Jenis og Zweig

“Latið okkum møta tíðini, sum hon møtir okkum.”

- Shakespeare, Cymbaline

23.10.2019
Sára Mikkelsen
Ymist

Orðini hjá mentamálaráðharra okkara, Jenisi av Rana, um, at menniskju, ið ikki eru eins og hann, eru ónormal, fingu meg at hugsa um ymiskt av tí, ið Stefan Zweig skrivaði í bók síni Heimurin, ið var. Hugsaði hetta í sambandi við Minority Film Festival í farnu viku. Eitt fantastiskt tiltak, ið eftir øllum at døma er harðliga tiltrongt.
 
Heimurin, ið var er mentanarlig biografi um Stefan Zweig sjálvan. Mentanarlig, tí at hon nemur ikki nógv við persónliga lív hansara, men hon snýr seg um listina, vakurleikan, menniskjað, og hvussu hildið varð, at mentanin var hin brynjandi verndin ímóti niðran og mannminkan. Zweig sigur, at samtíðin gav sær ikki far um, at stórar, avgerandi rørslur fóru á strok, tí at frælsi og javnstøða vóru grundlógartryggjað rættindi, enntá eiðsvorðin. Høvdu vit ikki hin kirkjuliga flokkin? – og hin væl skipaða sosialdemokratiska flokkin, sum hevði hálva tjóðina aftan fyri seg? Og vóru teir ikki tað kirkjuligir, at teir hvassliga fóru at mótmæla, nú tey týsku kristnu hjá Hitler opinlýst søktu at kristindóminum og beinleiðis og orðarætt kallaðu føraran ‘Mætari enn Kristus’? Vóru ikki Bretland, Frakland og fólkasambandið verjar ríkisins?
 
Grundlógartryggjað rættindi vórðu rykt undan fótum jødanna, og eftir fleiri ár í útlegd, gjørdi Zweig av at taka lívið av sær. “Ein og hvør burturflyting skúgvar undir javnvágina, og hon fer av lagi. Tann kroppur, ið áður var fattur – og eisini tað má upplivast – gerst hokin, tá ið ein ikki longur hevur fast undir føti, og fyri tær sjálvum gerst tú ótryggur og mistrúgvin ... upprunaligi samleiki mín, tann, eg var, men nú eri, hevur koyrt meg av kós.”
 
“Gævi, tað aftaná ta longu náttina fer at eydnast tykkum at síggja morgunroðan! Sjálvur havi eg ikki tol at bíða. Eg fari alt fyri eitt.”
 
Hetta elvdi nógvar syrgiligar lagnur. Syrgiligar lagnur, tí at tey vórðu skýrd ónormal. Tey vórðu ikki góðtikin av samfelagnum og einamest av teimum, ið prædika harðast um at elska næsta sín. 
Tá ið ein persónur kanska frammanundan stríðist við at gerast fríur inni í sær sjálvum og fær skarn kastað eftir sær frá samfelagnum, tá legst steinur oman á byrðu.
 
Man má verja sítt frælsi, tað innara eins og tað uttara. Og vit mugu verja menniskjavirðið. Skulu vit tí veruliga góðtaka, at vit hava ein mentamálaráðharra, ið kallar okkara minnilutar fyri ónormalar?
 
Eg ivist í, um tað er ræðslunar kvørkratak, ið fær fólk at úttala seg, tí at bíblian talar greitt.
Evangeliið eftir Matteus, kap. 7, ør 1-2 sigur:
"Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd, og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.”
 
Í brævi Paulusar til samkomuna í Róm, kap. 14 stendur:
1. Takið ímóti honum, sum veikur er í trúnni, uttan at seta tykkum til dóms um áskoðanir hansara!
10. Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Vit skulu jú øll standa fyri dómstóli Guds.
12. So skal tá hvør av okkum gera Gudi roknskap fyri seg sjálvan.
13. Latið okkum tí ikki longur døma hvør annan! Nei, fellið heldur tann dóm, at eingin má leggja ástoyt ella fellu fyri bróður sín!
 
Zweig sigur, vit skulu kenna mótsetningar við sama virði, ongar omanfyri og ongar niðanfyri.
Vit vera noydd at víðka sjónarringin, eingin er eins – tíbetur – og sama, hvussu roynt verður at trýsta onnur niður, so oyðleggur tað bara, tað umvendir ongan. Og er tað ikki rættvíst, at tað er Harrin, ið skal siga okkum, tá vit standa við Perluportrið hjá Lyklapæturi, hvønn veg vit fara og ikki mentamálaráðharri okkara í løtuni? At honum ikki dámar LGBTQI og alt annað, ið ikki er við í hasum bókstavunum, er í lagi. Mentmálaráðharrin hevur rætt til sína meining, men at seta seg á landsins hægsta pall og niðra minnilutar, tá má onkur tala at. Tað er ov einfalt at arbeiða við snævurskygni. Og Benedetto Croce helt, at einki er skaðiligari fyri eitt hugsandi menniskja enn vantandi mótstøða.
 
Her hevur tú eitt handrit, ið gerst halgigripur – hjá tær og mongum øðrum. Men soleiðis er heimurin ikki skrúvaður saman hjá øllum. Mong eru samd við Allah ella Buddah, og onnur eru samd við Zweig. Av øllum heimsins djúpu og óloysandi gátum verður skaparverkið verandi hin loyniligasta, tí náttúran sýtir fyri at lata seg eygleiða – hvussu jørðin varð til, hvussu ein lítil blóma, ein yrking ella eitt menniskja verður til, vil hon ikki avdúka. Náðileys og treisk dregur hon tjaldið fyri, og hvørki yrkjari ella tónleikari kann greiða frá sínum íblástri.
 
Hetta er ein lítil áheitan á landsins politikkarar um at virða fólkið, ið her býr. Og ikki at góðtaka, at happing fer fram. Tað er tað allarminsta, tit kunnu gera.
 
-----
 
Heimurin, ið var er um menniskja, áhuga, tokka, kærleika. Alskur til vitan og fotvitni. Ein heiðran til alla mentan og list.
 
“... einki í heiminum hevur størri týdning enn tað blíða ljóðið, men sum kortini køvir alt hitt, tá ið eitt rímorð leggur seg at einum øðrum, hetta ófatiliga ljóðið – eins spakt og tá ið eitt blað dettur av trænum – men kortini nemur tað tær fjarastu sálir, ið tá fara at titra.”  
 
Góði Knút, takk fyri at tú við tíni sjaldsama góðu týðingarevnum hevur fingið okkum megnarverkið Heimurin, ið var eftir Stefan Zweig út á føroyskum. 
 
“Latið okkum møta tíðini, har hon møtir okkum”, segði eg og gjørdi orð Shakespeares til míni. “Vil hon tær nakað, so lat vera við at verja teg! Tað besta, tú hevur, tað lív, tú hevur livað, kann hon ikki taka frá tær.”
 
Bókin fæst til keyps her 

23.10.2019
Sára Mikkelsen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?