Børn í heimsveldi
Tá ið ST eftir seinna heimsbardaga sá dagsins ljós, kravdi altjóða samfelagið, at øll lond skuldu lata hjálondini frá sær og geva teimum sjálvstýri. Tað merkti, at Danmark skuldi hjálpa Grønlandi at fáa sjálvstýri. Men heldur enn at gera tað, fóru danskarar undir ætlan at innlima Grønland í danska ríkið.
Hetta var gjørt við at fjala sannleikan fyri grønlendingum, við at lata ST villleiðandi upplýsingar um viðurskiftini og við at seta í verk nútímansgerð, sum skuldi gera grønlendingar meira danskar.
Í Lesikrókinum hesa ferð viðgera vit virðisløntu bókina ”Børn í heimsveldi", sum Anne Kirstine Hermann skrivaði. Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Sprotin gav út.
Gestir eru Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Bárður Larsen, løgfrøðingur. Vertur er Eyðun Klakstein.