Kóka bjørn

Framúrskarandi søgulig krimisøga og dramatisk siðalýsing við Norðursvøríkis vakra landslagi sum baktjaldi. Mikael Niemi hevur skrivað eina av størstu bókmentaligu upplivingunum í 2019.

02.09.2020
Sprotin
Bókaprát

Kengis 1852. Tá ið illa viðfarna líkið av einari ungari kvinnu verður funnið úti í mýrini, kenna øll seg sannførd um, at tað er ein vandamikil óð bjørn, sum hevur dripið hana. Prósturin Lars Levi Læstadius er tó langt frá sannførdur, og saman við fostursyni sínum, unga sámanum, sum eitur Jussi, fer hann undir at seta gátuna saman petti fyri petti. Tá ið ein genta afturat verður álopin, stúrir prósturin fyri, at ein gerningsmaður haðan av leiðini er tann seki.

Men tað var prósturin, ið fann tað. Komin eitt fitt petti út í slafsandi kerið gjørdi hann eitt snjalt bríksl, sum hann hevði lært seg á ungdómsárum sínum í Kvikkjokk. Eg skundaði mær beinan vegin yvir til hansara. Vatnið spruttaði, so eg varð vátur upp á lørini. Tá ið eg kom nærri, sá eg, hvussu prósturin bukkaði seg niður við høvdinum óstúttum og hondunum styðjandi móti knøunum. Tað var á at líta, sum var tað brádliga farið at øra fyri honum. Hann peikaði niður í ein av mýrihyljunum. Vatnið var kølsvart, uppúr kom grái endin undan á onkrum, sum kundi verið ein lítil mýrifura. Men her so mikið nær sá eg, at tað var ein av hesjusteyrunum úr løðuni. Steyrin var sokkin so mikið djúpt niður í móruna, at tú gáaði næstan ikki um hann.
Prósturin tók um steyran og rinkaði hann. Í myrku móruni blaktraði okkurt ljóst, okkurt, sum minti um hoyggj.
Men so skilti eg alt í einum ræðslusligin, at tað var hár …


Mikael Niemi er meistaraligur frásøgumaður og hevur við ’Kóka bjørn’ skrivað ein sterkan lagnuleik, sum fer undir húðina. Bjørnin verður bæði ein ímynd av ótamdari náttúrumegi, villskapi og tí ónda menniskjanum, men eisini ein ímynd av einum sámiskum mentanararvi undir trýsti frá svenska samfelagnum – bara bjørnin verður kókað nóg leingi, fer hon til endans at detta sundur, so at bara feldurin er eftir.


Skaldsøgan hevur fastatøkur á veruliga persóninum, vekingarprædikaranum Lars Levi Læstadius, sum fekk so ómetaliga ávirkan á norðursvenska samfelagið. Læstadius var hálvur svii og hálvur sámi og bæði skilti og talaði tí sámiskt, og hevði tí lætt við at kunna seg við bæði svenska og sámiska mentan. Við prestavirksemi sínum í økinum ávirkaði hann alt samfelagið við toruprædikum sínum og serligu vekingarmøtunum uttan fyri kirkjunnar eftirlit. Samstundis var hann ein fjølbroytt persónsmenska, sum dyrkaði plantufrøði og hevði áhuga fyri nýggju viðrakingunum í tíðini. Lýsingin hjá Niemi av honum er framúr góð, eisini av sámiska dreinginum Jussa og fleiri av hinum týdningarmiklu persónunum í skaldsøguni.
Tað er eyðsæð, at Niemi hoyrir upp í heimsins bestu frásøgufólk. Fáur dugir sum hann at seta saman eina fjøltáttaða skaldsøgu við framúrskarandi náttúru- og persónlýsingum, taka eina stóra karismatiska persónsmensku sum Læstadius uppí, siga ta ræðuligu søguna um sámanna vesaligu kor í Norðursvøríki og enntá knýta tað saman í krimiplott eftir tátíðarinnar fyritreytum. 
 
KÓKA BJØRN, ið er um 476 síður, er fyribils seld til 15 onnur tungumál og hevur fingið óvanliga góð ummæli.
 
Í Danmark hava stóru bløðini Berlingske, Fyens Stiftsstidende og Jyllands-Posten øll givið Kóka bjørn 5 hjørtu ella stjørnur av 5. Í Noregi hava VG, Adresseavisen og Dagbladet givið bókini 6 stjørnur av 6, og í Svøríki hevur bókin verið stórliga fagnað og vunnið størstu viðurkenning, sum er Augustpriset. 
 

MIKAEL NIEMI er føddur í 1959 og býr í Pajala. Hann gjørdi fyrstu ferð vart við seg sum høvundur í 1988 og hevur bæði latið verk á bundnum og óbundnum máli úr hondum umframt leikrit. Í 2000 fekk hann stóra gjøgnumbrot sítt við ”Populärmusik från Vittula”, sum hann eisini fekk svensku August-virðislønina fyri.    
 

02.09.2020
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?