SUÐURGLUGGIN er ein forvitnislig ferð inn í lívið hjá enn einum skapandi menniskja. 

Suðurgluggin eftir Gyrðir Elíasson

Skaldsøgan SUÐURGLUGGIN eftir íslendingin Gyrðir Elíasson varð útgivin í Reykjavík í 2012. Hon er evnisliga framhald av bókini Sandábókin, sum kom út á føroyskum í 2021. Triðja bindið í røðini eitur Sorgarmarsjurin og kemur út á Sprotanum seinni í ár. 

21.03.2022
Sprotin
Bókaprát

Bøkurnar viðgera tað at skapa list sæð úr trimum sjónarhornum. Fyrst er tað listamálarin, síðan er tað rithøvundurin og at enda tónlistarfólk, ið eru høvuðstemaini. 

Gyrðir Elíasson hevur eina heilt serliga rødd bæði í íslendskum og norðurlendskum bókmentum. SUÐURGLUGGIN er um tað einsemið, tað er, at vera rithøvundur, og søgan er søgd á ein slíkan hátt, at hevur tú sum lesari áhuga fyri menniskjans skapanartrongd, so hevur tú ilt við at sleppa hesum bókunum, fyrr enn tú ert komin á síðstu síðu.

Lágmælti og samantrýsti stílurin gera, at lesarin verður forvitin eftir at hoyra meira frá rithøvundanum, sum í hesi søguni hevur valt at fara í sjálvboðið einsemi við tí endamáli at skriva eina skaldsøgu. Lokið liggur í heilum á skrivimaskinuni, og striltið gongst við skaldsøguni, tó ávegis ger rithøvundurin nógvar áhugaverdar eygleiðingar.

Hann situr úti við vindeygað við gomlu Olivetti skrivimaskinuni, men hyggur aðruhvørja løtu út á sjógv, og hann hevur torført við at hugsavna seg. Bond fáast ikki longur til skrivimaskinuna, og hann roynir eftir besta førimuni at nýta tey, hann eigur frammanundan. At skriva upp á teldu kemur ikki upp á tal. Har situr hann og skrivar eina søgu um eitt par, sum í eini roynd at bøta upp á viðurskiftini sínámillum eru farin á eitt fjallahotell uttanlands. Illa gongst, og trupulleikin, søgusigarin hevur við at skriva b-ið á Olivetti skrivimaskinuna, er bara eitt lýsandi dømi um, hvussu stóran týdning, tað lítla hevur í øllum lívsins viðurskiftum.

Gyrðir Elíasson er ein frálíkur frásøgumaður, og hevur stóran ans fyri tí málsliga. Stílurin er bæði jarðbundin, knappur og humoristiskur, og tað eydnast rithøvundanum sera væl at blanda saman veruleikan, sum høvundurin er í, og so sjálva søguna. Í støðum ljóðar søgan sum ein yrking.

Einastaðni stendur soleiðis: 

Gadaffi er í hornatøkum við uppreistrarmenn í Libya. Har brennur eisini. Elligamlar urtaleivdir fara upp í royk; lívsinnihald vesturheimsins. Eg sløkki útvarpið, men tað er ov seint, skaðin er hendur.  

Og eina aðrastaðni stendur: Eg øvundi ikki kendar høvundar, teir flestu eru deyðir. Teir, sum enn eru á lívi, eru fangar í heiðuri og æru. Kendur ella ókendur, hví hevur tað so nógv at siga?

Omanfyri endurgivnu brot lýsa sera væl tann knappa og humoristiska stílin hjá rithøvundinum og samband hansara við tann jarðbundna veruleika, sum tað, hóast alt, kann vera at skapa. Tað er m.a. hesin stílurin, sum ger, at lesarin verður hangandi til síðstu síðu.

Fremst í SUÐURGLUGGANUM endurgevur Gyrðir Elíasson týska skaldið Thomas Mann: 

”Ein rithøvundur er tann, ið hevur torførari við at skriva enn onnur.” 

Hesin setningurin gongur sum ein reyður tráður ígjøgnum alla søguna.

21.03.2022
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?