Orð og tónar á flaggdegnum
Heimslýrikkur og íslendsk krimi á føroyskum. Hetta verður yvirskriftin, tá ið Sprotin leggur tvær bøkur fram við Orðum og tónum á flaggdegnum kl. 20 í Perluni
Tann 23. apríl, á føðingardegi Alexandur Kristiansens, kom stórverk út. Fjøtrað á flogi - Heimslýrikkur. Bókin, ið telur 600 síður, hýsir týddum lýriskum perlum gjøgnum sløk trý túsund.
Bókin DNA eftir Yrsu Sigurðardóttir fekk Palle Rosenkratz-heiðurslønina í 2014 sum ársins brotsskaldsøga. Hevur tú dirvi, og ert tú drigin at grimd og ísakøldum óndskapi, so er hetta ein bók fyri teg. Og nú ber til at lesa hana á føroyskum. Jákup Sørensen hevur týtt.
Skráin verður hendan:
- Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, fer at hugleiða um stórverkið, ið Alexandur Kristiansen hevur latið úr hondum og sum má metast sum ein sannur gripur.
- Oddfríður Marni Rasmussen tosar um týðingarnar hjá Alexanduri.
- Jákup Sørensen fer at hugleiða um tað at týða og nemur við bókina og krimiskaldskap sum heild.
- Tónleikinum í kvøld skipar ein strúkarakvartett fyri.
Kom oman í Perluna hóskvøldið til 'Orð og tónar'. Set teg upp afturá. Njót løtuna. Fá tær ein kaffimunn, eina øl ella eitt glas av víni afturvið.