Tey, sum tóku exam. art. í føroyskum í 1979: Jens Pauli Nolsøe, Bergljót av Skarði, Jonhard Mikkelsen og Tummas Lenvig. Jonhard Mikkelsen

Tummas Lenvig

Flaggdagin fylgdu vit Tummasi Lenvig til gravar. Hesum vinsæla, hugsjónarkveikta læraranum. 30 ár vóru ímillum okkum báðar, kortini sótu vit á skúlabeinki saman í tvey ár. Tað var, tá ið vit lósu til exam.art. á Føroyamálsdeildini 1977–79. Vit vóru bara 4 á liðnum ta ferðina, so vit kendust væl.

21.05.2021
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Bókmentafólk hava ofta ávís tíðarskeið sum síni yndisskeið. Eitthvørt er, ið hugfangar tey fram um onnur skeið. Okkurt nýbrot, onkur nýhugsan, onkur broyting, sum hevur kravt nógv, okkurt, sum hevur lagt varandi slóð. 

Tummas var serliga hugtikin av einastu kollvelting, vit hava havt í Føroyum. Tjóðskapartíðini og teimum slóðum, hon legði inn í okkara tíð. Kollveltingini, sum fekk okkum at rakna við sum fólk. Hann var hugtikin av teimum tonkum, ið búðu undir broytingunum, tá ið føroyingar vaknaðu sum úr dvala og fóru at krevja at verða hoyrdir í egnum landi, at málið skuldi vera virt, at okkara mentan ikki stóð aftan fyri aðra mentan. Nógv høvdu hildið lítið um okkara fram til tá.

Tummas var hugtikin av teimum, sum fram um onnur myndaðu nýggja rákið, sum kom inn yvir okkum uttaneftir og seinni hevði háskúlan sum mentanarligan høvuðsmotor og Jóannes Patursson politiskan stavnamann.

Hann varð ongantíð liðugur at tosa um háskúlamenninar, sum ongantíð fara at verða tiknir, tá ið vit røða um føroyskan skúla og føroyskt mál, og hvussu nógv, ið góðir lærarar og góðir politikarar kunnu gera eitt æviskeið, hvussu langt inn í framtíðina ávirkan teirra røkkur.

Sum sjálvstýrismaður var Tummas hugtikin av teimum øllum. Tí teir hugsaðu nýtt. Ikki sum borgarar í einum hjálandi, sum hevur givið seg undir annað vald, sum hevur góðkent, at vit eru ov fá og ov smá til nakað sum helst, men sum fólk, ið ikki sóu virði í tí at leggja seg undir eitt annað fólk og gera eftir teirra boðum heldur enn at hugsa sjálvstøðugt og síggja møguleikarnar innanífrá. 

Á hansara lista standa Rasmus á Háskúlanum, Símun av Skarði, Jóannes Patursson, Kristin í Geil, Jákup Dahl, Jørgen-Frantz Jacobsen, S. P. Zachariassen, Hans Andrias Djurhuus og mangir, mangir fleiri.

Hann var hugtikin av hesum ótroyttiligu slóðarunum, sum alt lívið stríddust við íhald, við óvilja at vera frælsur, óvilja til sjálv at taka avgerðir í hesum landinum.  

Teir rendu seg í ein múr av afturhaldi ferð eftir ferð. Tað hevði verið so leingi trúttað niður í okkum, at vit orkaðu ov lítið, til at nýggjar hugsanir kundu festa røtur. Tá. At fáa tað rótfestið at losna kravdi ótrúliga nógv.

Í allarstørstu virðing fyri hesum fólkum savnaði Tummas tilfar um tíðina, tá ið okkara veruliga málstríð byrjaði, og savnaði greinir um málið í bókini Tá ið føroyskt málstrev byrjaði – 1888-1900 til "Frælsmannamál 1899-1926” við blaðgreinum og fólkafundarøðum. Seinni kom verkið Viljans verk æt fólksins frami – tilfar 1921–1938

Seinni legði hann til rættis Framtakssemi í andgletti um royndirnar hjá Jóannesi bónda at skipa føroyskan bóndaskap og jarðarbrúk á tíðarhóskandi hátt, at gera ein mynsturgarð í Kirkjubø, har ungir bøndur kundu fara á landbúnaðarskúla. Eisini tað fekk harða mótstøðu. Eisini tað steðgaði av gomlum íhaldi. Og aggi.

Tummas týddi eisini bókina hjá Jóannesi Føroyskur politikkur 1846–1853. Nøkur søgubrot og metingar í 1903 – og bøkurnar um Petur Arabo og Magnus Heinason.

Tummas Lenvig legði nógv virðismikið tilfar úr hondum í stillum. Gjørdi sítt til, at virðismikla stríðið seinast í 19. øld og fyrst í 20. øld, sum vit øll hava notið væl av, ikki skuldi fara í gloymskuna. Hann gjørdi tað av heilum huga. Har var eingin hávi, men væl kom burturúr.

Minnist væl tann ljósa, vakra summardagin, vit fingu exam.art prógv. Hvussu glaður Tummas var tann dagin, og hvussu hátíðarligan hann helt dagin vera. Tað hildu vit eyðvitað eisini, men stílmunurin sæst væl á myndini – Tummas í nýggjum klædningi og slipsi saman við trimum 70'ara studentum í tuflum og kovboybuksum. 

Tann dagin í ’79  hugsaðu vit ikki møguleikan, at eg, nøkur ár seinni, fór at vera forleggjari hansara. Men soleiðis lagaði tað seg, og fáur fegnaðist meira um Sprotan enn Tummas.

Stílmunurin og aldursmunurin var har, men tá ið vit vóru saman um at lesa, hvarv aldursmunurin sum døgg fyri sól, og vit nutu gott av Tummasar royndum og kunnleika til alt, vit skiftu orð um, hvussu hvast orðaskiftið var um okkara egna mál, hvussu nógv settu seg upp ímóti, at vit skuldu kunna brúka okkara mál í okkara landi. At Bóndin var føddur ov tíðliga, hvussu fólksins vilji til egnan samleika glógvaði aftur í blaðgreinum og røðum, hvussu smátt varð hugsað, tá ið Jóannes bóndi skuldi beina okkum inn á nýggjar leiðir við jarðarbrúki. 


Eri eymur um hjartað, nú eg hugsi um Tummas, sum við síni Olympia skrivimaskinu skrivaði um tað, sum átti at ligið okkum øllum á hjarta – sjálvræði –, til eyguni ikki orkaðu meira, og hann mátti lata sær lynda at práta um og liva við minnunum um alt, hann í slaka øld hevði savnað um týdningarmesta skeið, vit higartil hava upplivað í føroyskum politikki.

21.05.2021
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?