Debutantur og veteranur í Reinsarínum hóskvøldið

Hóskvøldið 26. septembur kl. 20 verða Orð og tónar í Reinsarínum. Ikki færri enn tríggjar bøkur verða lagdar fram, og málið verður bundið so væl sum óbundið.

22.09.2019
Sjúrður Juul Ravnsfjall
Orð og tónar

Tveimum av bókunum eigur Heðin M. Klein sín part í. Ein er úrvaldar yrkingar eftir nobelheiðurslønarvinnaran Nelly Sachs. Eitt einastandandi gott úrval, sum hann hevur týtt. Hin er eitt nýtt sjaldsamt yrkingasavn, sum nevnist Mær er so ymiskt. Birgir Kruse fer at tosa við Heðin M. Klein um hesi verkini.

Triðja bókin er Gloymdur" sum er fyrsta skaldsøga, ið journalisturin Solby A. Christiansdóttir, hevur skrivað. Bókin, ið byggir á veruligar hendingar, setir spurningin, hvussu tað kann bera til, at eitt mistak í sjúkrahúsverkinum elvir til, at ein maður nú liggur til at doyggja. Hvør hevur ábyrgdina? Óluvá Zachariassen prátar við Solby A. Christiansen um fyrstu bók hennara.

Flóvin Viderø, ið er háaktuellur við nýggjum staklagi, fer at standa fyri tónunum.

---
 
Orð og tónar er er ókeypis tiltak, ið verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20 til á leið 22 á Reinsaríinum. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.
 
Kom oman á Reinsaríið hóskvøldið til 'Orð og tónar'. Set teg upp afturá. Njót løtuna. Fá tær ein kaffimunn, eina øl ella eitt glas av víni afturvið.

22.09.2019
Sjúrður Juul Ravnsfjall
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?