Martin hevur altíð skrivað nógv, týtt nógv, hildið nógvar røður og fyrilestrar.

Martin Næs - loystur úr fjøtrum

Síðan stjórin í mentamálum fór frá fyri aldur, er eyðsýnt, at nógv orka er loyst til annað skapandi virksemi. 

06.05.2021
Sprotin
Bókaprát

Martin hevur altíð skrivað nógv, týtt nógv, hildið nógvar røður og fyrilestrar. Nú hevur hann týtt seinasta yrkingasavnið eftir Einar Már Guðmundsson, týtt fyrstu av trimum skaldsøgum eftir Gyrðir Elíasson, skipað eitt stórt greinasavn, savnað egnar yrkingar og tær, hann hevur týtt, eitt drúgt tíðarskeið.

Í dag koma søvnini Myndir við tíð í, egnar yrkingar, og Við sjógvin, sum eru kendar yrkingar úr ymsum heraðshornum.  

Eyðkent fyri henda spaka mannin er, at hann uttan at garta nemur við ógviliga viðkomandi evni og snarar teimum so passaliga á, at kjarnin liggur ber. Hann sigur sína hjartans meining beinrakið. Hann kennir valdið innanífrá og sær mangan málini úr tí vinklinum.

Viðkomandi samfelagssspurningar, viðmerkingar til avgerðir, ið ikki royndust, prik til tað, vit gjørdu upp á gjøt, og hvussu tað kennist at liva í einum heimi, har tú ikki hevur tamarhald á nøkrum.

Eyðsýnt er, at Martin speiskliga lýsir, hvussu menniskjaligu sambondini tynnast, hvussu vit góðkenna avgerðir og skipanir uttan at seta ein tann einasta viðkomandi spurning, um tær eru góðar ella rættar.

Altjóðagerð

Virkisskráin og gjaldførið
sum endurspeglaðust í
kontrabókum og blikkpengum
á einari mjølutari skivu
í krambúðini 
eru nú flutt á altjóða gjaldoyramarknaðin
har dagsins upphæddir sveima íkring
á telduskíggjum
sum himmalhøgar upphæddir
ið skifta eigarar fleiri ferðir um dagin.

Hóast samfelagið skal eitast
at vera so fíggjarliga gjøgnumskygt
sum ongantíð áður
sært tú ongantíð hesar stóru nøgdirnar
og alla tíðina tykist tað sum um
onkur er lopin av stað við avlopinum
tí pengapungarnir sum fyrr reiðraðust
tryggir og tungir í reyvalummunum
skríða í skræðuni
minkaðir niður
í eitt eyðmerkingarkort
í einum mislittum og feittutum plasthylki
sum bara er virkið 
tá ið valdið vil
at alt ber til.

06.05.2021
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?