Góða systir - bókaframløga í Løkshøll

Leygarkvøldið 17. august kl. 19 verður hjartanemandi bókin Góða systir løgd fram í Løkshøll í Runavík.

12.08.2019
Sonja Kjølbro

Hetta er ein heilt serlig dagbók, ið Margit Baadsager hevur skrivað til systir sína Arnvør, ið gjørdist sjúk av heilakrabba.

 Brot úr bókini: 

"Tá ið vit høvdu hugnað okkum og arbeitt í nakrar tímar, gingu vit okkum ein túr. Vit tosaðu um Ph.D.’ina. Um hvussu løgið tað var, at hon stóð føst. Ókent fyri hana at hava tað so. Hon segði, at hon hevði hoyrt onnur tosa um at raka múrin. Hon hevði ikki sæð nakran múr – fyrr enn nú. Kanska var hetta tað, tey tosaðu um? Orðarætt segði hon: –Um eg ikki visti betur, hevði eg hildið, at eg hevði ein heilaknykil.” 

Skráin fyri kvøldið er bæði áhugaverd og fjølbroytt. Umframt at Eydna Skaale fer at práta við Margit um bókina og tilgongdina, fer Meinhard Jensen at siga nøkur orð og kórið Fljóðljóð og sangbólkurin Salt fara at syngja.

 Eftir tiltakið verður kaffi at fáa og bókin fæst til keyps fyri serprís.

 

12.08.2019
Sonja Kjølbro

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?