Orð og tónar LIVE í kvøld kl. 21.00

02.04.2020
Sprotin
Orð og tónar

Knút Háberg Eysturstein fer at leggja fram og hugleiða um bókina “Heimurin, ið hvarv – útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin”

Bókin er ein ferð niður í søguna um okkum, tjóðskapartilgongdina og samleikamenningina, seinna veraldarbardaga og útlegdina sum grundleggjandi lívstreyt í modernitetinum. Úr hesi útlegdini syngur Regin Dahl til okkara. Hann er sum rødd, ið rópar úr oyðimørkini. Viðkomandi, nú hvør ein føroyingur so at siga er í útlegd í egnum heimi nú á døgum.

Aftur at sær hevur Knút Teit Lassen, ið fer at syngja og spæla.

Leinkjan til konsertina: https://torsgota.fo/stroyming/

 

 

 

02.04.2020
Sprotin
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?