Bøn fyri Tjernobyl

Hesa ferð verður bókin Bøn fyri Tjernobyl eftir Svetlanu Aleksijevitj umrødd í Lesikrókinum. Bókin vann heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir í 2015.

06.04.2021
Sprotin
Lesikrókurin

Edvard S. Olsen, týðari, Jóhanna Lava Køtlum, lívfrøðingur, og Uni Holm Johannesen, samfelagsfrøðingur, tosa um bókina.

Eyðun Klakstein leggur til rættis.

 

 

---

Munnborna søgan um eina kjarnorkuvanlukku

Svetlana Alexievich hevur havt viðtal við mong hundrað fólk eftir vanlukkuna í Hvítarusslandi, tá ið kjarnorkureaktorurin í Tjernobyl sprongdist í 1986 – um ræðuleikarnar tá, hvussu menniskju brendust burtur av geislavirkni og óttan, øðina og óvissuna, tey framvegis liva við. 

Sjónvarps-stuttrøðin Cherno­byl, sum vann ­tíggju ­Emmy Awards og tvær Golden Globe Awards, er fyri stóran part grund­að á tekstir í hesi bókini. 

Vanlukkan tann 26. apríl 1986 er ringasta kjarnorkuvanlukka, sum nakrantíð er hend, og hon dálkaði tríggjar fjórðingar av Evropa.  

Røddir úr Tjernobyl er fyrsta bók, sum sigur frá persónligu sorgarl­eikunum. Tey, ið ávirkað vórðu av niðurbræðingini, vóru øll frá vanligum borgarum til sløkkiliðsmenninar, sum vórðu sendir beint inn í hetta helvitið at basa geislingini. Tað eru teirra søgur, vit hoyra í hesari skakandi bókini. Bókin er sett saman av einrøðum hjá hesum menniskjum, sum skera inn á bein.

Bókin vann heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir í 2015.

06.04.2021
Sprotin
Lesikrókurin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?