Tríbindaverkið hjá Sólrúni Michelsen fæst nú í skreytútgávu

"Nornan spinnur" er felagsheiti á hesum trimum bókunum: "Ein táttur er silvur", "Ein annar er gull" og "Fáur fær tráðin heilt slættan". Kostnaðurin er bert 398,-.

14.12.2021
Sprotin
Bókaprát

Ein syrgiligur tilburður setur gongd á tríbindaverkið. 

Ein mamma doyr í barnferð frá 10 børnum. Ikki óvanligt fyri stórt hundrað árum síðan. Sorgin verður tagd burtur. Pápin giftist uppaftur. Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógviliga ymist hjá teimum. 

Hetta er seinast í 19. øld, og allar rembingarnar í átrúnaði, politikki, fakfelagspolitikki og mentan, ið vóru um aldaskiftið, verða flættaðar inn í hesar lagnulýsingar.

Tann eina gentan, sum hevur stórar ætlanir við lívi sínum, fer á ein bóndagarð at tæna og forvinna sær nakrar krónur, tí hugurin stendur út í heim. Bóndin neyðtekur hana, og barn spyrst burturúr. Eingin fær at vita, hvør pápin er, men hon skal liva við skommini. 

Vit fylgja hesari gentuni, hvussu lívið lagar seg hjá henni, og hvussu hon fótar sær. Hetta er ein eym og kenslurík lagnusøga. Høvuðspersónurin og tað, henni er fyri, er grundað á veruligan tilburð í Føroyum.

Bókin kostar bert 398,- og kann keypast her

14.12.2021
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?