Helena Dam á Neystabø fekk tiillutað 10-15 minuttir Mentanarnáttina at siga nøkur orð um William Heinesen. Hon gav okkum eina fína hugleiðing um heims- og heiðursborgaran í Havn. Raclip

Heimsborgarin og heiðursborgarin William  

Røða, ið Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs helt Mentanarnáttina 3. juni, tá ið bókin um myndlist Williams varð løgd fram.

14.06.2016
Jonhard Mikkelsen
Røður

William Heinesen varð føddur í 1900 og doyði í 1991. Hann livdi sostatt nærum heila øld í einum tíðarskeiði við altoyðandi kríggjum og kollveltandi broytingum – bæði í Føroyum og so sanniliga eisini úti í heimi. William Heinesen fylgdi væl við og dugdi at flysa blað fyri blað av heimssøgunar rama leyki og at siga søgunar, so at tárini runnu úr eygunum á havnarfólki, á føroyingum - og ivaleyst eisini á onkrum hissini heimsborgara, tá á døgum eins og nú á døgum.

 

Listamaðurin

Når nu min verden bliver kold og forladt
finder jeg trøst i min kæreste skat
klipper motiver med drømme og saks
papirsilhouetter af den fineste slags

Livet er langt
lykken er kort
salig er den, der tør give det bort

Domine et sanctus. Domine et sanctus

Hesin sangur “Pappírsklipp” og hesi ørindi hjá danska tjóðarskaldinum Kim Larsen runnu mær til hugs, tá ið eg varð biðin at siga nøkur orð um William Heinesen, skald, myndlistamann, tónlistamann, heimsborgara og heiðursborgara í Havn.

Og eg síggi beinan vegin øll tey fantastisku og dreymakendu pappírsklippini fyri mær, sum William arbeiddi við á sínum eldri døgum. Tú verður ongantíð liðug at leita í teimum og hyggja at hesum listarverkum, at keipum, litum, lívi, formum, skemti, erotikki, ótta osfr. Í teimum er ævinleikin, og í teimum eru allir lívsins frumspurningar og avbjóðingar.

Hvørki Kim Larsen ella William Heinesen vóru bornir at vera tjóðarskald, men endaðu sum tað báðir. Neyvan grunaði nakar á teirra yngru døgum, og allarminst teir sjálvir, at lívsleiðin fór at laga tað soleiðis – tí teir kína sanniliga ikki bara við, tvørturímóti.

Teir gera tað, sum listin er sett í verðina til - teir gera mótstøðu og uppreistur. Men teir megna eisini at bera alt saman við og at lýsa tað besta - sum vit eiga - tær vakrastu og mjúkastu kenslurnar.

 

Ráðleggingarfundur inni í Sornfelli, tussj, uml. 1962.

 

Mangan mundu bæði tekningar, myndir, søgur og skaldsøgur hjá Williami Heinesen arga føroyingar og havnarfólk, og kanska serliga tað betra slagið eins og trúarlívið.

Men William dugdi at leggja ein yvirberandi dám og eitt stillisligt kæti inn yvir revsingina á ein hátt, so at hon í størri mun rakti tað ævigu fáfongd, sum er so grundleggjandi og æviga menniskjanslig.

Dagurin í gjár og kanska serliga kvøldið legði júst teir somu droymandi pastell-litir yvir landið, sum eyðkenna so nógvar av myndum Williams, hetta gandakenda og gyklandi ljósið, har tey fornisku fáa lív, og vit føla okkum í pakt við eina størri og altfevnandi eind. Har dagsins triviella sundurlyndi missir áhuga og vald.

“Døden er livets geniale relief”, sigur besti vinmaður Williams, Jørgen Frantz, í einum av teirra mongu brævasamrøðum.

Og tað er júst hetta at seta orð, mynd og striku á teir drúgvastu og pínufullastu og tó sælastu mótstríðandi tættirnar í okkara tilveru, sum ger eitt stórt listafólk. Og at gera tað á ein einfaldan og sjálvsagdan hátt. Og tað er júst tað, sum hendir við strikuni hjá Williami. Hon er so leikandi einføld og djúp.

Dagurin í dag er ætlaður at heiðra myndlistamannin William Heinesen. Men tað er sum marglistafólk, at William Heinesen er okkara heimsborgari.

 

Rosenmeyer og Prop, tussj, 1971.

 

Heimsborgarin

Eg varð biðin í kvøld at hugleiða eitt sindur um William sum heimsborgara. Men hvat er so tað at vera heimsborgari?

Eg veit ikki, um William sjálvur metti seg sum heimsborgara, men tað er rætt, at hann ofta brúkti henda teknikkin at zooma inn. At zooma inn úr tí stóra, kosmiska og meira eksistentiella perspektivinum niður í tað lítla og inniliga. Inngangurin til Tornið við heimsins enda er kendur, eins og inngangurin til Glataðu spælimennirnar:

“Langt úti í tí kviksilvurlýsandi meginhavinum liggur eitt einsamalt, lítið, blýlitað land. Hetta evarska lítla landið er samanborið við stórhavið sum eitt sandkorn á gólvinum í einum veitsluskála. Men sætt undir sjóneyku er hetta sandkornið kortini ein heilur heimur við fjøllum, dølum, sundum og fjarðum, húsum og smáum menniskjum....”.

Kanska hugsa nógv, at William Heinesen telist millum teirra, sum av álvara hava sett Føroyar á heimskortið – og tí er hann heimsborgari. Men soleiðis hugsi eg ikki, at William sá tað sjálvur. Kanska hugsaði hann heldur, at hann vildi gera sítt til at draga “heimin” og “heimspekina” og “heimslistina” til Føroyar. Og alt tað, sum hendi og bilgdist har úti. Á politiska leikpallinum, í heimspeki, í tónlist, myndlist og bókmentafrøði. At fáa alt hetta eisini at hava týdning í Føroyum og fyri føroyingar.

Vit hava nógv at læra frá øðrum mentanum, og soleiðis er eisini í dag. Men kanska hava vit enn í dag lyndi til at ganga meira upp í, hvat okkara gestir halda um okkum, enn at vit spyrja okkara gestir, hvørji tey eru, og hvørjum tey kunna bidraga við.

William Heinesen samskifti nógv við norðurlendsk listafólk, skøld, ummælarar og bókmentafólk. Hann var hugtikin av heimspeki og tónlist og ikki minst var hann ómetaliga nærlagdur við skrivingini sum eitt handverk.

Eg var so heppin fyrst í 80unum at sleppa at lesa virðismikla og spennandi brævaskiftið millum William og Jørgen Frantz, sum tá var til skjals á Kongliga bókasavninum í Keypmannahavn. Og eg kann siga frá, at teir vóru rættiliga atfinningarsamir hvør móti øðrum, tá ið teir ummældu ritverkini sínamillum. Men teir stuðlaðu eisini hvør øðrum treytaleyst. Og ikki minst sigur hetta brævaskiftið ein heilan hóp um, hvussu stóran ómak teir gjørdu sær. Og so er tað eisini stuttligt at lesa.

Tann 18. Desember 1933 skrivar William bræv til Jørgen Frantz, sum beint frammanundan hevði avdúkað, at hann ætlaði at skriva eina skaldsøgu.

“Jeg fik dit brev í forgårs aftes, og samme nat drømte jeg at du havde købt en skriveblok der kostede 1600 kroner. Den var også mægtig kolossal. Men du fortalte, at du havde fået 30% rabat fra papirhandleren, Jeg huskede disse tal, da jeg vågnede.

Nå uanset hvilke procenter du vil kunne opnå, så køb en anselig skriveblok og begynd at udfylde den med din kendte skrift, ark efter ark, hver gang du har en ledig stund og er disponeret. Begynd så kommer der mere efter.

At skrive en roman, det er som at sne et snevej. Har først en smule sne sat sig fast, så vokser det hurtigt til en drive. I hvilken man så kan omkomme, hvis man ikke opnår det man havde sat sig i hovedet. Glædelig nytår...”

Teir halda fram at samskifta um bókmentaligu avbjóðingarnar, og William fær av at vita um “Blæsende Gry”, og tann 20. august 1934 sigur William millum annað:

“Ak, ja, hvor kunne der ikke skrives bøger om den tid... og de tider. Og de skal sgu skrives. Har vi ikke høstet andet udbytte af vore snart tredve årige skriverier, så har vi dog opnået en altlemæssig færdighed af høj rang. Vi behersker begge, lad det kun frimodigt være sagt, det danske sprog så godt som nogen hjemmefødt sprogmester. Hvilken værdi man ejer i en sådan færdighed, det gør man sig i almindelighed ikke klart. Og værdien må bringes til at leve og yngle.”

Og niðurstøðan í dag má vera, at William umsat sítt talent so vitborið og samvitskufult, at hann hevði uppiborið at blíva heiðursborgari í Havn afturfyri.

Hóast William kanska ikki sjálvur var eins vísur í, at hann sum myndlistamaður dugdi líka so væl sum við penninum, so talar bókin, sum verður givin út í dag, sítt egna týðiliga mál:

Hansara gróðrarríki myndaheimur hevur ríkað føroyska list. Og einki er at ivast í, at William eigur sín part av æruni fyri, at myndlistin mentist her á landi – myndlistin sum hann eisini skrivaði um, ummældi, kveikti og stuðlaði. Altíð við tí góða orðinum.

 

William og Lisa, 1985

 

Heiðursborgarin

Tessvegna var tað eisini at Tórshavnar Býráð á 80 ára føðingardegi Williams samtykti at gera William Heinesen til heiðursborgara í Havn. Og í býráðssalinum hongur skjalið við hesum teksti:

Tórshavnar Býráð

Í sambandi við 80 ára dag hansara og í takksemi um hansara skapandi og kveikjandi virki sum listamaður og serstakliga sum rithøvundur hevur Tórshavnar Býráð samtykt at gera William Heinesen til heiðursborgara í Tórshavn.

Hóast hann hevur ferðast víða um lond bæði sjálvur og í list síni, so hevur føðibýur hansara altíð verið tryggi miðdepilin í hansara fjølbroytta virki. Umframt við síni list at hava gjørt okkum kend við ein ríkan heim í okkara egna býi, hevur hann meira enn nakar annar gjørt bý okkara kendan um allan heim.

Tórshavn tann 15. Januar 1980

Undirskrivað hava:

Peter Christiansen, Leivur Johannesen, Essa Arge, Finnur Johannesen, Ebbe Mortensen, Peter F. Christiansen, Peter í Gong, Dánjal Larsen, Annfinn Debes, Jákup Sune Jacobsen, Sofus Sivertsen, Ingi Mohr og Heðin Mortensen.

Hugsi at William hevði elskað at sitið og eygleitt okkara løgnu og stuttligu atburðir í Havnargøtum í kvøld og í nátt. Og helst hevði onkur vitborin søga ella margtýdd mynd spurtst burturúr.

---

 

14.06.2016
Jonhard Mikkelsen
Røður

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?