Filmurin um Tjernobyl frá 2019 er fyri stóran part grundaður á hesa bókina. Sprotin

Bøn fyri Tjernobyl

Tjernobyl-vanlukkan hendi tann 26. apríl 1986. Ringasta kjarnorkuvanlukka, sum nakrantíð er hend, og hon dálkaði tríggjar fjórðingar av Evropa.  

02.12.2020
Sprotin
Bókaprát

Hetta er fyrsta bók, sum sigur frá persónligu sorgarleikunum. Niðurbræðingin ávirkaði øll. Ikki minst sløkkiliðsmenninar, sum vórðu sendir beint inn í hetta helvitið at basa geislingini. Tað eru teirra søgur, vit hoyra í hesari skakandi bókini.

Filmurin um Tjernobyl er fyri stóran part grundaður á hesa bókina.

 

...

Hvussu ómetaliga stór var vanlukkan?

Narodnaja Gazeta, 27. apríl 1996

“Tann 26. apríl 1986 klokkan 01.23.58 oyðiløgdu fleiri spreingingar reaktor nr. 4 á ukrainska kjarnorkuverkinum í Tjernobyl, tætt við markið til Hvítarusslands. Vanlukkan í Tjernobyl gjørdist tann størsta tøkniliga vanlukkan í søguni um kjarnorku í 20. øld.

Fyri lítla Hvítarussland (við 10 milliónum íbúgvum) var tað ein tjóðskaparlig vanlukka, hóast landið sjálvt ikki átti eitt tað einasta kjarnorkuverk. Hvítarussland er enn landbúnaðarland, og fólkið býr fyri tað mesta í bygdum. Undir øðrum heimsbardaga týndu týskarar 619 bygdir og fólkið, ið búði har. Eftir Tjernobyl misti landið 485 bygdir og býir, og 70 prosent av teimum er tyrvdar í ævigar tíðir. Undir krígnum doyði fjórði hvør hvítarussari, nú býr fimti hvør í dálkaða økinum. Tað eru umleið 2,1 millión fólk og av teimum 700.000 børn. Geisling er størsta orsøkin til fallið í fólkatali í Hvítarusslandi. Í teimum ringast raktu økjunum, Gomel og Mogiljov, er talið á deyðum 20% hægri enn talið á føddum.

Vanlukkan í Tjernobyl varpaði 50 milliónir curie (Ci) av geislavirkni út í lofthavið, av teimum vóru 70 prosent uppi yvir Hvítarusslandi. 23 prosent av landsins vídd er dálkað við cesium-137 við oman fyri 1 Ci/km2. Til samanberingar vóru 4,8 prosent av Ukraina dálkað og 0,5 prosent av Russlandi. Meiri enn 1,8 milliónir hektarar av landbúnaðarjørð eru dálkað til 1 Ci/km2 ella hægri; umleið ein hálv millión hektarar eru dálkaðir við strontium-90 til 0,3 1 Ci/km2 ella hægri. 264 túsund hektarar av landbúnaðarjørð kunnu hvørki nýtast til landbúnað ella húsdýrahald. Hvítarussland er land við skógum, men ein fjórðingur av skógunum og meiri enn helmingurin av ongunum í áaroyrunum við áirnar Pripjat, Dnepr og Sozj er í økjunum, sum eru dálkað við geislavirknum evnum.

Úrslitið av støðuga árininum av smáum nøgdunum av strálum er, at krabbameinssjúklingar verða alsamt fleiri, eisini seinment børn, nevropsykiatriskar líðingar og arvalig úrbregði ...”

Greinin “Tjernobyl” í Belorusskaja

Entsiklopedija (Minsk 1996), s. 7, 24, 49, 101, 149

“Frágreiðingar vísa, at sagt varð frá øgiligari umhvørvisgeisling tann 29. apríl í Póllandi, Týsklandi, Eysturríki og Rumenia, tann 30. apríl í Sveis og Norðuritalia, tann 1. og 2. mai í Frankaríki, Belgia, Niðurlondum, Stórabretlandi og norðara parti av Grikkalandi og tann 3. mai í Ísrael, Kuveit og Turkalandi.

 

Gasskend og hvørvin evni vórðu skotin upp í luftina og spjaddust um alla jørðina. Tann 2. mai vórðu tey skrásett í Japan, tann 4. mai í Kina, tann 5. mai í India og tann 5. og 6. mai í USA og Kanada.

Styttri enn eina viku eftir var Tjernobyl vorðin ein alheims trupulleiki.”

...

Brot úr einari frásøgn:

Ein einsamøll mannarødd
 
Eg veit ikki, hvørjum eg skal siga frá ... Um deyða ella kærleika? Ella er tað tað sama? ... Hvørjum skal eg siga frá?

Vit vóru nýliga gift. Tá ið vit gingu á gøtuni, leiddust vit, sjálvt um vit bara skuldu út at keypa. Vit vóru altíð saman. Eg segði: “Eg elski teg.” Men eg visti ikki enn, hvussu høgt eg elskaði hann. Eg dugdi ikki at ímynda mær tað ... Við búðu í einum arbeiðarakollegium, har allir íbúgvararnir vóru brandmenn, eins og hann var. Vit búðu á aðru hædd saman við trimum øðrum, ungum familjum og høvdu felags køk. Og niðriundir, á fyrstu hædd, vóru brandbilarnir. Teir reyðu brandbilarnir. Tað var tað, hann fekst við. Eg visti altíð, hvar hann var, og hvat hann gjørdi. Mitt um náttina hoyrdi eg gang. Onkur róptu. Eg hugdi út ígjøgnum vindeygað. Hann sá meg og segði: “Lat vindeyguni aftur og far í song. Tað er eldur á kjarnorkuverkinum. Eg verði skjótur aftur.”

Eg sá ikki sjálvan brestin. Bara logarnar. Tað tóktist, sum lýsti alt ... Allur himmalin ... Høgir logar. Ein rúgva av sóti, ein øgiligur hiti. Eg bíðaði og bíðaði eftir honum. Sótið kom úr tí brennandi asfaltinum, sum tekjan á kjarnorkuverkinum var klødd við. Seinni segði hann mær, at tað var sum at ganga í heitari tjøru. Teir sløktu eldin, men hann kom undan aftur aðrastaðni. Teir sparkaðu tær logandi grafittpláturnar niður ... Teir vóru ikki í verjubúna, tá ið teir fóru av stað. Teir vóru bara í troyggjunum, teir vóru í, tá ið boð var eftir teimum. Eingin ávaraði teir. Boð vóru bara send eftir teimum, sum var tað ein vanligur eldur.

Klokkan gjørdist fýra. Fimm. Seks. Klokkan seks skuldu vit koyra heim til foreldur hansara at seta eplir niður. Frá okkara býi Pripjat í Ukraina til bygdina Sperizsje, har foreldur hansara búðu, vóru fjøruti kilometrar. Sáa og pløga ... Tað elskaði hann ... Mamma hansara mintist ofta afturá, at tey ikki vildu hava hann at flyta til býin. Tey bygdu enntá eini hús til hansara. Hann varð innkallaður til herin. Hann gjørdi herskyldu í Moskva, í brunadeildini, og tá ið hann kom aftur, vildi hann bara vera brandmaður! Hann vildi einki annað.

(Hon tigur)

Onkuntíð er tað, sum hoyri eg rødd hansara ... Sum er hann livandi ... Sjálvt fotomyndir rína ikki á sama hátt við meg sum rødd hansara. Men hann rópar ongantíð á meg. Og sjálvt í dreymum ... Er tað bara eg, sum rópi á hann ...

Klokkan sjey um morgunin ... Klokkan sjey søgdu tey mær, at hann var á sjúkrahúsinum. Eg rann hagar, men ein ringur av politistum stóð kring sjúkrahúsið, og teir lovaðu ongum inn. Bara sjúkrabilar sluppu at koyra inn. Politistarnir róptu: “Haldið tykkum burtur frá bilunum, geigerteljararnir gerast ørir.” Har var ikki bara eg. Allar kvinnurnar komu rennandi, allar, sum áttu menn, ið høvdu verið á kjarnorkuverkinum um náttina. Eg leitaði eftir einari, eg kendi. Hon arbeiddi sum lækni á sjúkrahúsinum. Eg tók í hvíta kittilin, tá ið hon steig úr einum sjúkrabili: “Lova mær inn!” “Tað fái eg ikki! Hann sær ræðuligur út. Tað gera teir allir.” Eg vildi ikki sleppa henni: “Eg ætli mær bara at síggja hann.” “Ok, meðni,” sigur hon, “kom so av stað. Men bara í fimtan til tjúgu minuttir.” Eg sá hann ... Ómetalig hovin og uppsvølpaður ... Eyguni vóru næstan horvin ... “Honum tørvar mjólk, nógva mjólk!” segði hon, eg kendi. “Teir skulu drekka í minsta lagi tríggjar litrar.” “Men hann drekkur ikki mjólk.” “Tað ger hann nú.” Nógvir læknar, sjúkrasystrar, serliga portørar á sjúkrahúsinum fóru at vera sjúk um stutta tíð. Tey fóru at doyggja. Men tá vistu tey einki.

Klokkan tíggju um morgunin doyði Sjisjonok, ein av teimum, sum arbeiddi á kjarnorkuverkinum. Hann var tann fyrsti, sum doyði ... tann fyrsta dagin ... Vit hava hoyrt, at har var ein annar, Valera Khodemtjuk, sum sat fastur undir toftunum. Tey fingu hann ongantíð út. Hann varð jarðaður í betongi. Men enn vistu vit ikki, at teir vóru bara teir fyrstu ...

Eg segði: “Vasja, hvat skal eg gera?” “Far hiðani! Far hiðani nú! Tú ert við barn.” Eg var upp á vegin. Og hvussu skuldi eg kunna fara frá honum? Hann bønaði og bað meg: “Far av stað! Bjarga barninum!” “Eg skal fyrst fara eftir mjólk til tín, og so kunnu vit hyggja nærri at tí.”

Vinkona mín Tanja Kibenok kom rennandi ... Maður hennara var innlagdur á somu stovu. Hon hevði pápa sín við. Hann hevði koyrt hana. Vit lupu inn í bilin og koyrdu til næstu bygd eftir mjólk, umleið tríggjar kilometrar uttan fyri býin. Vit keyptu eina rúgvu av trílitursdunkum við mjólk. Vit keyptu seks, so tað fór at vera nóg mikið til allar. Men mjólkin fekk teir at spýggja. Teir mistu alla tíðina vitið og fingu dropp. Læknarnir hildu av einari ella aðrari grund fast við, at teir høvdu fingið eiturgass, eingin segði nakað um geisling. Og býurin fyltist við hernaðarakførum, tey stongdu allar vegirnar. Tað vóru hermenn allastaðni. Bæði nær- og fjartok góvust at koyra. Teir vaskaðu gøturnar við ein hvítum pulvuri av onkrum slag. Eg stúrdi fyri, hvussu eg skuldi sleppa til bygdina dagin eftir eftir mjólk til hansara. Eingin nevndi nakað um geisling. Tað vóru bara herfólkini, sum fingu maskur. Fólk úr býnum fóru eftir breyði úr handlunum, keyptu slikkarí. Køkurnar lógu á opnum bakkum. Lívið helt fram sum vant. Uttan tað, at tey vaskaðu gøturnar við onkrum slagi av hvítum pulvuri.

Um kvøldið vildu tey ikki lova nøkrum inn á sjúkrahúsið. Tað var eitt hav av menniskjum allastaðni. Eg stóð framman fyri vindeygað hansara, hann kom yvir til vindeygað og rópti okkurt til mín. Hann rópti frá sær sjálvum! Onkur í rúgvuni hoyrdi hann: Tey fóru at flyta hann til Moskva í nátt. Allar konurnar komu. Vit gjørdu av at fara við. “Lat okkum sleppa at síggja menn okkara! Tit kunnu ikki halda okkum burtur!” Vit klóraðu og slóu. Hermenninir, sum longu stóðu í tveimum røðum, skumpaðu okkum burtur. So kom ein lækni út og játtaði, at teir fóru at verða fluttir við flogfari til Moskva, men hann segði, at vit skuldu fara eftir einum sindri av klæðum til teirra – klæðini, teir høvdu verið í á kjarnorkuverkinum, vóru brend. Bussarnir vóru givnir at koyra, so vit runnu ígjøgnum allan býin. Vit komu rennandi aftur við kuffertunum hjá teimum, men flogfarið var longu farið. Tey høvdu gjørt tað við vilja fyri at lumpa okkum. So vit ikki fóru at skríggja, ikki fóru at gráta.

Náttin kom ... Hinumegin gøtuna stóðu bussar, bussar í hundraðtali (tey vóru longu farin at gera klárt at flyta fólkið úr býnum), og hinumegin brandbilar í hundraðtali. Tey høvdu fingið fatur í teimum alla staðni frá. Øll gøtan var fjald í hvítum skúmi. Vit gingu oman á tí, ímeðan vit skeldaðu og grótu ...

02.12.2020
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?


#}