Sprotin takkar tykkum fyri árið og ynskir øllum eini gleðilig jól við hugna og hvíld og eitt bjartskygt og ljóst komandi ár. Sprotin

Gleðilig jól, kæru sprotabrúkarar

Nú kunnu havnarfólk fara turrskødd inn undir Tangafjørð til handils inni á Toftum. Tað var ikki gamalt.

23.12.2020
Sprotin
Ymist

Tað er science fiction, sum er vorðin veruleiki. Við hesum hava vit prógvað, at forðingarnar skulu vera ógvisligar, skulu vit virða tær. Men er tað nýtt?
 
At hanga í einari línu 100 favnar niðri í einum fuglabergi at skaffa sær døgurðan á borðið var at bjóða einari forðing av. Men tað hildu tey ikki tá. At fara tvørtur um Atlantshav við deyðsiglara var at bjóða lagnuni av. Menn vistu tað og herjaðu á kortini. Vit vóru tvingað tvørtur um summi mørk fyri at lívbjarga okkum og vinna pening.

Ímeðan droymdu vit um at fara tvørtur um mørk, sum peningur kundi laða niður fyri okkum. Nú er peningurin her, og nú fara vit um tey mørkini, vit einaferð droymdu um. Man tað vera, tí at føroyingar hava livað í so ófýsiligum korum í so langa tíð, at fólk ikki fýra fyri nøkrum og herja á?
 
Tað hevur kravt eitt øgiligt seiggi at draga undan í hesum lágtrýststreyminum ár um ár. At koma upp undan aftur, sum mortítlingurin eftir kavaódn. Man tað búgva undir, nú vit so órædd fara undir tær verkætlanir, vit hava sæð seinnu árini?
 
Vit sluppu ikki at tosa føroyskt í skúlunum, nú standa hábærsligastu skúlar um alt landið við móðurmálinum sum høvuðsæðr. Vit áttu avmarkaðar sjóleiðir, sum eru so víðar nú, at menn javnan gera sína ársinntøku upp í milliónum. Vit áttu at kalla ongar orðabøkur, og higartil í ár hava á leið 670.000 brúkarar brúkt orðabøkur Sprotans.
 
Vit undrast á øll tølini, sum eyðmerkja 2020.
 
Sprotin takkar tykkum fyri árið og ynskir øllum eini gleðilig jól við hugna og hvíld og eitt bjartskygt og ljóst komandi ár.
 
Vinaliga
Jonhard

23.12.2020
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?