Martin Næs – Opera men eingin olja

Tá ið vit á sinni snoddaðu okkum fram til ein farra av olju fyri nøkrum árum síðan, ímyndaðu vit okkum, at í Føroyum fóru bara millióningar at búgva. Alt fór at verða fíggjað við dýrum oljudropum. Ein pottur úr hvørjari tunnu, segði Gunnar Hoydal, nóg mikið til ballett á hvørjum tanga. 

28.02.2022
Sprotin
Bókaprát

Enn er eingin dropi fingin upp, men vit stremba víðari, arbeiða, skapa og skipa okkara samfelag.

Og árini ganga, og vit kunnu kveita aftur um bak og vita, hvat ið annars er hent hesi árini.

Martin Næs var landsbókavørður og seinni mentastjóri í Mentamálaráðnum, og rótfestur, sum hann er í bókmentaligum og mentanarligum starvi, hevur hann sum embætismaður verið vitni til gongdina í føroyskari mentan og politikki í eini 40 ár. Politiskar avgerðir og hugburður hjá teimum, ið valda, er ikki farið aftur við borðinum ógáað.

Hann hevur sæð tað, ið hevur tikið seg upp, hvørjar politiskar avgerðir hava verið tiknar, hevur verið við til hátíðarhald og fagnað, hevur hildið røður og fyrilestrar, hevur skrivað hugleiðingar og viðmerkingar alment. Martin hevur verið sjónligur sum embætismaður og hevur mangan speiskliga tikið saman um tað, sum tey ráðandi hava sagt og gjørt. Tær speisku koma stundum fyri greinum, stundum í yrkingum.

Mosagingnir tankar
eru til sølu hjá útlendskum sølumonnum
ið selja okkum plastgras
fyri upphæddir
játtaðar á fíggjarlóg landsins.

Meðan fjøllini rapla
og flotin fer av knóranum
reika vit land úr landi
og keypa gras og hoyggj
í staðin fyri
traðirnir
vit tóku til vegir
í staðin fyri moldina
vit stoyttu á sjógv.

Kann henda, at tá ið fólk eru spakfør í medferð, loyva vit okkum at gera ta niðurstøðu, at alt er í samljóði við alt og øll.  

Á sín egna, sinniliga hátt setur Martin Næs altíð viðkomandi spurningar og nemur í síni skriving við viðkomandi og viðbrekin og stundum sprongkvæm evni og ger á sín heilt serliga hátt vart við sína støðu.

Av lyndi
eru vit ómetaliga hørð hvørt við annað
royna altíð at læra upp á okkara næsta
sum um hann einki dugir
sjálvandi er tað ikki so
sjálvandi dugir næstin
meira enn
næstbest

vit vita tað bara ikki.

Niðurstøðurnar verða ikki blástar út um allar geilar, men við einum setningi ella tveimum  sleppa tær at hanga darrandi í luftini framman fyri lesaranum, sleppa honum ikki, men spyrja sáttliga, um hetta ikki átti at verið øðrvísi, verið hugsað øðrvísi, verið gjørt øðrvísi.  

Harra formaður
einaferð 
harra formaður
einaferð løgdu vit framtíðina
vit løgdu framtíðina 
harra formaður
í súltaði sildafløk 
harra formaður
ja 
harra formaður
so hvarv sildin 
harra formaður
og harvið tey súltaðu sildafløkini 
harra formaður
nú 
harra formaður
nú hava vit bara framtíðina eftir
harra formaður

Martin Næs er maður, sum hevur innlit í viðurskiftini, hann skrivar um, og hann hevur dirvi at siga sína hjartans meining um tey. Lesur tú greinirnar í Opera, men eingin olja, kanst tú lesa teg ígjøgnum nøkur hæddarpunkt og høvuðsmál seinastu hálvu øldina í føroyskari mentanarsøgu á livandi og hugfangandi hátt. 

Les hesa Uttan fyri Framtíðina og fá tær ein smakk av hesum frálíka greinasavni.

28.02.2022
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?