn føði at hava tað á bási 8 mánaðir og til arbeiðis í 4. Ingrið hevur møguleika at gera øðrvísi, og tað ger hon. Mjólkarbátur er farin at sigla regluliga, og tí fær hon ross út um summarið, tá ið mest tørvur og nytta er í tí. Hon leggur nýggja búskaparætlan fyri oynna og skilur, at himinknøtturin sum pápin lærdi hana, at oyggin var læst føst í, gamaní passaði, tá ið tað snúði seg um illveður og at gera ta óbúnu, hjálparleysu gentuna trygga, men tá ið tað snúði seg um búgva og liva í oynni, so var talan um ein moyran flaka, ið ein støðugt mátti stríðast fyri at halda flótandi. Hetta skilur Ingrið, men hon sigur einki um ætlanir sínar, fyrr enn tær verða settar í verk. Hetta, tøgnina, hevur hon lært av pápa sínum. Eisini skipar Ingrið fyri, at húsini á Barroy verða málað á fyrsta sinni, og nú eru tey á Barroy ikki ósjónlig longur. Húsini eru vorðin eitt ýti hjá teimum, ið sigla framvið, og tey eru enntá vorðin sjónlig heilt av Handilsvirkinum.
Hvat sigur henda søgan so? Henda merkiliga søga, ið ikki er ein samfeld dramatisk gongd við hæddarpunkti, men heldur ein lívsspekilig lýsing, ein djúp og innilig lýsing av nøkrum gerandisløtum, sum skjótt kundu verið keðiligar, men als ikki eru tað, tí rithøvundurin dugir at siga sína søgu og letur allar persónarnar hava sína søgu. Hann leggur fram sannleikar og sannkenningar, sum vit øll skilja, men eisini vita, at vit kunnu hava ilt við at góðtaka, tí tað er so beiskur biti. Lív og lagna eru bonsk og bersøgin viðhvørt. Avgerðir verða tiknar uttan hjartalag, halda vit viðhvørt, men um alternativið er alra undirgangur, skal so tann, ið hevur dirvið og áræðið at heysa ella avhøvda ikki eiga reiðina? Og er tøgnin viðhvørt ikki tað einasta rætta, tá ið valið stendur millum at vera skotin ella hongd? Eg havi ikki svarið, men eg haldi, at oyggjarbúgvarnir á Barroy høvdu kunnað svarað. Kortini skulu vit ikki vænta tað, tí tøgnin tykist siga teimum nóg mikið. Kanska alt.
Frásøguhátturin er egin og setur sín serliga dám á tekstin. Longu setningarnir og mongu lýsingarnar, veður- og náttúrulýsingarnar, men eisini millummenniskjaligu lýsingarnar, eru djúpar og sigandi, tó at alt ikki verður breitt út. Í so máta hóskar frásøguhátturin til lyndið á oyggjarbúgvunum, ið ikki oysa orð úr sær. Sumt er bara hálvsagt ella næstan ósagt, og lesarin situr viðhvørt við meir vitan enn summir persónar í søguni, tí hann fær at vita sumt, sum onkur av søgupersónunum tegir burtur fyri hinum oyggjarbúgvunum. Alt hetta saman við so gerandisligum frásøgnum sum,
tá ið tey fingu vatn lagt inn,
tá ið tey fyri triðju ferð máttu sanka saman tilfar og smíða fiskahjallin,
sum illveðrið hevði tikið,
ella tá ið Ingrið fór av oynni at ganga í skúla.
Alt hetta gevur tekstinum eitt serligt huglag. Hetta eru brotmyndir og løtulýsingar, sum rúma ein ótroyttiligan lívsvilja og lívsmót, sum ein ikki fær latið vera við at vera hugtikin av. Bara ein, ið hevur serligar frásagnargávur og inniligan kunnleika til millummenniskjalig sambond, sálarfrøði og lívstreytir í slíkum útjaðara hetta tíðarskeiðið og í síni heild hevur møguleika at seta slíkar søgur fram sum skaldskap, og tað hevur Roy Jacobsen. Hann er útbúgving sosiologur, og tað kann vera, at tað saman við skaldskapargávunum gevur honum serligan førleika at lýsa og viðgera, sum hann ger. Vandin kann annars vera, at slíkar søgur verða kenslukroystar ella bara keðiligar, men her verður sagt frá við virðing, samhugi og samkenslu, samstundis sum eg sum lesari føli, at eg fái innlit, kunnleika og okkurt at hugsa um. Eg fekk nakað við at lesa søguna.
Ein kemur at kenna persónarnar og skilja teirra form fyri samveru, ið fyri stóran part byggir á dulda vitan og duldan lærdóm. Hetta fyribrigdið, sum ofta verður umrøtt í samband við vitan og førleikar hjá fólki við góðum handaligum evnum. Tey hava ikki fyri neyðini at tosa tingini sundur og saman. Tey avgreiða tingini, eru saman um arbeiðið og hava børnini uppi í arbeiðnum, tá ið tað ber til, og so lærir ein av royndum. Bert 4 ára gomul lærir Ingrið at fáast við æðudún við at taka eftir mammuni, og tá ið Súsanna vil læra at binda, sigur Ingrið við hana, at hon er ov lítil, men hon verður ikki víst til nakað annað. Hon verður biðin at hyggja at og telja eygu í staðin, og so kann hon fáa upp á stokkarnar, tá ið hon verður størri. Eitt annað dømi er, tá ið Lars á fyrsta sinni fer at selja vørur úr oynni. Bang Johansen, nýggi eigarin á Handilsvirkinum biður hann senda pápan, men skilur, tá ið drongurin svarar við at tiga, at hann hevur sagt okkurt býtt. Í staðin stendur 12 ára gamli drongurin, elsti maður í oynni, einki aftan fyri nakran vaksnan ella royndan mann, tá ið hann roynir at selja. Hann bjóðir Bang Johansen eina vøru í senn, og tá ið handilsmaðurin tekur av og spyr, hvussu nógv hann hevur at selja, letst hin ungi ikki um vón, men tryggjar sær bara, at hann sleppur at avreiða á Handilsvirkinum. Hvussu dugir hann hetta? Hvussu torir hann hetta? Helst hevur hann verið við á handilsferðum fyrr, og nú hann einki hevur í at velja, er bara at fóta sær sum frægast, annars er teimum ikki lív lagað úti í oynni. Hatta eru greiðu lívstreytirnar. Tað nýtist honum ikki nakran skúla at skilja tað, og hann fer ikki í skúla aftur. Oyggin er hansara skúli. Sama er galdandi við øðrum lívsins viðurskiftum, ið tykjast verða tøgd burtur, men viðhvørt ber okkurt bara ikki til; og er tað einki at snakka um, so verður tagt um tað. T.d. verður einki snakkað um, hvar Barbro hevur verið, tá ið hon rýmir av oynni í báti at finna sín svenska Lars. Øll halda seg vita, at hon er gingin burtur, og tá ið Ingrið spyr eftir henni, fær hon bara at vita, at hon kemur ikki aftur. Somuleiðis koma tey út fyri, at ein revsifangi kemur á oynna og krevur mat og innivist frá teimum. Pápin heldur einasta rætta vera at drepa hann, men í staðin verður hann rikin av oynni. Einki er horvið, stolið ella oyðilagt, men eftir tað kenna øll tað, sum at hann hevur rænt okkurt av tí týdningarmesta, tey áttu. Nakað, sum tey ongantíð kunnu fáa aftur. Pápin angrar, at hann ikki drap hann. Hvat er hetta fyri moralur? kunnu vit spyrja. Eg veit ikki, men kanska er tað rætt hugsað út frá teimum umstøðum, tey hava. Ein og hvør klárar ikki at liva á Barroy, men at tey eru rúmlig og hjartaligari enn tey flestu, kemur greiðast fram, tá ið eingin inni á meginlandinum, heldur ikki prestur, vil átaka sær at fostra børnini hjá Oskar og konuni á Handilsvirkinum upp. Tey verða latin upp í hendurnar á Ingrið, sum kort síðan er vorðin faðirleys og send út at tæna. Pláss er fyri teimum á Barroy, og tá ið mamman fer av oynni, sálarsjúk av at hava mist mannin, eru tey aftur fimm á oynni, og tá er Barbro, hóast ikki fullfør, álitið eina løtu. Sum elsta fólk í oynni troystar hon Ingrið, ið stendur eftir við øllum og veit, at alt stendur og fellur við, um hon finnur útav, hvussu tey skulu lívbjarga sær á Barroy. Ingrið er vorðin mamma at tveimum eftir lítlari løtu, og hon vil tað als ikki, men tað er ikki ein spurningar um tað.
Hesi fólkini eru serlig, tí tey liva á eggini. Tey eru bundin av náttúruni, sum tey bæði skulu geva seg undir og leggja undir seg. Alt, sum tey fáast við, er á markinum fyri, hvat ber til og ikki. Oyggin tolir ikki, at tað er yvirskipað, hvørki við fólk ella fæ. Viðhvørt kann hestur vera har og viðhvørt ikki. Barbro, sum ikki er fullfør, men kortini góð arbeiðskraft í summum lutum, kann vera har, men ein sálarsjúk kona, ið er til byrðu og vanda, má av oynni. Erling pápabeiggi er fluttur av oynni og hevur familju aðrastaðni. Tey koma at vitja, og tað er gott at fáa gestir og arbeiðsmenn viðhvørt, men tey trívast væl í sínum. Erling pápabeiggi kemur eisini eftir pápanum eftir hvørji jól, tá ið teir fara á lofotenfiskiskap. Hetta er neyðugt fyri at fáa endarnar at røkka. Og ta einu ferðina, tá ið pápin ikki fær farið orsakað av skaða, fer reiðskapurin við Erlingi pápabeiggja á fiskiskap. Hetta er fyri at fáa part, og restina av partinum tað árið hjálpist familjan við at fáa til høldar í oynni. Soleiðis eru treytirnar hjá oyggjarskeggjanum, og hann hevur skil fyri bæði at troyta og broyta tær.
---
Les eisini: Ein bergtakandi skaldsøga
---