Hetta er Rósa, ið vann myndakappingina

Myndakappingin!

Ullinti maskottur okkara Kekk hevur havt eina myndakapping á facebook-vanganum. Hann vildi vita hvørjum øðrum ferføttum kelidjórum dámar líka væl at lesa sum hann og vildi hava viðmerking við mynd av ferføtta vininum saman við eini bók. Tey, sum hava viðmerkt, vóru við í lutakastinum um 1984 eftir George Orwell, og vinnarinir vórðu Rósa og Finn Kenneth Mohr.

Takk fyri, at tit vóru við, øll somul, og takk fyri tær heilt ótrúliga fittu myndirnar. Allar myndirnar eru viðfestar niðanfyri.

28.03.2020
Kekk

V I N N A R I N   Finn Kenneth Mohr: Rósa má enn gera skúlating, sjálvt um hon bara er heima fyri tíðina.

 

Margit Joensen: "Hvar hevur tú fingið fatur í hesari? Hesa havi eg ætlað mær at lisið leingi!"

 

Martin Joensen: Luna svølgdi livurpostei ... orsaka, eg meini Jóanes Nielsen í einum.
Næstur stendur Carl Jóhan á skránni.

 

Jógvan Isaksen: Fyrri hundurin hjá okkum, Plys, hevði tikið donsku útgávuna av “Gráur oktober” við oman á sandin. Hann var tó ikki greiður yvir, at tað er ikki siðvenja at lesa eina bók í sjóvarmálanum. Nú er ætlanin at læra okkara nýggja hund, Othello, sum er meinlíkur Plys, hvussu bøkur skulu handfarast.

 

Jákup Olaf Jacobsen: Oskar, nú ein eldri harri, fær sær ein turbo-lúr millum kapitlarnar.

 

Turið S Durhuus: DNA er barasta soo spennandi, so Snar lovar ongum øðrum framat bókini.

 

Turið S Durhuus: Simba fekk endiliga bókina fyri seg sjálvan.

 

Gyðja Tróndardóttir: Bailey elskar at balla seg við einari góðari bók ein illveðursdag.

 

Harda Emma Skoradal: Plett hevur lisið søgu fyri gentunum í húsunum.

 

Julius Biskopstø: "Eg havi ikki tíð, eg skal upp í roynd sum bilmekanikari, tá ið Korona er av!”

 

Tordis Kristina á Rógvi: Bastian vil bara sleppa at lesa Hinumegin garðin í frið.

 

 

Hans Kristian Eyðunsson Hansen: So orkar Muse ikki Asimov meir.

 

 

Paulina Jóhansdóttir: Uffe elskar allar myndabøkur. 

 

Jóannes Mikkelsen: Boyggi ELSKAR seyðabókina.

 

Paulina Jóhansdóttir: Ludvíg dámar væl føroyska list.

 

 <3

28.03.2020
Kekk

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?