Hjartaliga til lukku við M.A.J. Eydbii myndir

Edward er sum lundi í nebbasild

Eitt og hvørt listaverk hevur sína egnu søgu, hvørt teirra goymir at sínum egnu virðum, men stundum er tað gott at fáa tey savnað saman við greinandi teksti í einari bók.

15.11.2018
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Nils Ohrt gjørdi tað bragd at savna og greina listarligu gripirnar í kirkjukjallaranum í Klaksvík eftir Edward Fuglø og geva teir út í bók hjá Sprotanum. Verkið, Edward á hesum sinni er heiðraður fyri, brýtur evnisliga fullkomiliga frá øllum tí, vit annars seta í samband við hann.

Í bókini Boðskapurin í trænum hevur hann tulkað 10 kendar bíbliusøgur, sum hvørt mansbarn her á landi hevur hoyrt, men eingin av hansara tulkingum er stadnað í fastgróna fatan – hvør einstøk hevur sín sjaldsama Edward-vinkul. Umframt kirkjuligan symbolikk bregdar hann áminningar um kor og trega hjá føroyingum inn í stóru frásagnirnar við lutum, sum hvør ber sína søgu. Tað er so hegnisliga gjørt, at tú ivast í, um rustaði naglin av Skarði ikki ber eins stóra líðingarsøgu í sær og tann, ið negldi Jesus á krosstræið.

Edward er – fyri at sitera Tórodd – ferðamaður í egnum heimi, og sum ferðamaður í tí sjaldsama heiminum rakar hann við mangt og hvat, ið onnur ikki fáa eyga á. Vit kenna hansara pretnu lundar, skarvar í slipsi og lomvigaregg í makaleysum nýútgávum.

Sum hugflog er Edward sum lundin, ið stoytir seg í torvu av nebbasild og kemur aftur til okkara við sínum listaliga fongi og leggur fyri okkum. Hvørja einastu ferð, hann ger sínar ferðir, kemur hann aftur til okkara við makaleysum myndevnum, sum siga so rárar søgur, at tú undrast og ógvast og fegnast hvørja ferð.

Sjaldsamt, sum hesin stillføri klaksvíkingurin sveimar og skapar sínar episku søgur. 

Hjartaliga til lukku við M.A.J., Edward!

15.11.2018
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?