Hjartaliga tillukku við M.A.J. Katrin V. S. Mortensen

Rannvá er dulleiðandi og bramslig um somu leið

Fyrstu ferð eg fekk tilfarið hjá Rannvá upp í hendur – tað var annars í handskrivaðum líki í ógvisligum A3-broti við innlímaðum myndum – visti eg, at henda bók fór at verða væl fagnað millum teirra, ið virðismeta skaldskap í bundnum máli.

15.11.2018
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Teksturin birtist, sum tá ið tú ert á markinum millum vøku og svøvn. Greiðar ábendingar og ógreiðar niðurstøður, ið erta teg aftur og aftur og arga forvitnið – júst sum góð yrking skal.

Innihaldsliga eru reglurnar hálar, men myndirnar kveikjandi. Grafikkurin, ið bregdaður er inn í tekstin, setur á sín hátt skorður undir tekstin uttan at tulka hann, og hann eggjar eyguni.

Sólsmakkur ein long yrking um eina langa ferð, sum gongur frá kyrru ígjøgnum uppgang av ymsum slag, sum lýsir menniskju á rillandi tilverugrund, har tilveruljós og myrkur berjast, og myrkur onkur skifti køvir alt.

Skilji væl, at tú varð heiðrað fyri hetta verk, Rannvá.

Hjartaliga til lukku við M.A.J.

15.11.2018
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?